hósdagur 12. mai 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 88 - 12. mai 2005
Nichels
nýggjur
KÍ-for-
maður
Á nevndarfundi týsdagin
gjørdi leiðslan í KÍ av, at
Nichels Lützen verður
nýggjur formaður í fel-
agnum.
Eitt formansskifti gjørd-
ist neyðugt, tá Gestur
Hovgaard um vikuskiftið
boðaði frá, at hann ikki
longur vil vera maðurin,
sum myndar KÍ, og at
hann tí tók seg úr
nevndararbeiðinum.
Sambært viðtøkunum,
so tekur næstformaðurin
við, um formanninum
berst frá, og í løtuni er
heldur ikki neyðugt at
innkalla til eykaaðalfund
við nevndarvali á skránni.
-
Viðtøkurnar
geva
nevndini heimild at taka
aðrar ábyrgdarpersónar
inn, um hetta gerst neyð-
ugt, og helst verður tað
hetta, sum verður gjørt
fyribils, sigur John Willi-
am Joensen, sum er sam-
skiftisleiðari í KÍ.
Hann sigur, at møgu-
leikin fyri eykaaðalfundi
sjálvandi eisini varð um-
røddur týskvøldið, men at
hetta í løtuni ikki er
aktuelt.
- Vit vilja í øllum førum
fyrst hava eina loysn á
karmunum kring felagið.
Her hevur nevndin í eina
tíð arbeitt við at skapa
eina tryggari legu, og
hetta
arbeiðið
verður
væntandi liðugt um fáar
vikur.
Við hesum verður helst
sipað til samráðingarnar,
sum
hava
verið
við
kommuna um yvirtøku av
KÍ-høllini. Júst, hvør
leisturin í hesum verður,
er enn ikki greitt, men
sum skilst, so eru bæði
vanligir
ognarar
og
kommunalu myndugleik-
arnir sinnaðir at finna
eina loysn á trupulleikan-
um.
-jm
Veljast skal millum tíð og tein
Klaksvíkar Róðrarfel-
ag vil hava aðalfundin
í Róðrarsambandin-
um, sum verður 2.
hvítusunnudag, at
geva loyvi til, at allir
róðrarnir á Norðoya-
stevnu í ár vera á 1000
metrum
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Tá ið Róðrarsamband Før-
oya, RSF, fer at hava aðal-
fund 2. hvítusunnudag, skal
støða takast til ynski frá
Klaksvíkar
Róðrarfelag
um, at allar kappingarnar á
Norðoyastevnuni í ár, sum
verður 4. juni, skulu vera á
túsund metrum. Tað van-
liga var, at tað á Vánni í
Klaksvík varð róð á 1000,
1500 og 2000 metrum.
Men síðani aliringar vórðu
lagdir heimi undir Kunoy-
arnesi hava 10-mannaførini
kappast á 1500 og ikki á
2000 metra teininum.
Nú vil Klaksvíkar Róðr-
arfelag hava loyvi at stytta
róðrarteinin á Norðoya-
stevnu uppaftur meiri. 8-
mannaførini og 6-manna-
førini við monnum hava
saman við 10-mannaførun-
um kappast á 1500 metrum,
men nú er ætlanin, at hesar
manningarnar eisini skulu
kappast av 1000 metra mál-
inum, sum er norðanfyri
Kósina
og
heimanfyri
Grønaból, og sum 5-manna-
førini
við
gentum
og
dreingjum og 6-mannaførini
við kvinnum hava kappast á.
Um ynskið hjá klaksvík-
ingum skal vinna frama, so
er neyðugt, at aðalfundurin
2. hvítusunnudag samtykk-
ir at broyta grein 11 í regl-
unum fyri FM í kappróðri.
Har er ásett, hvussu langir
teinarnir eru, og har stendur
eisini, at um umstøðurnar
eru soleiðis, at teinurin ikki
kann vera sum ásett, kann
hann verða styttur.
Sambært formanninum í
Róðrarsambandinum,
Hannisi Joensen, so hevur
hetta verið skilt soleiðis, at
róð hevur verið á so long-
um teinum, sum tað hevur
borið til. Í t. d. Havnini,
Miðvági, Vági og Vest-
manna ber tað ikki til at
rógva longri enn á túsund
metrum, og í einstøku før-
unum hevur tað verið upp
til høvuðsdómaran at gera
av, um hann hevur hildið
tað orsaka av veðri verið ov
ófantaligt at kappast á 2000
metrum.
- Uppskotið frá klaksvík-
ingum hevur verið viðgjørt
í nevndini. Har er hugburð-
urin tann, at tað skal vera
upp til tey, sum kappast, at
gera spurningin av, og nú
hava tey frá fyrireikarunum
í Klaksvík fingið útgrein-
ing av, hví tey vilja sleppa
at royna bara at kappast á
1000 metrum.
Í áheitanini til RSF siga
klaksvíkingar, at teirra fatan
er, at teir flestu, sum kappast
á longru teinunum, fegnir
vilja halda fram við hesum.
RSF
formaðurin
hevur
eisini ta fatan, at flestu
rógvararnir vilja kappast á
so longum teinum, sum tað
ber til, og at harmast var um
tað, tá ið tað var neyðugt at
stytta teinin hjá 10-manna-
førunum á Norðoyastevnu
úr 2000 og niður í 1500
metrar.
Skal ganga skjótari
fyri seg
Í viðmerkingunum til áheit-
anina, sum er send aðal-
fundinum í RSF, siga tey í
Klaksvíkar Róðrarfelag, at
tað hjá teimum er ynskiligt,
at
kappingarnar
verða
skjótari avgreiddar, enn tær
hava verið seinnu árini. Tey
hava gjøgnumgingið róður-
in á Norðoyastevnu í fjør,
og hóast samlaða kapping-
artíðin var longri enn
tríggjar tímar, so siga tey í
Klaksvík seg ikki kunna
seta fingurin á nakað, sum
tók longri tíð, enn tað kundi
gera.
Hóast Róðrarsambandið
eigur tveir fastar startir, so
er tað, sum fer við mest tíð,
at flyta fasta startin av 1000
metra málinum og út á
1500 metra málið. Umstøð-
urnar á vánni í Klaksvík
eru soleiðis, at tað er neyð-
ugt at spenna startin fastan
í eystara landið. Teinurin
frá bátinum, sum heldur
fasta startinum á 1500
metra málinum, og inn á
land er einar 700 metrar. Tí
er neyðugt eisini at nýta
søkk, og tað hevur víst seg
at vera ein trupulleiki, tá ið
veðrið ikki er til vildar.
Klaksvíkingar vísa á, at
Norðoyastevnan er tíðliga á
árinum, og at tað kann
roknast við møguleikanum
fyri ólagaligum líkindum
síðst í mai og fyrst í juni. Tí
kunnu trupulleikar stinga
seg upp, sum teir ikki
høvdu í fjør, tá ið líkindini
vóru avbera góð, og tað
kann bera við sær, at róðr-
artíðin verður uppaftur
longri. Tað halda tey ikki er
nøktandi - hvørki fyri rógv-
arar ella áskoðarar - og tí
vilja tey gera roynd, har tað
bara verður kappast á 1000
metrum. So ætla teir í eftir-
meting at gera av, um tað í
framtíðini bara skal verða
kappast á 1000 metrum á
Norðoyastevnu, ella um teir
skulu fara aftur á 1500
metrar.
Fáa klaksvíkingar sín vilja, verður kappróðurin á norðoyastevnu bert á 1000 metra málinum
Hvalbingar fara í
vikuskiftinum á legu í
Nesvík, og tí verður
toppdysturin móti
B68 á Toftum og ikki í
Hvalba
2. DEILD
Jóannes Hansen
Eftir tvey tey fyrstu umfør-
ini eru tað tvey feløg, sum
hava fingið fult stigatal.
Tey eru Royn og B68.
Toftamenn hava vunnið
móti B36 og HB, og Royn
hevur vunnið móti FSV04
og B36.
Sambært skipanini skulu
Royn og B68 takast í
Hvalba
hvítusunnuaftan
ella nú leygardagin. Men
nú er hetta broytt, soleiðis
at tað í staðin fyri í Hvalba
fer at verða spælt á Toftum.
Dysturin millum B68 og
Royn í 13. umfari, sum
sambært skipanini skal
vera á Toftum 27. august,
verður í staðin spældur í
Hvalba.
Tað eru hvalbingar, sum
hava biðið um, at tað verður
býtt um upp á dystirnar.
Orsøkin er tann, at tað á
hvítusunnu verður Hvalbiar
lega, sum tað verður nevnt,
í leguhúsinum í Nesvík. Tí
hava hvalbingar hildið, at
tað hevði verið ólagaligt,
um toppdystur í 2. deild
skuldi verið í Hvalba hvítu-
sunnuaftan.
Nú
verður
dysturin á Toftum, og so
verður tað ivaleyst soleiðis,
at hvalbingar fara mann-
sterkir úr Nesvík og á
Svangaskarð at taka á við
sínum monnum.
Bestu liðini hjá B68 og
Royn hava ikki spælt lands-
kappingardyst ímóti hvørj-
um øðrum síðani í 1980, tá
ið B68 vann 2. deild og frá
1981 og inntil í fjør var í
bestu deildini.
Toppdysturin verður á Toftum