mikudagur 11. mai 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Teir eru partur av tí
amerikanska militert-
industriella kom-
pleksinum
BÚSKAPUR
Rolf Guttesen
Framvegis er rættiliga ró-
ligt á valutamarknaðinum.
Mánadag á middegi fekst
$1,2824 fyri eina uro.
Dollarin styrknadi fríggja-
dagin tá amerikanska hag-
stovan kunngjørdi tøl, sum
vístu hvussu nógv nýggj
arbeiðspláss vóru komin
aftrat seinasta mánaðan.
Tað bleiv til 275.000, sum
var væl meira enn væntað.
Og tað gav dollar eitt lítið
spark uppeftir.
Valið í Bretlandi fekk
pundið at falla eitt sindur.
Forkláringin var, at Blair
bleiv afturvaldur við minni
meiriluta enn seinast.
Fíggjarheimurin ynskti so-
statt ikki teir konservativu í
stjórn aftur. Áhugavert!
Amerikanski tjóðbankin,
the Federal Reserve hevur
einaferð enn hækkað rent-
una við 0,25% til 3,0%.
Men enn er tilsvarandi
europeiska rentan hjá ECB,
European
CentralBank,
bert 2,0%, og har hevur hon
ligið fast rættiliga leingi.
Kapitalismu-kritikkur
í Týsklandi
Formaðurin í týska javnað-
arflokkinum SPD, Frantz
Münthefering, kom herfyri
við einum útspæli, har hann
hevði at ávísum kapital-
bólkum og íløgufeløgum.
Formaðurin segði, at nógv
stór og globaliseraði ílegg-
ingarfeløg vóru asosial og
bert hugsaðu um pengar og
profitt, og ofta lítið ella
einki um menniskju og
arbeiðspláss. Hann saman-
bar hesar vinnulívsmenn
ella spekulantar við ong-
sprettur (grashoppur). Teir
koma sum hesi dýrini,
leggjast á eitt virki at eta og
fylla í bjølgin, og stinga so
av til nýggjar akrar, tá einki
er eftir. Eftir stendur ar-
beiðandi fólki við ongum.
Nógvir týskarar taka
undir við kritikkinum, men
vinnulívið og teir konserva-
tivu flokkarnir eru í øðini.
Ein søgumaður hevur ákært
SPD og sagt teir at vera
sum nazistarnir í 30’unum,
sum løgdu á jødarnar og
kallaðu teir fyri rottur.
Henda samanbering verður
tó av øðrum hildin at vera
heilt burturvið.
Tað týska problemið
Sagt í stuttum, er tað týska
problemið, at búskaparligi
vøksturin er lítil – seinastu
tøl siga 0,7% fyri 2005, og
arbeiðsloysið er stórt -
umleið 10%. Og so kemur
paradoksið:
ílegingarnar
eru minkaðar við 20%, men
útgjaldingarnar til vinn-
ingsbýti til partaeigarar er
hækkað við 40%, sambært
The Economist, 070505.
Týska stjórnin, sum er
samansett av SPD og grøna
flokkinum, hevur í hesi
viku lagt fram eitt uppskot
um, at minka um vinnu-
felags-skattin. Hann skal úr
25% niður í 19%. Ætlanin
við hesum uppskoti er, at
fáa týsk virkir at støðast í
Týsklandi, og ikki ’out-
sourca’ til Kina, Poland ella
onnur láglønarlond.
Münthefering hevur eis-
ini heitt á stóru multi-
nationalu vinnuvirkini um
at kunngera stjóralønirnar.
Eftirsum virkini í heilum
gremja seg um at lønirnar
(hjá arbeiðsfólkinum) í
Týsklandi eru høgar, so
kundi tað verið uppá sítt
pláss at vita hvat ið stjórar-
nir hava í inntøku.
Hvørji eru hesi
villdýrini?
Ein listi við nøvnum á
vinnufeløgum, sum SPD
heldur uppføra seg asosialt,
er komin fram, og millum
annað hevur danska Politik-
en,
070505,
kunngjørt
hann. Á listanum er ein
týskur banki, men hini eru
bretsk
og
amerikansk
íløgufeløg (equity-funds,
hedge-funds). Listin er
hesin:
Hesi nøvn siga helst ikki
lesarunum nakað serligt.
Men nógv er skrivað um
The Carlyle Group, har
fleiri kend høvd eru uppií.
Har er Gamli Bush, fyrr
forseti í USA og fyrr stjóri í
CIA.
Har er Carlucci, fyrr
verjumálaráharri og vara-
stjóri í CIA í USA .
Har er James Baker, fyrr
uttanríkismálaráðharri og
fíggjarmálaráðharri í USA,
Har er Ramos, fyrr for-
seti á Filipsoyggjunum.
Og so er eisini John
Major, fyrr Prime Minister
í Bretlandi uppi í har.
Carlyle er eitt tað størsta
íleggingarfelagið í heimin-
um, og hevur serlig áhuga-
mál í vinnugreinum sum
framleiða til rúmdarferðslu,
flogferðslu og hernaðar-
dubbing. Men alt sum kann
geva profitt hevur áhuga.
Hvat er The Carlyle
Group
Fleiri bøkur eru skrivðar
um The Carlyle Group.
Blaðmaðurin Dan Briody,
hevur skrivað: The Iron
Triangle: Inside the Secret
World
of
the
Carlyle
Group. Kenda eingilska
blaðið The Guardian hevur
ummælt hana (endurgivið
hjá
Amazon,
netbóka-
søluni), og skrivar millum
annað:
“Tað er ilt at hugsa sær
eina adressu, sum liggur
nærri hjartanum av ameri-
kanska valdinum. The Car-
lyle Group hevur skrivstovu
á Pennsylvania Avenue í
amerikanska høvuðsstað-
num Washington DC. Hon
liggur mitt millum Hvíta
Húsið og Capitol (parla-
mentið), og beint hjá liggja
FBI og fleiri stjórnar-
deildir… Firmaið hevur eitt
óváttað virði uppá 100
milliardir
kr.
Eftir
at
”kríggið móti terrorismu”
varð sett í gongd, hevur
hetta felag fingið ein
serligan leiklut. Carlyle er
vorðið depilin har træðrir-
nir millum amerikanskan
militerpolitikk í Afghan-
istan (og Irak )og tær per-
sónligu peningaognirnar
hjá teimum fínu harrunum
samlast.”
Hetta ummæli er skrivað
longu í 2001, og tá var ein
luttakari í Carlyle eisini ein
familja sum kallaðist bin
Laden.
28
Nr. 87 - 11. mai 2005
Týska SPD hugsaði um
The Carlyle Group
The Carlyle Group
USA
The Blackstone Group
USA
Saban Capital Group
USA
Goldman Sachs
USA
Kohlberg Kravis Roberts
USA
Advent International
USA
Deutsche Bank
Týskland
WCM Beteiligung & Grundbesitz
Týskland
BC Partners
Bretland
Permira
Bretland
CVC Capital Partners
Bretland
Dollars fyri Euro
1. November 2004 - 9. Mai 2005
1,26
1,28
1,3
1,32
1,34
1,36
1,38
01-nov-04
15-nov-04
29-nov-04
13-dec-04
27-dec-04
10-jan-05
24-jan-05
07-feb-05
21-feb-05
07-mar-05
21-mar-05
04-apr-05
18-apr-05
02-maj-05
RG-2005
Kelda:ECB
Gongur kurvan upp styrkist Euro:
€
Gongur hon nidur, styrkist Dollar:
$