fríggjadagur 13. mai 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 89 - 13. mai 2005
Tveir týskir tíðinda-
menn vilja hava
samband við føroy-
ingar, sum m.a. hava
merkt til sviðan av
fíggjargøluni í týska
felagnum Phoenix
BLAÐARBEIÐI
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Hvat hava dreingjafótbóltur
og gølan um týska íløgu-
felagið Phoenix við hvørt
annað at gera?
Ikki so nógv, halda
mong. Men hjá tveimum
týskum
tíðindamonnum,
sum í hesum døgum vitja í
Føroyum, hava hesi bæði
málini nógv at siga.
Teir arbeiða sum free-
lansarar, men hava sett sær
fyri at hitta fótbóltshugaðar
føroyingar við áhuga fyri
týskum fótbólti, eins og
føroyingar sum eru raktir
av gøluni í týska íløgufe-
lagnum.
Í fyrra førinum er enda-
málið at skriva fleiri grein-
ar í samband við heims-
meistarakappingina í fót-
bólti í Týsklandi komandi
ár. Í seinna førinum er ætl-
anin at finna fram til
arbeiðsháttin, sum Phoenix
hevði fyri at útvega sær
kundar í Føroyum, Týsk-
landi og í mongum øðrum
londum.
Teir ætla sær sjálvir at fáa
fatur á fólki, men hinvegin
so hava fólk eisini møgu-
leika at hitta hesar týsku
tíðindamenninar,
Bernd
Hauser og Rainer Nübel á
máli.
Teir komu til Føroyar
mikudagin og steðga til
sunnudagin. At tosa við teir
átti at ligið væl fyri, tí
annar teirra, Bernd tosar
nevniliga flótandi danskt.
Fótbóltur á týskum
Tá talan er um heimsmeist-
arakappingina í fótbólti, so
eru týskir fjølmiðlar svang-
ir eftir fótbóltssøgum sum
eru tiknar úr øðrum lond-
um.
Hesa svongdina ætla teir
báðir sær at vera við til at
metta, og eru tí komnir til
Føroyar at hitta bæði yngri
og eldri føroyingar.
Teir ivast onga løtu í, at
nógvir føroyingar vita nógv
um týskan fótbólt, - ikki
minst eftir at føroyska
landsliðið fekk so heiðurlig
úrslit móti teimum kendu
týsku stjørnunum í 2002 og
í 2003.
Ein høvuðsspurningur á
hesi ferðini er, um tað eldra
fólkið kennir nakrar av
týsku stjørnunum frá sjeyti-
árunum, sum t.d. Franz
Beckenbauer, Gerd Müller,
Paul Breitner og allar hinar.
Hinvegin so ætla teir sær
eisini at fáa prát og myndir
frá ungum dreingjum, sum
venja fótbólt á ymiskum
støðum.
Slíkar søgur eru jú ikki
vanligar í týskum, eins væl
og í føroyskum fjølmiðlum.
Og tí er ikki óhugsandi at
teir fáa ymiskar áhugaverd-
ar vinklar á hesar søgurnar.
Phoenix-gølan
rakar mong
Eitt heilt annað mál, og við
einum meiri syrgiligum
tóna, er fíggjargølan í týska
íleggjarafelagnum Phoenix.
Hetta felagið fór so rúk-
andi á heysin eftir at tað
kom fram, at ein stórur
partur av teimum 800 mió.
EURO snøgt sagt vóru
horvnar úr felagnum.
Fleiri føroyingar hava
eisini mist nógvan pening
orsakað av hesum. Og tað
eru hesar, sum týsku blað-
menninir ætla sær at tosa
við.
- Tit eru jú eitt lítið sam-
felag, og tí kann eitt slíkt
tap hava stóra ávirkan á
nógv fólk, siga teir báðir,
Bernd og Rainer.
Teir leggja tó stóran dent
á, at alt verður gjørt við
dulnevni. Men ynski teirra
er at fáa greiðu á, hvussu
hetta felagið hevur arbeitt
við at fáa føroyskan kapital
í felagið.
Vilja hitta offur eftir Phoenix-gøluna
Samband á donskum
Teir báðir týsku tíðindamenninir vilja fegnir hava
fatur á føroyingum, sum hava merkt sviðan av
Phoenix-gøluni.
Teir komu mikudagin og verða her til sunnudagin.
Samband við teir kann fáast við at ringja til Bernd
Hauser, sum skilir danskt. Hann hevur eitt týskt
nummar - 00491701835226. Tilber at ringja til hann,
og síðani kann hann ringja aftur til viðkomandi.
Hava fólk heldur hug at senda teldupost, kann tað
gerast á donskum til hauser.bernd@web.de
Týsku tíðindamenninir Bernd Hauser (hm.), og sum skilir danskt, og Rainer Nübel ivlja hava
fatur á føroyingum, sum vita um týskan fótbólt og kenna sviðan av týskari fíggjargølu