fríggjadagur 13. mai 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 13. mai 2005
11
VIÐMERKINGAR
Tvær lógir sum styrkja okkara sjálvstýri
Jóannes Eidesgaard,
løgmaður
Yvirtøkulógin og uttanrík-
ispolitiska lógin eru tvær
lógir, sum broyta viður-
skiftini við Danmark. Báð-
ar lógirnar víðka um okk-
ara heimildir. Yvirtøkulóg-
in staðfestir, at Løgtingið
ger av, nær og hvørji máls-
øki vit yvirtaka. Uttanrík-
islógin víðkar munandi um
heimildir okkara til at virka
á altjóða pallinum. Í báðum
hesum lógum mugu vit
samstundis viðurkenna, at
vit eru í felagsskapi við
Danmark - alt annað vildi
verið at arbeitt í einum
teoretiskum heimi.
Sama lóg á tveimum
málum
Við hesum lógunum sam-
tykkja Løgtingið og Fólka-
tingið lógatekstir, sum eru
fullkomiliga eins í báðum
londum, bara á hvør sínum
máli. Einans lógatekstirnir
verða kunngjørdir alment í
kunngerðablaðnum, og tað
eru hesir tekstir, danskir og
føroyskir myndugleikar og
almenningur hava at halda
seg til. Danir til danska
tekstin og føroyingar til før-
oyska tekstin.
Tað kann sjálvandi tykj-
ast ørkymlandi, at tað eru
tvey sett av viðmerkingum
til hesar báðar lógirnar -
danskar viðmerkingar til
rískislógartilmælini
og
føroyskar viðmerkingar til
føroysku lógirnar.
Viðmerkingarnar eru ætl-
aðar Fólkatinginum og
Løgtinginum at greiða frá
støðuni uttanum uppskotið,
men eru á ongan hátt løg-
frøðiliga bindandi, tí tær
eru ikki lóg. Danir hava
sína fatan av støðuni - før-
oyingar sína, og tí eru
viðmerkingarnar ikki tær
somu. Tað hevur ikki stóran
týdning, so leingi partarnir
eru samdir um tann tekstin
sum bindandi er, nevniliga
lógatekstin.
Lat meg gera tað full-
komiliga greitt: Hjá lands-
stýri og løgmanni finnast
ikki skuggar av iva um, at
løgtingslógir hava fult gildi í
Føroyum, og at tað er Løg-
tingið sum lóggevur í Før-
oyum. Tí er tað burturvið at
siga, at føroysku lógirnar
um yvirtøku av málsøkjum
og um uttanríkispolitiskar
heimildir eru uttan innihald,
tí at donsku ríkislógartil-
mælini eisini eru samtykt.
Tað er tað sama sum at siga,
at danir hava lóggevandi
valdið í Føroyum, og at løg-
tingslógir eru á lægri stigi
enn fólkatingslógir.
Politikkur og ikki jura
Politikkur er at arbeiða
miðvíst fyri at fremja eina
søk, tú trýr uppá. Politikkur
er at tryggja, at okkara
rættarstøða ikki verður sett
í vága. Og politikkur er
sanniliga eisini at vinna
fram vegin, hóast ymiskar
tulkingar kunnu vera um
løgfrøðina - ikki at stara
seg blindan uppá ósemjur-
nar. Gert tú tað, kanst tú
sera lættliga koma til ta
niðurstøðu, at her slepst
ongan veg. Her ber einki
til. Alt ella einki. Svart ella
hvítt.
Í verandi støðu okkara,
sum partur í ríkisfelags-
skapinum, hava vit tríggjar
møguleikar at velja í:
1) At varðveita heima-
stýrislógina í verandi líki.
Tað merkir status quo. Vit
flyta okkum ikki úr stað.
2) Bert at samtykkja
uppskotini til ríkislógartil-
mæli. Tað merkir einans at
seta í gildi donsku lógirnar.
Hetta er tað sama sum at
viðurkenna, at í Føroyum
eru tað danir sum ráða, og
at føroyingar ikki hava lóg-
gávuheimild í Føroyum.
3) At seta í gildi dupultu
lóggávuna - føroysku lóg-
irnar við føroysku viðmerk-
ingunum og ríkislógar-
tilmæli við donsku við-
merkingunum. Hetta er at
strika undir, at í Føroyum
verður ongin hægri fyri-
skipað lóg framd, er hon
ikki føroysk. At danir so
við síðuna av hava eina
einsljóðandi lóg er ein
sannroynd, ið stendst av, at
danska stjórnin hevur eina
aðra fatan av stjórnaskipan-
arligu støðuni hjá Danmark
mótvegis Føroyum.
Hóast vit við hesum við-
urkenna, at føroyingar og
danir ikki hava heilt somu
tulking av støðu okkara, so
er full semja millum okk-
um og danir um, at vit ikki
vilja lata hesa ósemjuna
forða okkum í at arbeiða og
at fremja tey mál, vit hava
sett okkum. Okkara mál er
at vinna føroyingum størri
ábyrgd og vald á egnum
viðurskiftum. At kunna
virka so frítt sum til ber,
óheft av donskum myndug-
leikum. Báðar hesar lógir-
nar eru slík amboð!
Vit vilja úrslit
Hetta er veruligur politikk-
ur. Hetta er at arbeiða.
Hetta er at nokta at lata seg
forða av ólíkum tulkingum
av, hvørt vit eru føroyingar
ella vit eru danir, sum
búgva í Føroyum. Vit vita,
at vit eru føroyska tjóðin,
sum býr í Føroyum. Og vit
vita eisini, at danir hava
aðra fatan av hesum.
Tað er eitt paradoks, at
tey sum nú rópa harðast
móti hesum lógunum, eru
tey, ið áttu at verið glaðast
fyri lógirnar, ið hvussu so
er sum eitt millumstig á
leiðini til fjórða møguleik-
an, ið er loysing frá Dan-
mark. Tað, andstøðan sigur
er: fáa vit ikki loysing, vilja
vit einki hava. Status quo -
tað vil siga eina heimastýr-
islóg, ið langt síðani er far-
in um seinasta haldføris-
dag.
Hetta er ein spurningur
um, hvør ræður í Føroyum.
Hetta landsstýrið metir, at
Løgtingið, er ovasti polit-
iski myndugleiki okkara. Tí
taka vit støði í føroysku
lóggávuni,
sum
verður
samtykt á Løgtingi. Vit
ivast ikki í, at Løgtingið er
ført fyri at taka eina og
hvørja avgerð um Føroyar.
Yvirlýsing frá
Miðflokkinum
Yvirlýsing viðvíkj-
andi aktuellu krepp-
uni á Landssjúkra-
húsinum og før-
oyska arbeiðs-
marknaðinum
Vegna Miðflokkin
Bill Justinussen og Jenis
av Rana
Við undran lýtur Mið-
flokkurin
at
teimum
broytingum, ið sjúkrahús-
leiðslan og landsstýris-
maðurin í heilsumálum
hava sett í verk- og teirri
harav skaptu arbeiðs-
marknaðarkreppu. Felags
fyri broytingarnar á føði-
deildini, á psykiatriska
deplinum og innan sjúkra-
flutning tykist vera ein
arrogansa, sum ikki er
vanlig á okkara leiðum.
Um samráðst varð yvir-
høvur, so vóru hesar við
útvaldar partar, meðan
onnur, herundir fakfeløg,
eru vanvird.
Ein og hvør við minstu
royndum ella útbúgving á
økinum veit, at skulu
broytingar gerast á ar-
beiðsplássum, so er av-
gerðandi fyri, um hesar
skulu eydnast, at tey, ið
broytingarnar fevna um,
kenna seg vird, eru kunn-
aði um og tikin við uppá
ráð. At loyva útvaldum
pørtum innlit, og, sum í
aktuella stríðnum á lands-
sjúkrahúsinum, at útiloka
fekfeløg teirra raktu, er
burturvið- og leggur upp
til stríð.
Eitt arbeiðspláss sum
landssjúkrahúsið, har so
mangir og ymiskir fak-
bólkar hava sítt dagliga
virki, setur stór krøv til
leiðsluførleika,
serliga
samstarvsevnum viðvíkj-
andi. Júst trístreingjaða
leiðslan átti at borga fyri
hesum, men tað tykist sum
um hendan leiðsla, heldur
enn at virka fyri friði,
misnýtir sín rætt at leiða til
at trýsta ígjøgnum úvtvald
sjónarmið. Slíkt kann ikki
annað enn elva til stríð, og
er tað júst vanlukkuliga
støðan, vit eru endaði í. At
hetta stríð nú hóttir við at
breiða seg til alt samfel-
agið varð eyðsýnt, og átti
politiksa leiðsla landsins
at havt steðga hesum, áðr-
enn tað hendi.
Miðflokkurin
heitir
staðiliga á leiðslu lands-
sjúkrahúsins, landsstýris-
mannin á økinum og virk-
andi samgongu, um at
virða føroysku fakfeløgini
og heldur enn at provok-
era við m.a. fútarætti, við
opnum sinni at bjóða til
samráðingar. Núverðandi
støða,
har
sjúkrahús-
leiðslan hevur tikið sjúk-
lingin, og samgongan fak-
feløgini, sum gíðslar, er
alt annað enn virðilig- og
tænir ongum til sóma.
Sjúkrahúsleiðslan ikki nokta fund
Poul Geert Hansen
Sjúkrahússtjóri
Nýtslan av fútarættinum í
sambandi við ósemjur á
arbeiðsmarknaðinum var til
viðgerðar í fimmaranum
tann 11. mai 2005. Út-
varpsverturin legði stóra
áherðslu á, at tað ítøkiliga
málið á Landssjúkrahúsin-
um ikki skuldi viðgerast.
Kortini vóru tað fleiri,
sum ikki kundu lata verða
við tí. Ein av teimum var
Jana H. Dalsgaard, formað-
ur í Felagnum Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar, sum
út móti endanum av send-
ingini ringdi inn. Hon segði
m.a. at leiðslan á Lands-
sjúkrahúsinum hevði nokt-
að at tosa við nevndina í
Felagnum
Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar.
Hetta passar ikki. Tvørt-
urímóti hevur leiðslan á
sjúkrahúsinum játtað at
komið á hvønn einasta fund
nakar hevur biðið um, í
sambandi við fráboðaðu
umleggingarnar. Bæði í
hoyringstíðarskeiðnum fyri
ætlaðu broytingunum og
aftaná at avgerðin var tikin.
Tað hava eisini verið nógvir
fundir við starvsfólk, álitis-
umboð, fakfeløg og áhuga-
bólkar.
Fundir hava eisini verið
við
Felagið
Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar.
Leiðslupersónar frá Lands-
sjúkrahúsinum hava luttikið
við innleggum á limafundi í
felagnum og fundur hevur
eisini verið við nevndina í
felagnum. Ein fundur er tó
blivin av ongum, tí felagið
setti treytir við, hvør mátti
luttaka frá Landssjúkrahús-
inum. Tað skal leggjast aft-
urat, at sjúkrahúsleiðslan
eisini hevur givið felagnum
skriftlig svar upp á spurn-
ingar.
Leiðslan á Landssjúkra-
húsinum hevur fylgt øllum
ásetingum í starvsfólkapol-
itikkum, sáttmálum og øðr-
um í sambandi við umlegg-
ingarnar á føðideildini/-
ljósmøðraskipanini. Allir
partar eru blivnir hoyrdir og
nógvar viðmerkingar eru
komnar inn. Hoyringssvar-
ini eru viðgjørd bæði væl
og virðiliga, áðrenn sjúkra-
húsleiðslan hevur tikið
avgerð um umleggingarnar.
Sjúkrahúsleiðslan hevur
alla tíðina staðið fast við, at
ongar samráðingar verða
um umleggingarnar. Partar-
nir eru hoyrdir og hava
framlagt síni sjónarmið,
men tað er leiðslan, sum
tekur avgerðina. Hetta er
ein partur av sjálvsagda
leiðslurættinum
og
tað
samráðast vit ikki um. Men
vit hava ikki noktað, at
fundast við nakran.
Í samband við, at broyt-
ingarnar á samanløgdu
deildini verða settar í verk,
vilja starvsfólkini á deildini
fáa møguleika til at luttaka
í umleggingunum og fáa
ávirkan á teirra arbeiðs-
pláss. Báðir starvsbólkar
eru væl umboðaðir í leiðsl-
uni
á
deildini.
Hesin
leiðslubygnaðurin tryggjar,
at vit røkka endamálinum
við umleggingunum, at fáa
eina eina betri góðsku og
kontinuitet í samlaðu tæn-
astuna hjá føðideildini/ljós-
møðraskipanina og sam-
stundis fáa ein meiri ration-
ellan rakstur av deildunum.