fríggjadagur 13. mai 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 13. mai 2005
5
Virksemið á flaka-
virkinum NORÐFRA
er treytað av rávør-
uni, eins og tað er hjá
øllum øðrum virkj-
um. Hetta forðar tó
ikki fyri, at arbeiðs-
fólkini trívast sera
væl á virkinum. – Alt
er bara super her,
sigur eitt teirra,
Sigrun Sivertsen úr
Hvannasundi
FLAKAVIRKI
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Norðdepil: Turt er í veðr-
inum her í Norðdepli. Turt
er á økinum uttan fyri
flakavirkið. Og innandura
eru bæði maskinurnar og
gólvini turr.
Líkt er til, at á NORÐ-
FRA er ikki nógv arbeiði í
dag. Eingin maskina hoyr-
ist koyra, og sum heild er
lítið sum bendir á nakað
serligt virksemi.
Nú kemur ein trukkur
koyrandi út úr virkinum.
Ein maður situr í, og vit
steðga honum fyri at spyrja
hann, um nakað arbeiði er.
Hann vísir til stjóran,
Jógvan Høj, sum hann sá
fara niðan á skrivstovuna
fyri lítlari løtu síðani.
- Farið tit bara niðan. Tað
er handa hurðin. So fáa tit
kanska
ein
kaffimunn
eisini, sigur hann.
Á skrivstovuni hitta vit
fyrst Jógvan Høj, men vit
vildu eisini hitta okkurt av
arbeiðsfólkunum fyri at
vita, hvussu teimum dámar
arbeiðið á virkinum.
Hóast ikki nógv arbeiði
er á virkinum í dag, so eru
kortini nøkur fá fólk til
arbeiðis.
- Farið bara inn á virkið.
Har eru nakrir mans og
nakrar kvinnur til arbeiðis,
sigur stjórin.
Vit so gera, og úrslitið er
henda samrøðan við tær
báðar
flakakvinnurnar
Sonja Johannesen úr Norð-
depli og Sigrun Sivertsen
úr Hvannasundi.
Spenna seg út
Á vinnusíðum okkara sein-
asta mikudag høvdu vit
samrøðu við stjóran á virk-
inum, Jógvan Høj.
Har greiddi hann frá
nøkrum av tí, sum virkið
arbeiddi við, eins og nøkr-
um av tí, sum virkið hevði
at stríðast við ella ímóti.
Eitt av hesum var til-
gongdin av rávøru. Uttan
rávøru, ber heldur ikki til
hjá NORÐFRA at hava
virkið opið í longri tíðar-
skeið.
Hetta ávirkar somuleiðis
tíðina, sum arbeiðsfólkið er
til arbeiðis. Og hetta ávirk-
ar tí eisini úrtøkuna, sum
fólkið fær burtur úr hesum.
Tá so endiliga arbeiði er,
royna tey av øllum alvi at
spenna seg út og gera sítt
ítarsta til at tað eisini verð-
ur arbeiði til teirra í fram-
tíðini.
Pakka eplir
Henda fríggjadagin fyri júst
tveimum vikum síðani, tá
vit vitjaðu í Norðdepli, var
ikki nógv fólk til arbeiðis.
Tá mest er at gera, kunnu
tey vera heilt upp í 45 fólk,
men tá minni er at gera, eru
tey munandi færri.
Seinnapartin
henda
fríggjadagin, hin 29. apríl
vóru tey einans átta fólk til
arbeiðis.
Nærhendis høvuðsinn-
koyringini til virkið ar-
beiddu nakrir mans við at
reinsa og spula gólv og
annað.
Men inni á sjálvum virk-
inum var ikki nógv ljóð at
hoyra, hóast vit fingu at
vita, at tvær konur vóru til
arbeiðis her - tær báðar
Sonja og Sigrun.
Vit fáa tó leiðbeiningar
um, at inni í einu høllini har
til vinstru, eru tær til ar-
beiðis. Og rætt er – har eru
tær báðar.
Tær standa við eina vekt,
har tær viga eplaskivir, sum
skulu koyrast í ein posa.
– Hvat vit gera? Jú, vit
pakka eplir sum skulu
brúkast til fiskasuppuna,
søgdu tær báðar við ein
munn.
Góð suppa
Ein av framleiðslunum,
sum hevur gjørt NORÐ-
FRA so kent millum manna
her á landi er júst henda
fiskasuppan.
Við í hesari fiskasuppuni
er alt tilhoyr, sum ger at
henda suppan er so væl-
smakkandi.
Her finnur ein fisk sjálv-
andi, gularøtur, leyk og
kryddarí’ir, - alt pakkað í
ein sera snøggan og hósk-
andi pakka.
Við í pakkanum fylgir
eisini ein leiðbeining um
tilgerðina av hesi fiska-
suppuni, sum er roknað til
seks verðar.
Men uttan epli er henda
suppan ikki hin sama. Og
tað vóru júst hesi, sum tær
báðar ídnu flakakvinnurnar
pakkaðu í rættari nøgd nið-
ur í ein lítlan posa.
Fyrsta klassa
Eitt er so tað, at tær eru við
at framleiða hesa suppuna.
Men hvussu er tað - hava
tær sjálvar roynt hesa supp-
una?
– Jú, tað hava vit. Og hon
smakkar virkiliga væl.
– Hon er simpelthen
fyrsta klassa, siga Sonja og
Sigrun.
Tær hava ikki ordiliga tíð
at práta við blaðfólkini í
dag, tí at tær eru til ar-
beiðis. Og tá ein er til ar-
beiðis, so eigur ein ikki at
lata seg órógva av fólki frá
tíðindatænastuni.
Gott samanhald
Tað skilst beinanvegin, at
tær báðar dáma væl arbeið-
ið á virkinum.
Sigrun sigur sjálv, at hon
hevur verið á virkinum
síðani Jógvan Høj gjørdist
stjóri. Tað við so aftur siga,
at hon hevur verið her í
samfull átta ár.
Eitt er so arbeiðið, men
tað persónliga umhvørvið
hevur eisini nógv at siga.
– Hetta er eitt doyligt ar-
beiðspláss. Vit hava eitt
sera gott samanhald, og alt
hetta ger, at tað er sera gott
at arbeiða her.
– Alt er bara super her,
sigur Sigrun.
Heldigar
Tað
góða
samanhaldið
millum arbeiðsfólkið skal
sjálvandi eisini síggjast í
ljósinum av, at tey ikki eru
so nógv í tali. Tí kenna øll
hvønn annan.
Ein góðan dag eru tey
sum nevnt 45 í tali, men
henda dagin, vit vitjaðu á
virkinum, vóru bara tær
báðar og seks onnur fólk til
arbeiðis.
– Tá vit ikki eru so nógv
fólk, so riggar alt betri.
– Júst í dag er ikki so
nógv arbeiði. So vit báðar
hava bara verið heldigar at
sleppa til arbeiðis í dag,
siga tær báðar.
– Hetta er eitt doyligt arbeiðspláss
Tær báðar, Sigrun Sivertsen (vm.) og Sonja Johannesen pakka eplaskivir til vældámdu fiskasuppuna. – Hon smakkar sera væl, siga tær báðar
Mynd: Bárður