Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-11, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mai 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 87 - 11. mai 2005 Føroyska oljufelagið Atlants Kolvetni er komið fyri at verða. Men tað ætlar ikki at standa í stað. Niður- støðan eftir arbeiðs- fund í Havn nú um dagarnar er púra greið. Ætlanin er at tvífalda felagið so- leiðis at tað innan stutta tíð kann keypa upp onnur feløg, fara inn í onnur loyvi ella keypa upp onnur aktiv. Ambitiónin ella málsetningurin er at gera felagið til ein týðandi “spælara” ella luttakara í oljuvinn- uni í Vestureuropa OLJUARBEIÐI Jan Müller jan@sosialurin.fo Tey bæði føroysku oljufe- løgini Atlants Kolvetni og Føroya Kolvetni eru alt meira frammi í miðlunum, nú oljutilgongdin við Før- oyar og á Atlantsmótinum sum heild gerst meira spennandi og áhugaverd. Feløgini eru rættiliga ymisk og hava ymsar strategiir at virka eftir. Men felags fyri tey er, at tey hava føroyskar íleggjarar umframt teir útlendsku, og at tey hava eyguni vend móti bæði føroyskum øki og umráðum aðrastaðni. Atlants Kolvetni, sum hevur nøkur ár á baki og eigur stóran skara av før- oyskum íleggjarum, hevði sín fyrsta stóra savnanandi arbeiðsfund í farnu viku. Tey 7 fólkini, sum arbeiða hjá felagnum í Havn og í London, hittust øll í Nóls- oyar Pállstovu í Havn mikudagin, har tosað varð um komandi stóru avbjóð- ingarnar og um hvussu farast skal fram víðari. Wilhelm Petersen, stjóri í felagnum sigur, at øll starvsfólkini hjá felagnum fyri fyrstu ferð vóru saman til nakrar samanhangandi arbeiðsdagar. Teirra millum vórðu eisini tey fólkini, sum vanliga arbeiða í London, har tey røkja aktivini hjá felagnum har. Tað er so ikki ein og hvør vit her tosa um. Talan er fyrst og fremst um Richard Hardmann, sum í mong ár stóð á odda fyri leiting í Europa hjá amerikanska oljufelagnum Amerada Hess men sum nakað herfyri fór frá vegna aldur. Síðani tá hevur hann verið partur av teaminum hjá Atlants Kolvetni og við sær hevur hann tikið onnur roynd fólk sum hann í síni tíð headhuntaði til Ame- rada Hess, eitt nú tær báðar kvinnurnar, Allison Hard- ing, geolog og Lucy Slater, geofysikara. Uppgávan hjá teimum er at røkja loyvini hjá felagnum bæði í før- oyskum og breskum øki. Men tey fylgja so eisini við, hvørji r aðrir møguleikar taka seg upp í Bretlandi. Hesar fyrstu arbeiðsdag- arnar í Havn við øllum serfrøðingunum hjá Atlants Kolvetni vóru mongu loyvini hjá felagnum og eisini nýggju uppgávurnar í bretskum øki viðgjørd. Fe- lagið hevur keypt seg inn í fleiri loyvi á bretska land- grunninum við útbygging fyri eygað. Sunt grundarlag Wilhelm Petersen sigur, at forrætningsgrundarlagið hjá Atlants Kolvetni er rættiliga gott og sunt, nú felagið hevur fingið nøkur rættiliga áhugaverd aktiv bæði á leiti- og útbygging- arsíðuni. Nú skulu avgerðir takast um at fara víðari og innan stutta tíð at tvífalda um felagið við antin at keypa upp onnur feløg, fara inn í onnur loyvi ella keypa upp onnur aktiv. Fleiri møguleikar eru og hesir vórðu allir á arbeiðsborð- inum hjá felagnum í farnu viku. Ambitiónin ella mál- setningurin er, sigur stjór- in, at felagið verður ein týð- andi spælari í Vestureuropa. Á arbeiðsfundinum vórðu eisini viðgjørd tey bæði nýggju loyvini felagið fekk tillutað saman við Geysir í 2. útbjóðing á landgrunninum. Hesi eru strategiskt sera áhugaverd. Tey liggja sera tætt upp at loyvum hjá Statoil og ChevronTexaco, sum fara at bora brunnar har í næstu framtíð. So hesir brunnar kunnu lata upp fyri nógvum nýggjum upplýsingum um hetta nýggja leitiøkið á landgrunninum. Virksemi, sum verður í hesum øki- num næsta ár, verður tí ótrúliga spennandi fyri okkum eisini leggur Wil- helm aftrat. Seismikk næsta ár Atlants Kolvetni fer neyvan at skjóta seismikk í summ- Føroyskt oljufelag í arbeið Nýggjar tíðir og nýggjar avbjóðinar men drívmegin er tann sama - eins og Nólsoyar Páll hyggja tey hjá Atlants Kolvetni frameftir - eftir nýggjum møguleikum. Mynd Jens K. Vang