Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 89 - 13. mai 2005 – Í dag er spælið hjá børnunum ofta rættiliga bundið. Tey hava reglur at laga seg eftir, áðrenn spælið fer í gongd. Vit royna hinvegin at skapa ein leik, har børnini eru við, og har børnini avgera leikgongdina, sigur Dánjal á Neysta- bø, sum er ein av leik- arunum í bólkinum »Ævintýrferðin« ÆVINTÝRFERÐIN Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Aftur í ár fáa barnagarðar og frítíðarskúlar í Føroyum høvi at fáa vitjan av øðrvísi sjón– og tónleikarum, sum vilja bjóða børnunum eina góða uppliving við sjón- leiki og tónleiki. Bólkurin Ævintýrferðin ferðaðist landið runt í fjør og framførdi á 26 barna- gørðum, umborð á Norrønu og á Ólavsøku. Tilsamans var talan um einar 40 sýn- ingar, sum allar vóru sera væl móttiknar. Fáa børnini við – Talan er ikki um ein vanligan leik, har børnini sita passiv og móttaka. Vit vilja fáa tey aktivt við í leikin, soleiðis, at tey eisini eru við at avgera hvat skal henda, sigur Dánjal á Neystabø. Leikurin hevur eina grundhandling ella ein reyðan tráð, ið er tann sami til hvørja sýning. Við í leik- inum eru ein spælimaður, ein klóvnur og ein ganda- kallur. Tónleikur og ljóð- føri spæla eisini ein týðandi leiklut. Inn í leikin eru so bygdir ymiskir trupulleikar, sum børnini mugu hjálpa leikarunum við at loysa. Einki uppskot frá børnun- um verður forkastað ella skýrt at vera býtt. Alt verð- ur tikið til eftirtektar. – Í fjør var ein av trupul- leikunum m.a., at klóvnurin frysti. Og so spurdu vit børnini um ráð. Hvat hildu tey kundi gerast, fyri at fáa klóvnin at vakna aftur. Ein drongur rópti, at vit kundu knalla gittaran í høvdið á klóvninum. Hóast tað upp- skotið kann tykjast komiskt og ógjørligt, so vóru vit noydd at taka tað til eftirtektar. Tað endaði tó við, at børnini sjálvi hildu tað vera ov farligt, tí klóvn- urin kanska kundi fáa ilt av at fáa ein gittara knallaðan í høvdið, greiðir Dánjal frá. Ein annar trupulleiki var, at gandakallurin brádliga ikki dugdi at ganda. Og so máttu børnini aftur koma við hugskotum til, hvussu tað málið skuldi loysast. – Børn hava so ótrúliga góðan fantasi og tey eru spontan. Tað fyrsta, sum fellur teimum inn, er eisini tað, tey siga. Einki verður ballað inn, og hini børnini halda heldur ikki, at nakað uppskot er býtt ella langt úti. Tá tey fáa høvi at nýta hugaheimin, so gera tey tað eisini, staðfestir Dánjal. Men stórur dentur verður lagdur á, at leikararnir ikki flenna at børnunum, óan- sæð hvussu stuttlig ella løg- in hugskotini eru, sum tey koma við. – Vit flenna ofta undir framførðslunum, tí tað er stuttligt at síggja hvussu børn hugsa og hvussu teirra logikkur er. Men vit flenna við teimum og ongantíð at teimum, slær Dánjal fast. Fantasi spøl Hugskotið til hetta slagið av leiki fekk Dánjal fyri umleið einum ári síðani, á skúlanum, sum hann gong- ur á í Svøríki. – Vit gjørdu eina líknandi verkætlan, har vit fóru út á barnagarðar og frítíðar- skúlar og spældu fyri børn- unum. Tá vistu vit ikki hvussu tað fór at fungera, men tað gekk faktiskt betur enn vit tordu vóna. Tá gjørdi eg av, at eg vildi royna okkurt tílíkt í Føroyum eisini, greiðir Dánjal frá. Ein av høvuðsendamál- unum við leikinum er at menna hugaheimin hjá børnunum. – Ofta sært tú børn, sum sita frammanfyri sjónvarp- inum stóran part av degn- um. Tey sita púra steinað og hyggja, og eru ikki virkin á nakran hátt. Tey bara taka ímóti. Tað kann tykjast rættliga óhugnaligt við- hvørt, heldur Dánjal. Hann heldur fram og sig- ur, at serliga sjónvarpið av- markar hugaheimin hjá børnunum rættiliga nógv. – Børnini hyggja ofta nógv í sjónvarp. Har síggja tey superman, sum dugir at flúgva og Batman, sum ikki dugir at flúgva. Tá tey so fara at spæla, spæla tey ofta tað, sum tey akkurát hava sæð. Men tá eru reglurnar longu lagdar. Superman kann flúgva og Batman kann ikki. Tey nýta als ikki sín egna hugaheim, vísir Dánjal á. Hann fekk tí nøkur fólk afturat sær, og saman gjørdu tey eitt leikrit, sum kundi rúma improvisatión og teimum løgnastu hug- skotunum frá børnunum. Tey gjørdu eisini sangir, sum børnini kundu vera við at yrkja tekstin til. – Vit fyrireikaðu okkum rættiliga væl, og høvdu allatíðina leiðandi replikkir, soleiðis, at vit fingu stýrt børnunum eitt sindur. Vit hildu, at um tey fingu ov fríar teymar, fór reyði tráð- urin at detta niðurfyri. Men tað var als eingin trupul- leiki. Børn hava ikki sama logik sum vaksin, og tey leggja einki í, um handling- in verður løgin og óverulig, sigur Dánjal. Onkrar broytingar Í ár er ætlanin at hava sama konsept. Talan verður um ein einfaldan leik, sum fer at hava ein reyðan tráð, har børnini framvegis fara at hava ein týðandi leiklut. Tað sum tey ynskja skal henda, fer at henda. Søgu- gongdin og tónleikurin verða tó sjálvandi nýggj. Okkurt verður tó broytt nakað. T.d. verður tónleik- urin ein enn størri og meiri struktureraður partur av leikinum. Og í summar er eisini ætlanin at royna at fanga øll børnini, so at øll koma meiri við í leikin. – Ein vansi við leikinum í fjør var kanska, at bert tey framligu børnini, sum tora væl at rópa hart, settu sín dám á leikin. Friðaligu og smædnu børnini fullu meiri í bakgrundina, og tað ætla vit at broyta í ár, sigur Dánjal. Í fjør hevði bólkurin einar 40 sýningar, sum allar vóru sera væl móttiknar. – Vit høvdu umleið 40 sýningar í fjør, men av tí, at børnini avgera hvat skal henda, so var leikurin ong- antíð tann sami. Nakrar meginregur vóru, men vit vistu ikki júst hvat fór henda, tá vit byrjaðu. Eg haldi, at børnini fáa nógv burturúr, men tað gera vit sanniliga eisini, sigur Dánjal á Neystabø at enda. Frá 9. juli og fram til ólavsøku fer bólkurin Ævintýraferðin at ferðast kring landið við leikinum. Barnagarðar og frítíðar- skúlar kunnu bíleggja sýn- ingar á neystabo@hot- mail.com Børnini avgera leikgongdina Ævintýra- ferðin er: Búi Dam, kendur før- oyskur tónleikari. Var eis- ini við í fjør. Lesur tón- leik í Íslandi, hevur eisini arbeitt nógv við barna- leiki. Hallur Johannesen, somuleiðis ein kendur føroyskur tónleikari. Kom við í fjør, eftir at ein av hinum leikarunum fekk forfall. Tann stuttligi í bólkinum. Hevur arbeitt nógv við børnum. Dánjal Dam á Neystabø, eigur hugskotið. Hevur arbeitt nógv við sjónleiki, serliga í Sjónleikarhúsin- um. Bæði ungdómsleikir, kabarettir o.a. Kanska serliga kendur sum klav- erleikari í Tangz. Lesur tónleik í Svøríki. Tiltakið tekur einar tveir tímar, har børnini verða leidd inn í sjónleika– og tónleikaheimin, við góð- ari hjálp frá hugflognum. Leikurin er serliga bygd- ur á tónleikarpedagogikk, har evnini hjá børnunum verða ment. – Leikurin er einfaldur, men alt má vera sera væl umhugsað, fyri at kunna lofta øllum hugskotunum frá børnunum. Tey hava jú avgerandi orðið um hvat skal henda í leikinum, greiðir Dánjal á Neystabø frá. Mynd: savnsmynd, Jens Kr Vang Børnini halda tað vera ógvuliga spennandi, at tey eisini sleppa at vera við í leikinum, í staðin fyri bert at hyggja at tí sum hendir. Tað gevur teimum eisini nøkur hugskot um, hvussu tey kunnu nýta hugaheimin, tá tey spæla sjálvi Mynd savnsmynd, Jens Kr Vang