mikudagur 11. mai 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 87 - 11. mai 2005
23
- Eitt land sum alla
tíðina flytir út rávøru
og sum ikki kann
framleiða sína egnu,
kemur í sama bólk
sum eitt menningar-
land, sum vit kenna
so væl frá t.d. Afrika.
Eitt slíkt land kemur
ikki úr stað, sigur
NORÐFRA-stjórin
FISKIVINNA
Snorri Brend
Norðdepil:
Hyggur ein
eftir
keyparunum
hjá
NORÐFRA, so sæst greitt,
at eini 80 % av allari fram-
leiðsluni fara til stóra
granna okkara fyri vestan.
Ein partur fer eisini til
Onglands, Danmarkar og
Svøríkis, men nógv tann
størsti parturin altso til
USA.
At eitt so lítið virki sum
NORÐFRA í Norðdepli
megnar at hava samband
við
tann
amerikanska
marknaðin kemur einamest
av, at fiskavørurnar úr
Norðdepli verða seldar
gjøgnum føroyskar fiska-
seljarar.
Hinvegin vísir tað seg
trupult at halda fast við
tann amerikanska markn-
aðin, tí dollarin er so nógv
viknaður tey seinnu árini.
Tá hann var hægstur fyri
eini trimum árum síðani
var hann uppi á 8,74 kr.,
meðan hann í dag er komin
heilt niður á 5,72 kr., sum
svarar til eina lækking
millum 35 og 40 %.
Samstundis er prísurin á
fiski fallin eitt sindur, men
ikki alla tíðina. Fyri tveim-
um vikum síðani var hann á
teirri leguni, hann var á fyri
trimum árum síðani.
Tað vil aftur siga, at hýsa,
sum virkið helst ikki skuldi
latið meiri fyri enn 7 til 8
kr. fyri kilo, hon kostaði
fyri tveimum síðani heilar
14 kr. fyri kilo fyri tveim-
um vikum síðani.
Eingin torir
at gera nakað
– Tað er eisini í hesum
sambandi at eg kundi hugs-
að mær at sagt við politikk-
ararnar, at fiskurin – og her
serliga hýsan - ikki eigur at
fara heilur av landinum.
Men tað er helst eingin
politiskur vilji at gera nak-
að munagott við tað.
– Nú hoyri eg eisini onkr-
an teirra tosa um, at alt skal
vera frítt. Men til hetta vil
eg siga, at eitt land sum
allatíðina flytir út rávøru og
sum ikki kann framleiða
sína egnu, kemur í sama
bólk sum eitt menningar-
land, sum vit kenna so væl
frá t.d. Afrika. Eitt slíkt
land kemur ikki úr stað.
– At hýsa og onnur fiska-
sløg fara óviðgjørd av
landinum – tað haldi eg
simpelthen er skomm fyri
Føroyar, sigur hann av-
gjørdur.
Onkur hevur roynt at
skylda uppá kinesarar og
aðrar vegir. Men samstund-
is vita vit, at íslendingar
hava sett í gildi ráfiska-
steðg, og tað hevur aftur
við sær at prísurin á hýsuni
er høgur í løtuni.
– Góvu vit ikki bretum
okkara heila fisk, men
seldu teimum fløk ístaðin,
so høvdu teir heilt vist
keypt fløkini. Og so hevði
okkara prísur eisini farið
upp.
Eingi fakfeløg
Jógvan Høj heldur, at tað er
í lagi at hava ein frían
marknað, men so eiga
politikkararnir eisini at tora
at lóggeva soleiðis, at fisk-
urin verður verandi í Føroy-
um.
– Tí undrar tað meg at
fakfeløgini ikki hava gjørt
vart við hetta, ella hava
gjørt vrøvl um støðuna.
Serliga aktuelt hevur tað
verið í ár, tá so lítið arbeiði
hevur verið. Og sum tað
sær út nú, so er talan um
eina útpíning av flakavirkj-
unum. Og tí er ikki leingi
aftrat, inntil einki flakavirki
er eftir í landinum, um ikki
broyting kemur í.
– Tað verður sagt, at fisk-
urin undir Føroyum er ogn
hjá Føroya fólki. Men í
løtuni sær út til at tað bara
eru fiskimenn sum eiga
hann. Tá ið onkur uppi á
landi sigur okkurt við
politikkararnar, so skal tað
kannast og so framvegis.
Men sigur ein fiskimaður
nakað, so spyrja teir bara
hvat – og so gera teir tað
beinanvegin.
– Tað er næstan so, at um
ein teirra biður ein politikk-
ara um at leypa á sjógv, so
hevði
hann
gjørt
tað
beinanvegin. Hann hevði
bara spurt, hvussu langt
hann skuldi leypa.
– Hetta ljóðar kanska
sum grenj, men tað er tað
ikki bara, tí tað er soleiðis,
eg upplivi støðuna beint nú.
Men hetta er ein álvarsom
støða, sum minnir um hana
í 1992, tá tey flestu virkini
vóru stongd eitt skifti.
– Tá fór fiskaprísurin eis-
ini niður í botn. Tí tað vita
teir eisini í Onglandi – at er
eingin annar møguleiki at
sleppa av við fiskin, so
koyra teir bara prísin niður,
tí so fáa teir hann kortini,
sigur Jógvan Høj.
– Ein skomm at fiskur
bara fer av landinum
Arbeiðsfólk á NORÐFRA
Í tveimum seinni bløðum fara vit at hitta trý av
arbeiðsfólkunum á virkinum – tvær kvinnur og ein
mann.
er okkara hægsta mál at
vøran skal síggja gott út og
at góðska skal vera í.
– Og tað skal als ikki
verða soleiðis, at fólk skulu
snerkja at vøruni, tí hon
ikki er nýggj. Hon ER
nýggj og hon SKAL eisini
vera nýggj!, sigur Jógvan
Høj.
Fryst fesk
Men tað at vørurnar verða
frystar, er tað ikki júst tí at
fiskurin er um at vera ov
gamal?
- Nei, sigur Jógvan Høj.
Tað er ikki so!
Teir frysta ikki vøruna, tí
hon er við at verða ov gom-
ul, og at hon tí má í fryst-
aran sum skjótast, áðrenn
hon spillist. Sum teir siga:
Vit frysta tað heilt einfalt,
tí at vøran skal vera fesk, tá
brúkarin fær hana.
Soleiðis kann brúkarin til
eina og hvørja tíð vera
vísur í, at tann fiskurin tey
keypa frá NORÐFRA er
feskur fiskur, og sum aftur
er fram-leiddur feskur og
síðani er frystur sum fesk
framleiðsla.
– Tí er tað, sum vit egent-
liga gera, sera einfalt: Vit
hava heimsins bestu rávøru
beint innanfyri hurðina, og
at tað tí er óneyðugt hjá
føroyingum
at
keypa
útlendsk merki - og enntá
merki, sum als ikki kunnu
sammetast við okkara í
smakki.
– Hinvegin so er ikki
vist, at okkara framleiðsla
er tann bíligasta. Men hon
er í øllum førum tann besta,
slær Jógvan Høj fast.
Einki til spillis
Ein viðkomandi spurningur
í hesum máli er, hví vørur-
nar hjá NORÐFRA eru so
væl umtóktar manna mill-
um, hóast tær kanska ikki
teljast millum tær bílig-
astu?
Tann spurningin hevur
Jógvan Høj eisini eina frá-
greiðing um:
– Tað er allatíðina hetta
sama, - at vera til fyri brúk-
aran: Ætlar tú tær at gera
døgurða, so er okkara vøra
soleiðis, at tú t.d. kanst taka
eitt einstakt flak burtur úr
pakkanum. Men tú kanst
eisini taka fleiri, um tú
brádliga hevur brúk fyri tí.
Á henda hátt fer einki til
spillis.
Teir hava eisini valt ein
pakkihátt, sum er ódýrur,
samstundis
sum
hann
goymir vøruna væl.
– Ein frystiboks er í
hvørjum húsi í Føroyum,
men tað er ikki so í granna-
londum okkara. So orsøkin
til at vørurnar eru so væl
umtóktar her á landi kemur
av, at fólk hava eitt val:
Kemur onkur aftrat til
døgurða, so er einfalt at
fara í boksina og taka fleiri
fløk upp aftrat. Og 10 min
seinni eru tey klár at seta á
borðið.
– Soleiðis, sum vit hava
gjørt fiskin er hann skjótari
at gera til, enn hvat tað
tekur at kóka eplini. Tað er
ikki neyðugt at hugsa um
fiskin kvøldið fyri, tí hann
er klárur at leggja á pann-
una, sigur Jógvan.
Og líkt er til, at hetta er í
øllum førum eitt av tí, sum
ger at fólki dámar væl
framleiðslurnar frá NOR-
ÐFRA.
– Tað verður sagt, at fiskurin
undir Føroyum er ogn hjá
Føroya fólki. Men í løtuni
sær út til at tað bara eru
fiskimenn sum eiga hann,
sigur Jógvan Høj, stjóri á
NORÐFRA í Norðdepli