Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 13. mai 2005 7 Breyt eina klokkuklára avtalu - Ein klokkuklár av- tala er brotin og tí kunnu vit ikki fara í verkfall næsta fríggja- dag, sigur Majbritt Mohr, forkvinna í almanna- og heilsu- røktarafelagnum VERKFALL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Vit kunnu ikki longur taka undir við verkfallinum næsta fríggjadag. Tað sigur Majbritt Mohr, forkvinna í almanna- og heilsurøktarafelagnum. Almanna- og heilsu- røktarafelagið er eitt av átta fakfeløgunum, sum nú hava avlýst samhaldsfasta verk- fallið, sum skuldi leggja mestsum alt samfelagið lamið næsta fríggjadag. Verkfallið skuldi vera eitt mótmæli ímóti, at Landsstýrið brúkar fúta- rættin at steðga ósemjum á arbeiðsmarknaðinum. Eftir drúgvt fundarvirk- semi í tveir dagar, avgjørdu 25 fakfeløg á almenna ar- beiðsmarknaðinum at fara í eitt 24 tíma verkfall frá á midnátt hóskvøldið 19. mai til á midnátt fríggjakvøldið 20. mai fyri at mótmæla, at landsstýrið brúkar fútarætt- in sum eitt arbeiðsrættarligt amboð, sum tey 25 fakfel- øgini orða seg. Men longu dagin eftir kom kinkur á samanhaldið ímillum fakfeløgini. Fyri- bils hevur tað ført við sær, at átta av teimum 25 fakfel- øgunum nú hava avlýst 24 tíma verkfallið næsta fríggjadag. Og sum skilst kann tað als ikki útihýsast at fleiri feløg afturat fara sama veg og avlýsa verk- fallið. - Mikudagin vóru viður- skifti drigin upp í verk- fallið, sum als onki hava vit tað at gera og tað hevur fyribils fingið átta fakfeløg at bakka út, sigur forkvinn- an í almanna- og heilsu- røktarafelagnum. Klokkuklár avtala Almanna- og heilsurøktara- felagið er eitt av teimum stóru feløgunum, sum nú hava avlýst verkfallið. Majbritt Mohr leggur leggur kortini stóran dent á, at feløgini í grundregluni taka fult undir við mótmæl- inum ímóti, at arbeiðs- ósemjur verða lagdar fyri fútarættin. - Men í Útvarpinum mikudagin var ósemjan á Landssjúkrahúsinum drigin uppí verkfallið næsta fríggjadag og tað er brot á eina klokkuklára avtalu ímillum tey 25 fakfeløgini, sum høvdu lýst verkfallið. Majbritt Mohr sipar her til, er at forkvinnna í felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøð- ingar, ringdi til fimmaran, har hon brúkti stóran part av tíðini at viðgera ósemj- una um føðideildina á Landssjúkrahúsinum. - Tað var annars ein klokkuklár avtala, at ósemj- an um føðideildina á lands- sjúkrahúsinum, skuldi undir ongum umstøðum tengjast uppí fráboða 24 tíma verkfallið næsta fríggjadag, sigur hon. Hon sigur, at tá ið tey 25 fakfeløg høvdu fund um at seta tiltøk í verk fyri at mótmæla at landsstýrið brúkar fútarættin til at steðga ósemjum á arbeiðs- marknaðinum, var tað hampiliga skjótt at fáa semju um, at seta áttu at verða sett í verk. - Men tað altavgerandi at ósemjan á føðideildini ikki varð drigin upp í málið. Majbritt Mohr sigur, at fakfeløgini, sum hava tilknýti til heilsuverkið hava ymsar áskoðanir um ósemjuna á føðideildini og tí var tað altavgerandi fyri tey, at hendan ósemjan ikki var drigin uppí 24 tíma verkfallið í næstu viku. - Vit løgdu stóran dent á, at einasta orsøk til at lýsa 24 tíma verkfall, er, at mót- mæla at landsstýrið brúkar fútarættin at steðga eini arbeiðsósemju og tað mátti ikki undir nøkrum umstøð- um tengjast uppí ósemjuna á føðideildini, tí hetta til- takið skal undir ongum umstøðum uppfatast sum ein stuðul til sjúkrarøktar- frøðingarnar ímóti leiðsluni á Landssjúkrahúsinum. - Tað einasta, sum hesi 25 fakfeløgini, sum lýstu 24 tíma verkfall næsta fríggja- dag, stóðu saman um, var at mótmæla, at Landsstýrið brúkar fútarættin at steðga eini arbeiðsósemju og onki annað, sigur Majbritt Mohr. - Tí kunnu tey átta fak- feløgini, sum hava tilknýti til heilsuverkið undir ong- um umstøðum góðtaka, at forkvinnan í felagnum før- oyskir sjúkrarøktarfrøðing- ar drog ósemjuna á føði- deildini upp í kjakið í fimmaranum mikudagin og sostatt hava tey avlýst verk- fallið. - Við sínum úttalilsum í Fimmaranum hevur for- kvinnan hjá sjúkrarøktar- frøðingunum vent málinum til at snúgva seg um ósemj- una á føðideildini, hóast vit løgdu størsta dentin á, at hon skuldi ikki dragast uppí 24 tíma verkfallið. Hetta er so stórt avtalubrot, at vit reageraðu beinanvegin og avlýsti verkfallið, sigur for- kvinnan í almanna- og heilsurøktarafelagnum. Tað tók tveir dagar hjá teimum 25 fakfeløgunum at semjast um at setatiltøk í verk ímóti landsstýrinum. ein orsøk til at tað tók so drúgva tíð, var tað var alt avgerandi, at verkfallið í næstu viku, ikki varð tengt saman við ósemjuni á føðideildini. Nú siga fleiri fakfeløg, at tann semjan er brotin og tí hava tey avlýst verkfallið