mikudagur 11. mai 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 87 - 11. mai 2005
Nú er ikki neyðugt
at tveita burturkast
frá skipum í havið
til bága fyri hav-
umhvørvið
NAFF
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Føroyingar
eru
ikki
kendir fyri at vera tann
tjóðin, sum dálkar minst
í heiminum – eftir fólka-
talinum. Í altjóða høpi
munnu vit eiga okkara
stóra lut í teirri dálking,
sum fer fram á havinum.
Tað tekur tíð at broyta
hugburð. Hetta er kent á
so mongum økjum - og
ikki minst innan um-
hvørvisvernd.
Lítið man vera at ivast
í, at okkara fiskifloti
telist millum tey mest
dálkandi fiskiførini í
heiminum, tí uttan fyrilit
fyri havumhvørvinum
verður hópur av burtur-
kasti tveittur í havið.
Men hetta er ikki
neyðugt.
Møguleikar
eru í dag at kroysta burt-
urkastið, soleiðis at tað
fyllir minst møguligt, tá
ið tað verður tikið í land
eftir loknan túr.
Norsk skipan
Á North Atlantic Fish
Fair hevði firmaið hjá
hjúnunum, Theodor og
Katrini Poulsen á Toft-
um, TheoKat, ein fald-
ara um ein sonevndan
"komprimator" úr rust-
fríum stáli, sum er ætl-
aður til rust umborð á
skipum.
Tað er felagið, Delitek
AS í Noregi, ið hevur
framleitt hesa skipan,
sum
kroystir
ruskið
saman, soleiðis at tað
fyllir minst møguligt.
Theodor
sigur,
at
honum kunnugt finst ein
slík skipan bert umborð
á heilt fáum føroyskum
skipum,
nevniliga
Tjaldrinum og Brimli.
– Skipanin, sum vit
umboða, kann kroysta
ruskið saman við 10
tons stórum trýsti, so-
leiðis at tað fyllir lítið og
einki í mun til, tá ið tað
ikki verður kroyst sam-
an, sigur hann.
Theodor
sigur,
at
norska skipanin tekur
lítið pláss og er ætlað at
standa á dekkinum á
skipinum.
– Inni í "komprima-
torinum" er ein sekkur,
sum
verður
fyltur,
kroystur og koyrdur í
land, tá ið skipið kemur í
havn. Sekkurin er næst-
an tættur, og tá ið luftin
verður kroyst úr honum,
stendst at kalla eingin
roykur av ruskinum,
sum er í sekkinum, sigur
Theodur Poulsen.
Framtíðarinnar
ruskskipan fyri
fiskiskipaflotan
At NAFF er sloppin av
við tjøldini, sum vóru
partur av framsýn-
ingini í 2001 og 2003,
tænir øllum pørtum –
og ikki minst tí al-
tjóða dámi, sum ein
tílík framsýning eigur
at hava
NAFF
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á eini so stórari fiskivinnu-
framsýning, sum North
Atlantic Fish Fair, er nógv
at síggja, og hjá tær sum
tíðindamanni er ikki lætt at
velja burtur úr, hvar tú best
kanst brúka tína orku teir
dagarnar, stevnan varir. At
vitja einar 250 framsýnarar,
har fleiri enn 300 einstakir
framsýnarar eru á básun-
um, er næstan ógjørligt. Tú
kanst steðga á og spyrja teg
fyri, men tað er ógjørligt at
fregnast um alt, tú sært.
Hvør framsýnari er á sín
hátt áhugaverdur, og tú
verður snøgt sagt "bumb-
aður" við informatión.
Sos-básur
Eins og á fiskivinnufram-
sýningini í 2003, sum var á
økinum
hjá
Runavíkar
havn, hevði Sosialurin eis-
ini bás hesaferð við blað-
redaktión og tveimum blað-
monnum.
Myndamaður
okkara vitjaði eisini fram-
sýningina, tá ið stundir
vóru til tess.
Fólk stukku inn á gólvið
- av áhuga og forvitni, men
eisini tí, at tey høvdu
okkurt upp á hjarta.
Samrøður vórðu gjørdar
inni á básinum, og vit vitj-
aðu eisini dúgliga runt um í
stóru høllini.
Væl vitjað
Nú triðja altjóða fiski-
vinnuframsýningin í Føroy-
um er av, eru fyrireikararnir
væl nøgdir við undir-tøk-
una, sum stevnan hevur
fingið.
Í vavi var framsýningin á
leið tann sama, sum á
seinastu stevnuni, sum varð
hildin á økinum hjá Runa-
víkar havn, men í høllini á
Sandvíkarhjalla var rúm-
ligari, og tað hevði avgjørt
sínar stóru fyrimunir, at øll
framsýningin var undir
einum og sama taki.
At NAFF er sloppin av
við tjøldini, sum vóru part-
ur av framsýningini í 2001
og 2003, tænir øllum pørt-
um – og ikki minst tí
altjóða dámi, sum ein tílík
framsýning eigur at hava.
Einki ringt er at siga um
tjøldini, tá ið veðrið er gott,
men so skjótt tað lotar úr
hanakjafti, gerst kalt inni,
og framsýningin hevur ikki
tann hugna yvir sær, sum
ein altjóða framsýning eig-
ur at hava.
Fleiri greinar
Í komandi bløðum fara vit
at hava fleiri greinar um
fyritøkur, sum vóru við á
North Atantic Fish Fair.
Vit fara eitt nú tosa við
trolvirkið, Bergið í Hvalba,
Havsbrún
í
Fuglafirði,
Oilwind í Miðvági, Teyma-
virkið í Runavík, Tórs-
havnar Skipasmiðju og
Vónina í Fuglafirði. Eisini
fara vit at hava grein um
nýggja tekniska útgerð til
skip og bátar, sum radio-
handlar selja.
NAFF stóð sína ro
Ruskið verður kroyst saman við 10 tons stórum trýsti og
fyllir tí ógvuliga lítið í mun til vanligt burturkast
Stjórin á Føroya Fiskavirking, Meinhard Jacobsen, vitjar á
básinum hjá Havsbrún, har Bergur Poulsen tekur ímóti
Mynd: Vilmund Jacobsen