Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 89 - 13. mai 2005 Yvirtøkulógin er endaliga samtykt á løgtingi, men tað gekk, sum øll vita, ikki friðarliga fyri seg. Orðaskiftið var óvanliga hvast og til tíðir lá tað á einum støði, ið ikki er sømiligt fyri tingmenn. Samgongan var samd og stóð sum ein maður, meðan andstøðan var í øðini og royndi av øllum alvi at forða lógini at verða samtykt. Ein hevur varhugan av, at tað, sum andstøðan er ill um, er meira viðmerkingarnar enn sjálvur lógarteksturin ella tekstirnir, tí her er jú talan um tvær einsljóðandi lógir. Tað má eisini ásannast, at tað er óheppið, at samsvar ikki er millum føroysku og donsku viðmerkingarnar. Spurn- ingurin er, um ikki landstýrið hevði staðið seg við at brúkt nakrar mánaðir afturat til at mýkja støðuna mót- vegis Danmark so væl sum mótvegis andstøðuni. Um hetta hevði givið eitt samt løgting, so var nógv vunnið og samgongan hevði staðið ómetaliga nógv sterkari. Ein slík loysn skuldi ikki verið heilt ómøgulig, tá hugs- að verður um, at yvirtøkulógin ju byggir á Tvøroyrar- skjalið, sum undanfarna fullveldissamgonga eigur við húð og hár. Nú gjørdist yvirtøkulógin til eitt klandurs- mál av versta slagi. Spyrjast kann eisini, hvussu breið tann breiða tjóðskaparliga semjan, sum landsstýris- samgongan fór eftir tá hon var myndað fyri meira enn einum ári síðan, nú er. Svarið er, at hon er rættiliga breið, men at semjan kundi verið væl breiðari og tað hevði verið ein ómetalig styrki fyri samgonguna. Men hinvegin kann ein skilja landsstýrið, tí hetta mál hevur tikið nógva politiska og fyrisitingarliga orku og hevur verið ein forðing fyri, at farast kundi undir at loysa tey mongu praktisku politisku málini, ið bíða eftir at verða loyst. Tað er eisini ein stórur spurningur, hvørt partar- nir høvdu flut seg, sjálvt um landsstýrið hevði brúkt meira tíð til hetta málið. Nú er yvirtøkulógin so samtykt. Henda lóg er eitt stórt stig á sjalvstýrisleið. Tað kann eingin ivi vera um tað. Lógin ásetir, at øll mál, sum ikki beinleiðis eru knýtt at suverenitetinum kunnu verða yvirtikin uttan víðari. Her verður ruddað væl og virðiliga upp í tí ruðuleika, sum tey seinastu mongu árini hevur valdað í spurninginum um, hvat ið kundi yvirtakast og hvat ið ikki kundi yvir- takast. Tað var ikki eitt samt løgting, sum atkvøddi yvirtøkulógina til húsar, men tað var ein óvanliga stórur partur av løgtinginum og tí er tað ikki heilt burturvið at tala um eina breiða semju í hesum máli. Nú er at fáa samtykt nakrar yvirtøkur, so lógin kann roynast i verki og føroyingar kunnu ásanna, at hetta er álvara. Síðan er at fara til verka og seta í verk øll tey mongu mál, sum eru sett upp í samgonguskjalinum. Her liggur so nógv á láni, at tað mest líkist atgerðarloysi. Farið til verka leggið eina strategi við nøkrum itøkiligum málum fyri øll týðandi samfelagsøki. Fái gongd á búskapin, loysið strukturtrup- ulleikarnar hjá fiskivinnuni og finnið eina semju um tey stóru málini t.d. privatiseringarnar, so fólk og fyritøkur vita, hvar vit flóta. Fái enda á tí óvissu, sum spakuliga breiðir seg serstakliga í vinnulívinum og síðst men ikki minst komið til sættis við fakfeløgini. Verandi klandur er ósømiligt fyri eina annars sera skilagóða og dámliga landsstýrissamongu við einum frálíkum samonguskjali. DAGSINS MEINING Sosialurin Yvirtøkulógin VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Tiden strømmer som rennende vann John Myllhamar Á ferð í Noregi seint í vár, vitjaðu konan og eg hjúnini Elsebeth og Per Eirik. Hon er ættað úr Fuglafirði. Tað var áhugavert at tosa við tey í hugnaliga heimi teirra í Bergen. Per Eirik hevur sera stóran alsk til Føroyar. Tað sást týðiliga, tí hann dugdi sera væl føroyskt mál, og so kendi hann fólk í nærum øllum oyggjum og nevndi tey við navni. Hann vísti okkum eisini eina norska týðing av sálm- inum: Tíðin rennur sum streymur í á, eftir Fríðrik Petersen. Mær tykti hann var vællýddur, og bað eg tí um eitt ljósprent av honum. Í viðmerkingini í lagbókini stendur: Denne sangen er velkjent på Færøyene. For mange er den næsten som en ekstra nationalsang. Her foreligger den for første gang på norsk. T.: Frederik, Petersen. O: Svein Aasmundtveit Tiden strømmer som rennende vann, flommer med bølger og bårer. I en liten båt langt fra land, driver jeg uten årer. Strømmen trekker hver tid og hver stund nærmere fossen og døden. Hvor er hjelp, hvor finnes den grunn som gir feste i nøden? Hvem kan berge meg, hvem eier makt, hvem eier vilje og evne? Alle er i håpløshet brakt, uten framtid å levne. Det er en, uten redsel og frykt. Jesus har makt til å berge. Han kan føre båten min trygt, han vil lede og verge. Tiden strømmer som rennende vann fram mot den himmelske havnen! Jeg er i en båt langt fra land; Jesu navn er for stavnen. Mortan Johannesen Sjálvur eri eg nokk ikki tann rætti, at úttala meg um slíkt, og kanska heldur ikki tann rætti til, at døma um hetta, men eg havi mína meining um fiskaríið á Føroya Banka, um hon so er røtt ella skeiv er nakað annað. Lat tað fyrst av øllum verða gjørt púra greitt, at tær skipsmanningar og skiparar, sum fiska á Bank- anum avgjørt onga skuld hava í, at Føroya Banki er niðurfiskaður, teir gera sítt arbeiði bæði væl og virði- liga, og halda seg innanfyri tær lógir og reglar, sum eru galdandi, men feilirnir og skeivleikarnir eru gjørdir av teimum kvinnum og monnum sum ráða og valda í hesum landi. Lat okkum taka eitt, av fleiri dømum, sum eru farin fram. Ein hálvrotin bátur eigur 20-30 fiskidagar á Bankanum, hesin sami bátur er kanska bara einar 4- 5 dagar á Bankanum við eini 6-8 stampum, hetta er so veiðan hjá hesum bátin- um fyri árið. Umrøddi bátur kann so selja sínar fiski- dagar til ein stóran nýmót- ans línubát, sum hevur alt tað nýggjasta innan fiski- tøkni. Hetta er alt rætt eftir lógini, og er tí onki skeivt gjørt hvørki av keypara ella seljara, men hvat gerst úr- slitið, hesin sami gamli bát- urin, sum brúkar sínar 4-5 dagar á Bankanum við nøkrum heilt fáum stamp- um, er umbýttur við ein nýmótans línubát sum setur einar 40.000 til 50.000 húk- ar um dagin, ein øking í veiðitrýstinum, sum er vaksin fleiri 100 tals ferðir. Átti hetta ikki at fingið alarmklokkurnar at ringt, og allar reyðar perur at blinka. Fyri nakað av tíð síðan, hoyrdu vit fiskifrøðingar og biologar tosa um, at koral- rivini rundan um Føroyar vóru niðurbrotin, og var hetta ógvuliga harmiligt, tí tey komu ikki aftur við bræði, eg skal stilla meg í fyrstu røð saman við øðrum skiparum, at hava verið ein av teimum, sum hava niður- brotið hesi koralriv, eg kann væl minnast eystur av Suð- uroyarbankanum, eystur og suður av Munkagrunninum, hesar penu reyður koral- greinarnar, sum kundu vera upp í ein metur langar, lógu fløktar og brotnar aftur gjøgnum trolið, men ongin segði, at tað var nakað galið í hesum, vit høvdu bara tað einu uppgávuna, tað var at fáa mest møguligan fisk og harvið fortjenastu til skip og manning, meiri vit kundu fiska har, meiri var at for- tjena, hetta var jú púra lóg- ligt. Men so nógv ár aftaná, hvussu sær botnurin út, jú har eru ongar korallir, ongin kongafiskur og heldur ong- in blálonga, ein partur av tí fiski, sum var har, er ikki har longur, og kemur heldur ikki aftur í okkara tíð. Lítið nyttar, at ferðast land og ríki runt, at halda fyrilestrar um Føroya banka sum gott vakstrar- økið hjá tí stóra toskinum, tí har er ongin stórur toskur eftir, bara nakað av millum- fiski og smáfiski. Føroyabanki hevur verið illa fyri áður og niðurfisk- aður, tá hava teir ráðandi politikkararnir havt rygg til at handla, og Bankin er komin fyri seg aftur, men hava teir rygg til tað nú. Eg skal enda sum eg byrjaði, at teir sum fiska har úti, tað veri seg trolarar, línubátar ella snellubátar, hava ikki skyldina av, at Bankin næstan er farin fyri bakka. Er Føroya Banki fiskaður niður í sand og øsku