Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mai 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 88 - 12. mai 2005 17 Í VikuskiftisSosialin- um hesaferð verður stórt innlegg um bilar. Talan er um blaðið "Bilar", sum verður umleið 40 síður við øllum tí nýggjasta innan bilar og bilvinnugreinina. Eisini eru nógvar áhugaverdar greinar í blaðnum BILBLAÐ Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Eitt av nógvu serbløðunum hjá Sosialinum er blaðið "Bilar", sum liggur inni í blaðnum komandi viku- skifti. Blaðið er sera fjølbroytt við øllum frá Formel 1 koyring til 91 ára gamla bilføraran, Axel Olsen á Toftum, sum fór til skips sum 9 ára gamal og nú vil hava nýggjan bil. Umframt allar bilnýggj- heitirnar kunnu vit t.d. lesa um eini hjún í Klaksvík, sum hava koyrt við sama bilmerki í næstan 40 ár, um hvussu t.d. svøvnur, alko- hol og møði ávirka okkum í ferðsluni og um kreppu- hjálp til bilførarar. Eisini er tilfar um nýggj- astu og mest framkomnu tøknina í nýggju bilunum. Í blaðnum er annars tilfar um bilar í øllum klassum, bæði familju- og sports- bilar. Chevrolet framgongd Koreansku Chevrolet, fyrrverandi Daewoo, høvdu eina framgongd upp á 33,6 prosent í ársins fyrsta kvartali, tilsamans 57.000 seld- ar bilar Kelda: Motor Magasinet Skoda í Kina Kekkisku Skoda bilar- nir verða eisini fram- leiddir í Kina. Kom- andi ár byrjar fram- leiðslan av Skoda Oc- tavia Kelda: Motor Magasinet Toyota í Michigan Toyota hava keypt eitt stórt grundøki í Michi- gan, USA, til eina granskingar- og menn- ingarmiðstøð. Fyrsta byggistig kostar 870 miliónir krónur, og ar- beiði verður til 400 fólk Kelda: Motor Magasinet Stórt serblað um bilar í Sosialinum við at trýsta á ein knøtt. Undir koyring má ferðin ikki vera meira enn 50 km/t, tá kalesjan verður aktiverað. Bilarnir høvdu premieru í Danmark 2. apríl 2005. Har kosta teir oman fyri tvær milliónir at keypa. Porsche 911 Carrera S Cabriolet hevur sum standard PASM (Porsche Active Suspension Managment), ið gevur koyrieginleikar í heilt nýggjum dimensiónum Kalesjan kann latast upp og aftur upp á 20 sekund við at trýsta á ein knøtt