mikudagur 11. mai 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 87 - 11. mai 2005
25
ar. Tað er so væl útliðið, at
tað er ikki rætt at skunda
nakað ígjøgnum men rætt-
ari er at brúka ta neyðugu
orkuna og tíðina at tilrætta-
leggja eitt seismiskt pro-
gramm til næsta summar
heldur. So hetta árið verður
brúkt til at leggja til rættis
eina rættiliga umfatandi
seismiska arbeiðsskrá fyri
loyvini á føroyaøkinum
næsta ár. Tey bæði feløgini
hava eisini neyðugu pen-
ingaligu orkuna til at fara
undir slíkt arbeiði.
Krøvini til loyvini í 2. út-
bjóðing eru, at feløgini
skulu brúka tey fyrstu fýra
árini til at kanna økið væl
og virðiliga við seismikki
og síðani taka støðu til
boringar. Men eingin sigur,
at man skal bíða í fýra ár.
Man hevur fýra ár at gera
hetta arbeiði í og tess betur
tað gongur tess skjótari
kanst tú taka avgerð um at
bora leggur Wilhelm Peter-
sen aftrat.
Dyrnar opnar
Atlants Kolvetni fekk til-
lutað tvey loyvi í 2. útbjóð-
ing saman við Geysir-
petroleum, eisini eitt lutvíst
lítið felag. Onkur hevur
gitt, at Atlants Kolvetni var
ov seint á sjóvarfallinum at
koma sær við í loyvi saman
við størri feløgunum. Hes-
um hevur stjórin í felagnum
fyrr víst aftur. Og hann
stendur við hetta. – Sjálv-
andi vilja vit halda dyrnar
opnar fyri, at onnur størri
feløg kunnu koma við í
okkara loyvi men eg loyvi
mær at halda, at vit innan
fýra ár, tá vit skulu hava
tikið støðu til boring, eru so
mikið stórt oljufelag, at vit
megna hesa uppgávuna.
Sjálvandi vil tað vera best
at hava eitt felag við sum
hevur
borikompetansu,
men tað nýtist ikki at vera
nøkur fyritreyt.
Wilhelm Petersen váttar,
at nú virksemi hjá felag-
num fer at økjast, so
hyggja tey eftir øðrum og
størri hølum í Havnini at
hýsa framtíðar virksemin-
um í. Ein møguleiki er at
flyta út í bygningin nær-
hendis Smyril Line, men
eisini aðrir møguleikar
verða kannaðir.
Uppá fyrispurning hvør
munurin er á teimum báð-
um føroysku oljufeløgun-
um sigur Wilhelm Petersen,
at tey hava hvør sítt kon-
sept. – Vit í Atlants Kol-
vetni miðja eftir at forvinna
pengar her og nú – ikki bert
frá partaeigarunum men frá
egnari inntjening. Tað er
tann sunnasti vegurin til
vøkstur. So hjá Atlants
Kolvetni verður tað ein
kombinatión av kapital-
hækking og egnari inntjen-
ing. Tvs. sjálvir at kunna
forvinna pengar og ikki
bara byggja á vónir.
ðshandskarnar
– Eg trúgvi tað er
ein framtíð í olju-
vinnu í Føroyum.
Og tað eru brunn-
ar, sum verða bor-
aðir gjøgnum
basaltið, sum skulu
lata dyrnar upp til
hesa framtíð sigur
Richard Hard-
mann, ráðgevandi
jarðfrøðingur hjá
føroyska oljufelag-
num Atlants Kol-
vetni. Hann hevur
júst luttikið á
arbeiðsfundi hjá
felagnum í Havn.
Sjálvur ivast hann
ikki í, at tað verða
boraðir brunnar
gjøgnum basaltið
næsta ár
OLJUFUNDUR
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Richard Hardmann vísir
á, at oljufundini í bretsk-
um
øki,
Lochnagar/
Rosebank og møguliga
eisini onnur fund so sum
Cambo kunnu fáa stóran
týdning fyri leiting við
Føroyar.
Richard
Hardmann
telist nevniliga millum
teir jarðfrøðingar, sum
halda tað vera heilt
náttúrligt, at olja finst í
føroysku undirgrundini,
nú fleiri stór fund eru
gjørd beint hinumegin
markið. Hóast tað gong-
ur seint, so heldur Ric-
hard Hardmann, at tað
eru fleiri viðurskifti,
sum gagna leiting við
Føroyar. Eitt er sann-
royndin, at tað er so
torført at gera nýggj stór
oljufund í heiminum.
Tað merkir, at føroyski
landgrunnurin
hevur
eina framtíð. Annað er
høgi oljuprísurin. Og
tann triði fundini gjørd
stutt frá markinum.
Richard
Hardmann
heldur Atlants Kolvetni
vera sera heppið í 2.
loyvisrundu. –Felagið
hevur fingið tillutað
tvey sera góð loyvi, sum
strategiskt liggja sera
væl fyri. Fara onnur
oljufeløg at gera fund í
grannalagnum, so verða
hesi loyvini bráddliga
sera áhugaverd og eg
ivist ikki í, at onnur
størri oljufeløg fara at
banka uppá hjá Atlants
Kolvetni sum frálíður.
Hann tekur eisini í
egnan barm og vísir á, at
tað verður neyðugt at
bora nógv fleiri brunnar
yvir eitt stórt øki. –
Okkara fyrsta boð var
skeivt. Tvs. har vit bara
fokuseraðu uppá av-
markaða økið í lands-
synninghorninum
av
landgrunninum. Nú er at
fara longur norður á
landgrunnin og bora enn
fleiri brunnar har. Neyð-
ugt verður at finna fram
til munin millum struk-
turar, sum hava verið
turrir og struktarar, sum
hava víst seg at goyma
olju og gass. Tað svarið
kenna vit enn ikki. Vit
hava brúk fyri at hugsa
og arbeiða øðrvísi enn
higartil.
Tá Richard Hardmann
kom til Føroya fyri um-
leið 10 árum síðani
metti hann, at her fór at
vera gass heldur enn olja
og helt hann tað vera
óheppið. –Eg havi skift
meining síðani tá. Finna
vit gass, so er tað eisini
gott. At onnur oljufeløg
umhugsa at útbyggja
gassfelt í bretskum øki
vestan fyri Hetland ljóð-
ar eisini lovandi fyri
eina framtíðar føroyska
gassvinnu.
Richard
Hardmann og starvsfe-
lagar hansara í London
eru nú farin aftur til
Bretlands at arbeiða
víðari við mongu og
spennandi uppgávunum
hjá tí bretska partinum
av Atlants Kolvetni.
Richard Hardmann oljuráðgevi:
Basaltbrunnar fara
at lata hurðar upp
til olju í undir-
grundini
Arbeiðsdagarnar í Havn var eisini høvi
hjá fólkunum hjá føroyska oljufelagnum
Atlants Kolvetni at vitja í nýggja
Miðlahúsinum í Vágsbotni
Mynd Jens K Vang
Arbeiðsdagar hjá Atlants Kolvetni í
Havn. Alt teamið á skrivstovuni í
Havn og í London er savnað at hyggja
inn í framtíðina.
Mynd Jens K Vang