mikudagur 11. mai 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 87 - 11. mai 2005
27
Við 15 hk. motori
siglir hann 25 míl og
við einum 35 hk.
motori siglir hann
einar 45-50 míl
NAFF
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á North Atlantic Fish Fair
hevði SD-Beding í Runa-
vík, sum er virkið hjá Sørin
Svenning Danielsen, ein
nýggjan rasara, sum teir
hava bygt. Á plássinum við
inngongdina til framsýn-
ingina høvdu teir eisini
aðrar kendar bátar, sum
virkið byggir úr glastrevju.
Sørin Svenning sigur, at
hann hevur bygt hendan
rasaran sum eitt alternativ
til vatnskutaran, sum hevur
verið brúktur í Føroyum í
nøkur ár.
- Eg sá ein slíkan rasara í
Noreg. Slapp at royna hann
og fekk hugskotið at byggja
okkara egna rasara, sum
kundi nýtast til sama enda-
mál sum tann norski. Hetta
er tó ein heilt annar bátur,
sum ikki er bygdur á sama
hátt sum tann norski.
Sørin Svenning, sum
sjálvur hevur "designað"
bátin, sigur, at rasarin er
4,10 metrar langur og er
bygdur til ein persón.
Stuttleikabátur
- Vit hava roynt bátin við
einum 15 hk. motori, og tá
gongur hann 25 míl. Men
rasarin kann saktans hava
ein 35 hk. motor, og tá
vænta vit, at hann gongur
einar 45-50 míl.
Eigarin av SD-Beding
ásannar, at ein slíkur bátur
sjálvsagt skal brúkast í
besta veðri og helst á
deyðavatni.
- Hvør bátur er nú eina-
ferð egnaður til síni enda-
mál, og soleiðis er eisini
við hesum bátinum, Hetta
er burturav ein stuttleika-
bátur, sum kann verða ein
avloysari hjá vatnskutaran-
um, sigur Sørin Svenning
Danielsen.
Nýggi rasarin hjá SD-
Beding
kostar
stívliga
20.000 krónur, umframt
motorin.
oynd í høvuðsstaðnum
Lítil rasari alternativið til vatnskutaran
- Hvør bátur er nú einaferð egnaður til síni
endamál, og hetta er burturav ein stuttleika-
bátur, sum kann verða ein avloysari hjá
vatnskutaranum, sigur Sørin Svenning
Danielsen, sum eigur SD-Beding
Mynd: Vilmund Jacobsen
Teymavirkið selir ikki longur
mustad-húkar, sum Kjølbro
umboðar, men húkar, sum
verða framleiddir eystanfyri
Mynd: Vilmund Jacobsen