Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 13. mai 2005 9 Formaðurin í Føroya Postfelag, Sunnleif Højgaard, sigur, at felagið ikki enn hevur tikið støðu til, um tað framhaldandi skal stuðla einum arbeiðs- steðgi komandi fríggjadag ARBEIÐSMARKNAÐUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Hjá formanninum í postfel- agnum kom tað eisini dátt við, at forkvinnan í Felagn- um Føroyskir Sjúkrarøktar- frøðingar íútvarpinum mikudagin breyt avtaluna, sum tey 25 fakfeløgini høvdu í sambandi við ar- beiðssteðgin. Viðgerast hósdagin Tá ið vit fingu orðið á Sunnleif Højgaard hós- morgunin, segði hann, at Føroya Postfelag enn ikki hevði broytt støðu til ar- beiðssteðgin, og tí fram- haldandi stuðlaði tiltak- inum. - Umstøðurnar eru tó broyttar, og vit fara at við- gerða málið seinni í dag. Vit mettu, at øll feløgini vóru samd um, at vit vóru saman um hetta, sigur Sunnleif Højgaard. Nú umstøðurnar eru broyttar, av tí at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktar- frøðingar breyt avtaluna, er neyðugt hjá nevndini í Føroya Postfelag at við- gerða málið av nýggjum, og tað var so gjørt á fundi hósdagin eftir evstamark hjá blaðnum. Magnus Tausen, Føroya Lærarafelag: - Ógvuliga óheppið Nýggi formaðurin í einum tí størsta fak- felagnum í landin- um, Føroya Lærara- felag, Magnus Tau- sen, metir tað verða sera óheppið, at Jana H. Dalsgaard breyt avtaluna, sum tey 25 fakfeløgini høvdu gjørt í sambandi við fráboðaða arbeiðs- steðgin um eina viku ARBEIÐSMARKN- AÐUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Eisini Føroya Lærarafelag fer at viðgerða støðu fel- agsins til fráboðaða ar- beiðssteðgin komandi fríggjadagin, eftir at Jana Dalsgaard, forkvinnan í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ikki helt seg til avtaluna, sum tey 25 fakfeløgini høvdu gjørt, tá ið hon í út- varpinum mikudagin blandaði ta ítøkiligu ósemjuna á Føðideildina upp í trætuna um, at fúta- rætturin verður brúktur í arbeiðsmarknaðartrætum. Fyribils sama støða Formaðurin í Lærarafelag- num, Magnus Tausen, sig- ur, at fyribils hevur felagið ikki broytt støðu í málin- um, men nevndin í Føroya Lærarafelag kemur saman í dag, har hon fer at við- gerða málið av nýggjum. - Tað er ógvulga óhepp- ið, at forkvinnan í felagn- um Føroyskir Sjúkrarøkt- arfrøðingar breyt avtaluna í fimmaranum, tí hetta broytir støðuna. Vit høvdu eina heilt greiða avtalu um, at ítøkiliga ósemjan á føðideildini ikki skuldi blandast upp í málið um fútarættin, sigur Magnus Tausen. Nevndarfundurin í lær- arafelagnum verður í morgun, og hóast Magnus Tausen ikki vil koma við nakrari útmelding um, hvørja støðu felagið fer at hava eftir fundin, so skilst á øllum brøgdum, at hann er ógvuliga misnøgdur við forkvinnuna í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktar- frøðingar. Sunnleif Højgaard, Føroya Postfelag: - Málið má viðgerðast av nýggjum Formaðurin í Føroya Post- felag, Sunnleif Højgaard, sig- ur, at felagið noyðist at við- gerða støðuna viðvíkjandi frá- boðaða arbeiðssteðginum komandi fríggjadag av nýggj- um, eftir at forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkra- røktarfrøðingar breyt avtal- una, sum tey 25 feløgini høvdu gjørt, í útvarpinum mikudagin. savnsmynd Hóast tíðindini ikki eru váttað, so bendir alt á, at tað verður ein limur í danska kongs- húsinum, ið fer at skjóta seinasta skotið íNorðoyatunnlinum. NORÐOYATUNNILIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Alt bendir á, at tá ið Norð- oyatunnilin verður skotin endaliga ígjøgnum, verður tað ein limur úr danska kongshúsinum, ið fer at skjóta seinasta skotið av. Vælvitandi keldur, sum Sosi- alurin hevur tosað við, vátta, at ætlanir eru um hetta. Tíðarætlanin passar Dávur Reinert Hansen, stjóri í Norðoyatunnilinum, vil hvørki vátta ella av- sanna tíðindini. Hann sigur, at dagurin, tá ið seinasta skotið skal latast av, er ikki ásettur enn, og fyrr enn tað er greitt, ber ikki til at fyri- reika dagin nágreiniliga. - Vit fyrireika dagin í ein ávísan mun, og sambært tíðarætlanini verður tað helst einaferð í seinnu helvt av juni mánað, at seinasta skotið verður latið av, sigur Dávur Reinert Hansen. Tað er júst í seinnu hálvu av juni mánað, at Margrethe drotning, Henrik prinsur, og krúnprinsaparið Freder- ik og Mary vitja í Føroyum, so tíðarætlanin tykist passa ógvuliga væl. Nevndarformaðurin í Norðoyatunnlinum, Bergur í Garði, sigur, at hann hevur eisini frætt, at tað verður onkur kongaligur, ið skal lata seinasta skotið av, men enn hevur nevndin einki frætt um hetta. Bergur í Garði heldur tó, at tað hevði verið ógvuliga hósk- andi, um tað var onkur lim- ur í kongafamiljuni, ið skeyt seinasta skotið. Ríkisumboðið hevur umrøtt málið Á skrivstovuni hjá Ríkisum- boðnum arbeiða tey við at leggja skránna fyri konga- ligu donsku vitjanina. Mari- an Khalil, ið hevur málið um hendi, sigur, at í verandi løtu er seinasta skotið í Norðoyatunnlinum ikki ein partur av skránni, men mál- ið hevur verið umrøtt. - Trupulleikin er tann, at dagurin fyri seinasta skotið er ikki ásettur enn, og ikki fyrr enn tá kann støða tak- ast til, um tað ber til hjá umboðum fyri kongshúsið at verða við til at lata sein- asta skotið av. Eg kann tó vátta, at tað hevur verið viðgjørt, men tað eru nógv ting, ið skulu upp á pláss, áðrenn tað gerst veruleiki, sigur Marian Khalil. Seinasta skotið verður helst kongaligt Mary, krúnprinsessa, spøkir í kulissuni, tá ið gitt verður um, hvør ið skal lata seinasta skotið í Norðoyatunnlinum av. Væntandi verður seinasta skotið samstundis sum danska kongshúsið vitjar her á landi. Myndaviðgerð: Bárður Lydersen