fríggjadagur 13. mai 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 89 - 13. mai 2005
Á markinum ímillum tað
skaðiliga og tað tápuliga
- Tað mest harmiliga
er, at umsitingin hjá
Løgtinginum kallar
tað meiningsleys og
innihaldsleyst, sum
Løgtingið viðgerð og
samtykkir, sigur Kári
á Rógvi, løgfrøðingur
YVIRTØKULÓGIRNAR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Hetta er á markinum
ímillum tað tápuliga og tað
skaðiliga.
So bersøgin er Kári
Rógvi, løgfrøðingur um
tað, sum umsitingin hjá
Løgtinginum
sigur
um
yvirtøkulógirnar.
Yvirtøkulógirnar vórðu
endaliga samtyktar týs-
dagin, men tá ið tær vóru til
viðgerðar í Løgtinginum,
var nógv gjørt burturúr ein-
um uppriti hjá løgtings-
skrivstovuni um málið.
Í uppritinum staðfesti
løgføðingur á løgtings-
skrivstovuni, at samtykti
Løgtingið donsku yvirtøku-
lógini, var tað meinings-
leyst og innihaldsleyst at
samtykkja tað føroysku
yvirtøkulógina eisini.
- Tað mest harmiliga í
hesum máli, er, at Løg-
tingsskrivstovan so hvass-
liga kunnger, at tað, sum
Løgtingið viðgerð og sam-
tykkir er bæði meinings-
leyst og innihaldsleyst, sig-
ur hann.
Sjálvandi skal Løgtings-
skrivstovan gera vart við, tá
ið hon heldur, at Løgtingið
er við á fara á eitt skeivt
spor.
- Men tað skal ikki vera
við so ógvusligum útsøgn-
um. Tað skal vera við ráð-
geving, sigur Kári á Rógvi.
- Hvussu kunnu vit tví-
halda um tað føroysku yvir-
tøkulógina mótvegis døn-
um, tá ið okkara egna løg-
tingsumsiting kallar hana
meiningsleysa og inni-
haldsleysa, spyr hann.
Hann vísir á, at sam-
stundis hava løgfrøðingar-
nir í Landsstýrinum sagt
gott fyri føroysku yvirtøku-
lógini.
- Hetta er prógv um,
hvussu illa tað gongst hjá
føroyingum at fata og
semjast um okkara egnu
stjórnarskipan.
Hava góðtikið sjálvsa-
vgerðarrættin
Hann sigur, at flestu føroy-
ingar kunnu taka undir við
viðmerkingunum til før-
oyska uppskotið, sum sigur,
at valdið í Føroyum kemur
frá Føroya fólki, og at før-
oyska tjóðin tekur undir við
Føroya Løgtingi sum evsta
valdi í Føroyum. Løgtingið
hevur so góðtikið ta sam-
veldisstøðu, vit eru í, men
tað er ein onnur søga.
Hann heldur eisini, at tað
er hetta, sum føroyingar
eiga at tvíhalda um, og
hann sigur, at danir hava
eisini góðtikið sjálvsav-
gerðarrætt føroyinga, og at
talan er um overenskomst
landanna millum.
- Tí er tað sera spell, at
løgtingsins løgfrøðingar al-
mannakunngera, at tað,
sum Løgtingið samtykkir
er meiningsleyst og inni-
haldsleyst.
Kári á Rógvi heldur, at
tað, sum Løgtingið hevur
samtykt, kann í ringasta
føri vera ógreitt, tí Løg-
tingið hevur samtykt bæði
tær donsku og tær føroysku
viðmerkingarnar, sum ikki
samsvara.
Hann heldur, at tað besta
var, um føroyingar og danir
bert samtyktu sjálvar para-
graffirnar í lógunum báð-
um. Síðani kundi Løgtingið
samtykt tær føroysku við-
merkingarnar, og fólkating-
ið tær donsku viðmerking-
arnar.
- Tá kundu vit hildið fast
um okkara sjónarmið og
tær føroysku viðmerkingar-
nar og hildið okkum frá at
tikið støðu til tær donsku.
Meirilutin í uttanlands-
nevndini rættar upp hetta,
við, í álitinum til fólka-
tingslógina, at vísa til við-
merkingarnar til løgtings-
lógina. - -
Men meira kundi verið
gjørt burturúr, og tað kundi
skrivstovan ráðgivið um, so
føroyska fatanin hevði bæði
meining og innihald. Ser-
liga hevði tað verið týðandi
at fingið semju í Føroyum,
umframt at mýkt støðuna
hjá dønum sum sjálvir
ganga í bólkum, ministeri-
um móti ministerium, og
tað áttu vit at brúkt.
Skuldu heldur bíða
Tí heldur Kári á Rógvi, at
tað er ein spurningur um
ikki tað hevði verið betri at
bíða við yvirtøkulógunum
til eftir summarfrítíðina, so
at møguleiki var fyri at
givið tí eina drúgvaru við-
gerð í eini roynd at funnið
semju.
- Vit áttu at duga betur at
lagt løgtingsarbeiðið og
nevndararbeiðið til rættis,
so at tað var javnari býtt út
á árið. Samráðingarnar um
hesar lógirnar eru farnar
fram í fleiri ár og tað tíðar-
skeiðið kundi uttanlands-
nevndin havt hoyringar og
samrøður við serfrøðingar,
so at nevndin var betur før
fyri at ráðgeva, meðan sam-
ráðst var. Tá avtalan er und-
irskrivað, nyttar lítið at
spyrja serfrøðina.
- Tað kundi gjørt, at tað
bar til at gera onkrar broyt-
ingar, sum eisini danir
kundu tikið undir við, tí
kanska hevði borið til at
samráðst seg fram til at
danir broyttu tær orðingar,
sum vit halda vera óhepnar.
Tað hevði eisini verið gagn-
ligt at havt sum minst í lóg-
ini, sum skurraði í oyrunum
á hinum partinum, hóast vit
við hvørt mugu lora nakað í
fyrstu syftu fyri at finna
semju.
- Hví skulu vit gera tað
fløktari og pínligari enn tað
er við at skriva óneyðugar
viðmerkingar um, hvat ikki
kann yvirtakast ella um,
hvat vald Føroyar teoritiskt
hava? Tí hetta er helst ein
tilgongd, sum ikki steðgar.
Til fyri kortum søgdu
danskir løgfrøðingar, at tað
ikki bar til at yvirtaka
dómsvald, men nú ber tað
kortini til, og tí er tað, at vit
fáa hesar kryptisku við-
merkingarnar. Tað var nógv
betri at sagt sum minst um,
hvat teoretiskt ber til, men
heldur at staðfest, hvat
partarnir nú eru samdir um
og onki meir.
- Vit áttu at orða okkum
knappari og sagt, at vit
avtala at øll málsøki kunnu
yvirtakast, men tó eru
summi mál, eitt nú hægsti-
rættur og verjumál, sum
ikki kunnu yvirtakast so
leingi danir halda tað stríða
ímóti teirra áhugamálum -
ikki tí at nøkur mál pr. de-
finitión ikki kunnu yvirtak-
ast, at siga slíkt er fakligt
tvass, sigur Kári á Rógvi.
Hann heldur, at áseting-
arar í yvirtøkulógunum
leggja løðarsteinar til fleiri
framstig fyri menningina í
Føroyum.
- Men tá ið so stór fram-
brot eru møgulig, er tað
óheppið, at tað skal vera
funnist at skipanini fyri at
vera skrumblað ígjøgnum
Løgtingið. Ein drúgvari
viðgerð við umhugsaðum,
almennum kjaki, hevði
gagnað sakini.
Politiska og
løgfrøðiliga semju
Tá ið Kári á Rógvu nevnir
møguleikan fyri at finna
semju í málinum, hugsar
hann ikki bara um eina
politiska
semju.
Hann
hugsar eisini um eina
løgfrøðiliga semju.
- Øðrumegin hava vit
løgfrøðingar í Landsstýrin-
um, sum viðmæla lógun-
um. Hinumegin hava vit
løgfrøðingarnir á løgtings-
skrivstovuni, sum kalla
hetta
meiningsleyst
og
innihaldsleyst.
Tað heldur Kári á Rógvi
er tekin um eina kreppu í
føroyskari løgfrøði og at vit
mangla eina løgfrøðiliga
sjálvsfatan.
Men tað undrar hann
ikki, tí vit hava jú onga
gransking og undirvísing í
Føroyum.
-
Tá ið vit hava við eitt
mál at gera, sum vendur so
nógv úteftir sum hetta,
skuldu vit havt gjørt alt,
sum stóð í okkara makt fyri
at funnið semju, bæði um
tað politiska og tað løg-
frøðiliga.
- Tað er beinleiðis pínligt,
at summir løgfrøðingar í
almennu umsitingini við-
mæla lógunum og aðrir
kalla hetta meingingsleyst,
sigur Kári á Rógvi, gjógvin
er alt ov stór millum ser-
frøðinganna, og vit hava
gjørt alt ov lítið við fakliga
kjakið og menningina.
Hann sigur, at tað ger
støðu okkara mótvegis døn-
um ógvuliga nógv veikari
enn neyðugt, at vit hava eitt
ósamt Løgting, eina ósamda
uttanlandsnevnd og enntá
eina
løgtingsskrivstovu,
sum er ósamd við Lands-
stýrið.
- Hetta er ein ynskistøða
fyri tann, sum møguliga
skal føra sakina fyri mót-
partin, um tulkingartrupul-
leikar skulu leggjast fyri
gerðarrættin
sambært
heimastýrislógini, leggur
hann afturat, og hann kann
bara taka undir við danan-
um sum segði at færøsk
politikk er komplett ufor-
ståelig for udenforstående.
Tað er sjaldsamt, at eitt
land ikki megnar at standa
saman um so frægt sum
sína egnu sjálvsfatan.
- Tað er sjálvsagt í lagi at
vera ósamd, um og nær vit
skulu yvirtaka, og hvussu
langt vit vilja fara á sjálv-
stýriskós, men harumframt
at hava ósemju um tær
løgfrøðiligu fortreytirnar,
tað haldi eg er stórt spell,
sigur Kári á Rógvi.
- Hetta málið er eisini
prógv um, at ein minniluti
hevur sera lítlar møguleikar
at fáa síni fingramerki á
eina viðgerð og tað heldur
hann at boykottið hjá tjóð-
veldisflokkinum og mið-
flokkinum er eitt úrslit av.
- Men nakað groft brot á
tingsiðin er hetta ikki, og
tað er heldur ikki uttan
fordømi. Tað eru ikki meiri
enn nøkur heilt fá ár síðani,
at Marjus Dam skræddi eitt
uppskot sundur á tingsins
røðarapalli. Tað var eisini
eitt mótmæli og slíkum
eigur tað at vera pláss fyri.
Hann sigur, at Í flestu
øðrum londum eru stýris-
skipanarligar mannagongd-
ir, ið tryggja, at ein minni-
luti, sum er sera harmur um
eitt uppskot, kann seinka
viðgerðini, so at skotbrá
fæst
at
finna
semjur.
- Tað hevði verið við-
komandi bæði nú og í full-
veldistilgongdini, tí í báð-
um førum vóru tað sera
ónøgdir minnilutar, sum
kendu seg maktarleysar og
ørkymlaðar. Virðingin fyri
skipanini krevur at øll
kenna seg at hava ávirkan.
Hann heldur, at viðgerðin
av bæði hesum málinum og
øðrum málum við, átti ikki
at verið so afturlatin. Tvørt-
urímóti kundi tað verið sera
upplýsandi fyri allar partar
at skipa fyri eini ráðstevnu
um hesi viðurskifti og
fingið eina meiri nágreini-
liga viðgerð, eisini alment,
langt áðrenn samráðingar-
úrslitið kom í Løgtingið,
sigur Kári á Rógvi.
Kári á Rógvi, løgfrøðingur,
heldur at støðan er beinleiðis
pínlig og hann kann bara
taka undir við dananum,
sum segði, at færøsk politik
er komplet uforståelig for
udenforstående