Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Leygarkvøldið vann før- oyski tónleikarin Terji Messell eina tónleikakapp- ing í Danmark. Kappingin kallaðist Band Battle og var hildin í Aalborg. Í bólkinum »Årets Nordjydske Singer/ song- writer« gjørdist Terji Messell vinnari. Tað vóru DMF (Dansk Musiker For- bund) og spælistaðið Skrå- en í Aalborg, sum skipaðu fyri kappingini. Terji Messell, sum seinnu árini hevur búð í Danmark og virkað sum tónleikari har, vann 5000 krónur og onkrar konsertframførslur. Harafturat fær hann nógva umtalu av kappingini. Nr. 89 - 13. mai 2005 3 Nýggj nevnd Føroya Astma/Aller- gifelag hevði aðalfund 2. apríl. Á hesum var sjálvandi nevndarval á skránni, og hevur nevndin nú skipað seg soleiðis: Evy Daniel- sen er formaður, Bo- zenu Rasmussen eru næstformaður og skrivari, Elisabeth Ziska Jacobsen er kassameistari. Tiltaks- limir eru Maria Jacob- sen og Brita Durhuus. -jm Klaver, kontrabassur og kórið Kurpalið fara at seta dám á guðstænasuta 1. hvítusunnudag kl. 14:00. GUDSTÆNASTA Tíðindaskriv Hvítusunnudagur er jú føðingardagur kirkjunnar, og soleiðis eisini ein av stórstu veitsludøgunum í kirkjuárinum. Í hesum sambandi vitja Stamen Stanchew og Agnar Lam- hauge enn einaferð kirkj- una og spæla præ- og post- ludium við íblástri úr goml- um føroyskum sálmatón- um; og Leif Hansen, ið er tónleikalesandi og reglu- ligur avloysari sum organ- istur hjá donsku meinig- heitini í Samuelskirkjuni, stjórnar kórinum Kurpalið, ið savnast tá høvi býst. Bergur Jacobsen prædikar. Føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn verður 80 ár í heyst, og hevur síðandi miðskeiðis í sjeytiarunum savnast í Samuelskirkjuni. Áður hevur kirkjuliðið, til dømis, savnast í Abel Katrinu kirkjuni, ið ikki longur finnst, í Mariu Kirkjuni og í Vartov kirkju; og síðani Peter Andrew Petersen fekk lønt starv sum prestur hjá kirkuliðin- um, í Samuelskirkjuni, Thorsgade 65 á Nørrebro. Frammanundan honum vóru tað prósturin og prest- arnir Gudmund Bruun, Emil Joensen og Jóhan Nielsen, ið tóku sær av føroysku guðstænastunum í Keypmannahavn. Fysisku karmanir fyri ar- beiðinum í Samuelskirkj- uni eru av teimum allar- bestu, og eru ein góð av- bjóðing til ungar føroyingar sum flyta til Keypmanna- havnar og ynskja at menna støðuna hjá føroysku kirkj- uni her á landi og í Føroy- um. Lesandi føryingar hava, sum er, sera áhuga- verd kjakkvøld í kirkjuni triðja fríggjakvøld í mán- anum, har aktuel átrúnarlig og samfelagslig viðurskifti verða viðgjørd. Aftaná allar guðstænast- urnar er høvi til at savnast um ein drekkamunn, og at fáa prát við landsmenn og kvinnur. Og í kryptini (kirkjukjallaranum) er tað sum at koma heim, siga mong, tí kend føroysk list, hjá Amariel Norðoy prýðir veggirnar. Onnur bókin, í ævisøguni um Kaj Johannesen úr Hvannasundi, verð- ur nú skrivað, og kemur, um alt gongur eftir vild, út í heyst. Hon fer serliga at snúgva seg um krígsárini við Skálabergi og Nærabergi. Tíðina umborð á Dragabergi, Sjúrðarbergi og týska Skálabergi. Í hesum sambandi sóknast høv- undurin eftir myndum frá æviskeiði hansara. Í fyrstu atløgu hava allar myndir, sum hava nakað við virki og lív hansara áhuga. Tað verið seg myndir umborð á skipi, ikki bara myndir av Kaj, men eisini av lív- inum umborð. Myndir av monnum, sum sigldu við Kaj hava áhuga og eisini myndir umborð á trolarum, sum brøður hansara førdu. Eg havi eisini áhuga fyri myndum tiknum umborð á øðrum trolarum, av før- oyskum trolarum undir fiskiskapi. Gerandismyndir av arbeiðsgevar- anum hjá Kaj, J. F. Kjølbro, hava stóran áhuga. Liggja tit inni við slíkum myndum, so hevði eg verið ógvuliga fegin, um tit settu tykkum í samband við meg. Forlagið Hellurnar v/Jústinus Leivsson Eidesgaard Ovaragøta 1 · 188 Hoyvík Tel. 22 31 43 · justinus@post.olivant.fo Myndir til ævisøguna um Kaj vinarliga Jústinus Leivsson Eidesgaard, rithøvundur Lagaligar løtur vóru ikki nógvar hjá einum manni sum var mynstraður yvir 300 dagar um árið í eitt 15 ára skeið frá 1958 til 1964. Her er ein mynd á trolaradekki og ein á ferð uttanlands saman við konuni. Flogvøllurin · FO-380 Sørvágur Tel 34 10 60 · Faks 34 10 01 · tyrlan@atlantic.fo Nútímans tónar í Samuelskirkjuni Messell vann Band Battle Terji Messell á pallinum á Skråen í Aalborg um vikuskiftið