hósdagur 12. mai 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Borðtennislandsliðið
til Oyggjaleikirnar er
nú úttikið. Millum
leikararnir er Thomas
Rasmussen, sum hig-
artil hevur verið eitt
púrasta óskrivað blað
í føroyskum borð-
tennishøpi
BORÐTENNIS
Jákup Mørk
Uttan at forsmáa nakran av
heimligu føroysku borð-
tennisleikarunum, so ber
helst til at staðfesta, at tá
tosast skal um heiðurs-
merkjavónir á Oyggjaleik-
um, so hevur nógv hvílt á
herunum hjá Kjartani Eli
Hentze. Kjartan Eli er bú-
sitandi í Danmark, men
ættarbondini
eru
hálv-
føroysk, og tí hevur borið
til hjá honum at umboða
Føroyar á leikunum.
Tað hevur millum annað
borið heiðursmerki við sær
í bæði ein- og tvímansleiki,
og útlitini fyri hesum eru
neyvan verri hesaferð. Tað
er nevnliga so, at umframt
Kjartan Eli verður eisini ein
annar leikari úr donskum
borðtennishøpi á føroyska
liðnum hesaferð. Talan er
um 22 ára gamla Thomas
Rasmussen, ið eins og
Kjartan Eli hevur føroyska
mammu. Nakrar mánaðir
av barnaárunum búi Thom-
as eisini í Føroyum, men
síðani hevur tað verið í
Danmark, at hann hevur
búleikast. Í borðtennishøpi
spælir hann dagliga eina
deild omanfyri Kjartan Eli,
so venjingar- og dystarstøði
skuldi á pappírinum verið í
minsta lagi eins gott.
Stórur styrkur á
liðnum
Tað er danski venjarin hjá
føroyska liðnum, Preben
Larsen, sum hevur fingið
samband við Thomas. Und-
an hesum var tað als eingin
í føroyska borðtennisheim-
inum, sum visti av leikaran-
um, ið heilt víst fer at
styrkja um føroyska liðið.
- Vit royna í løtuni at seta
nakað av yngri leikarum
við í føroyskum borðtennis,
og tí verið eg millum annað
ikki við sum leikari, sigur
ein av veteranunum í før-
oyskum borðtennis, Petur
Niclasen.
- Hinvegin hava vit nú
eisini tveir sterkar mans á
harrasíðuni, og tað kann
væl viðføra, at vit koma at
standa okkum munandi
betri í liðkappingini. Her
hevur stóri trupulleikin hjá
okkum verið, at næsta
harra-singlan ikki hevur
verið nóg sterk. Tann trup-
ulleikin skuldi í øllum før-
um verið loystur nú, sam-
stundis sum vit so eisini
hava eina sterka double,
sigur Petur.
Petur heldur, at styrkurin
hjá liðnum kann hava við
sær, at Føroyar væl kunnu
røkka einum hálvfinalu-
plássi í liðkappingini, har
vit í fjør endaðu á einum
sætta plássi.
Afturat sær koma Kjartan
Eli og Thomas at hava
Ragnar Egilsson, og so
verða tær báðar, Maria í
Dali og Susia Midjord.
Nýggjur landsliðsleikari
Nr. 88 • hósdagur • 12. mai 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Føroyska liðið á Hetlandi
Kjartan Eli Hentze, 32 ár, spælir í 3 deild í Greve
Bordtennisklub - hevur verið við síðani 1997, og hevur
vunnið Føroyum fleiri heiðursmerki: Silvur í
einmansleiki í 1997. Bronsu í einmansleiki í 2001 og
2003. Bronsu í tvímansleiki í 1999 og 2001. Væntast at
spæla 2. singlu á leikunum.
Ragnar Egilsson, 16 ár, spælir í TÓR -
Borðtennissambandið fylgir tí, ið hevur verið gjørt til
seinastu tveir oyggjaleikirnar - og tað er at senda ein av
góðu ungu mannligu leikarunum við til Oyl. Ragnar var
við fyrstu ferð í 2003. Væntast at spæla 3. singlu á
leikunum.
Thomas Rasmussen, 22 ár, spælir í 2. deild fyri Køge,
har landsliðsvenjarin Preben Larsen hevur fingið
samband við hann. Mamman er úr Leirvík. Thomas er
ein ungur og sterkur leikari, sum er brýndur í donsku
kappingini. Tryggur leikari, ger fá mistøk undir trýsti.
Væntast at spæla 1. singlu á leikunum.
Marin í Dali, spælir í TBF - hevur hóast bert 16 ára
gomul vunnið kvinnudeildina nakrar ferðir. Gjørt stór
framstig síðani seinastu oyggjaleikir, har hon eisini var
við. Væntast at spæla 1. singlu á leikunum.
Susie Midjord, 15 ár, spælir í TBF - vann í ár
kvinnudeildina frammanfyri Marin. Væntast at spæla 2.
singlu á leikunum.
Bestu føroysku úrslitini
Liðkapping: Sivlur á Álandi í 1991. Birgir Carlsson,
Dagbjarti Hammer, Peter Niclasen, Onnu Petersen og
Rannvá Magnussen. Bronsa í Føroyum 1989.
Einstaklingar, menn: Silvur á Jersey í 1997, Kjartan
Eli Hentze
Tvímansleikur, menn: Silvur á Álandi 1991,
Dagbjartur Hammer og Birgir Carlsson. Bronsa á Isle of
Wight í 1993, Eyðun Luid og Birgir Carlsson. Bronsa á
Gotlandi í 1999, Hans Hammer og Kjartan Eli Hentze.
Bronsa á Isle of Man í 2001, Kjartan Eli Hentze og
Petur Niclasen.
FAKTA
Stóri trupulleikin í liðkappingini hevur verið, at onnur-
singlan á harrasíðuni hevur verið ov veik, men soleiðis verður
neyvan á Hetlandi
Kjartan Eli Hentze
Ragnar Egilsson
Thomas Rasmussen
Marin í Dali
Susie Midjord