Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 89 - 13. mai 2005 Tveir av teimum trimum bólkunum, sum í løtuni stríðast um ovastu rók á 15 teimum bestu, fara á pall saman á Tvøroyri fríggjakvøldið. 200 og Makrel hava seinastu vikurnar fingið støðu, sum fólkakærir. Við fjepparafjøld, sum telir ung sum gomul, hava teir lagt Føroyar fyri sínar føtur. Fríggja- kvøldið fáa suðuroyð- ingar høvið at hoyra løg, sum Musclemanblað og Forever and Beyond. 200 og Makrel í TB-Húsinum Sambært G! fyrireikar- unum hevur sølan av at- gongumerkjum til G!- festivalin gingið avbera væl. Fyrstu vikurnar eru atgongumerkini seld fyri bíligari penga, og áhugin hevur verið stórur. Ser- liga er tað í Havnini, at sølan hevur gingið væl. Hóast ætlanin er at lata 5000 fólk inn á festivaløkið hvønn dag- in, verða einans helvtin, ella 2500 atgongumerki seld í forsølu. Hetta er fyri at tryggja sær, at festivalurin kann flytast inn um veðrið ikki er til vildar. Við forsøluni, sum er tvífalda samanborið við í fjør, í huga, meta fyri- reikarnir, at tey fara at selja øll 2500 atgongu- merkini í forsølu. Eisini meta teir góðan møgu- leika vera fyri, at fáa 5000 vitjandi hvønn dagin. Partrolararnir Jaspis og Ametyst skulu ætl- andi hava kryvji- maskinu umborð. Reiðarin ætlar, at manningarpartarnir skulu gjalda kostn- aðin av íløguni. Men tað er i stríð við galdandi sáttmála FISKIVINNA Edvard Joensen Jaspis og Ametyst skulu hava kryvjimaskinur. Ta íløguna ætlar reiðarin, at manningin skal gjalda. Men tað vil manningin ikki, tí ætlanin hjá reiðaran- um stríðir í móti sáttmálan- um millum Fiskimanna- felagið og Reiðarafelagið. Við Jaspis og Ametyst eru tríggjar manningar, sum skiftast um at vera umborð, soleiðis at altíð ein manning hevur frítúr. Kortini verður samlaða avrokningin býtt til allar. Eisini teir, sum eru í landi. Seks mans eru við hvørjum skipi. Tað vil siga, at 18 partar eru at býta til. Nú vil reiðarin, Jónsvein Knudsen hava, at tær ætl- aðu kryvjimaskinurnar, sum skulu lætta manningini nakað um arbeiðið umborð, skulu gjaldast av mann- ingini soleiðis, at hann í staðin fyri at býta til seks mans á hvørji manning, býtir ein hálvan part aft- urat. Tað vil siga, at í staðin fyri 18 skal eftir reiðarans ætlan býtast í 19,5 partar. Manningarparturin lá í fjør einastaðni upp móti 300.000,- krónum. Kryvji- maskinan kostar einar 400.000,- krónur umframt tær broytingar sum skulu gerast á dekkinum, alt eftir hvussu hon verður sett. Tað vil siga, hvussu long flutn- ingsbond, slangur o.t. skulu vera. Men alt í alt verður mett, at eftir tveimum árum verð- ur roknað við, at reiðarin hevur vunnið hesa íløguna innaftur. Tað vil siga, at manningarpartarnir hava goldið hana. Men nú er tað bara tað, at hetta er ikki loyvt sambært sáttmálanum hjá fiski- monnum. Har stendur greitt, at 27 prosent skulu býtast til manningina. Og fer hálvur annar partur burtur av til maskinur, eru ikki 27 prosent til mann- ingina. Men so kann reiðarin gera tað, at hann koyrir ein mann umborð afturat. Og tað hevur hann loyvi til sambært sáttmálanum. So verða 21 mans at býta til heldur enn 18. Men tað hjálpir væl einki honum, heldur lesarin kanska. Jú, tað ger tað á tann hátt, at yvirmanna- partarnir verða smærri. Skiparin fær tveir partar. Eykaparturin er størri, tá býtt verður til seks mans, enn tá býtt verður til sjey. Og tann munin vinnur reið- arin so innaftur at gjalda hesa góðu kryvjimaskinu við. So tað, sum manningini á Jaspis og Ametyst í veru- leikanum stendur í boði, er at gjalda hálvan part, ella missa ein heilan til reið- aran. Hetta er greitt brot á tað prinsipp, at tað ikki er manningin, sum skal gjalda fyri íløgur, sum gjørdar verða umborð á skipunum. Reiðarin, Jónsvein Knud- sen, vil ikki gera nakra við- merking til hatta málið beint nú, sigur hann. Kostnaðurin leggjast á manningina G! gongur væl ROKNSKAPUR tíðindaskriv Flúgvingin uttanfyri Føroyar tryggjaði At- lantic Airways fram- gongd í fjør. Umsetn- ingurin vaks við 35 milliónum úr 199 uppí 234 milliónir krónur. Størsti parturin av vøkstrinum stavar frá flúgving í útlondum, og vaks útflutningsvirðið úr 48 milliónum til slakar 74 milliónir krónur. Hetta svarar til, at um- leið ein triðingur av inntøkuni hjá felagnum, kemur úr útlondum. Endaliga úrslitið aft- aná skatt var í fjør 14.171.174 krónur móti 9,7 milliónum árið fyri. Hetta er besta úrslit fe- lagið hevur rokkið hig- artil, og eginognin er nú stívar 126 milliónir krónur. Aðalfundur í Atlantic Airways verður síðst í mei mánaði. Metár hjá Atlantic