Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- Vit ætla at venja fólk við, at vit nú altíð hava nýtappað frískt øl á goymslu. Og júst sum man keypir kjøt frá slaktaranum, keypir man øl á bryggjarínum, verður sagt av Restorffs Bryggjarí Nú er nakað síðani, at Før- oya Bjór í Klaksvík tók yvir framleiðsluna av Sisu- sodavatninum, sum var eitt av vørumerkjunum hjá Restorrfs Bryggjaríi í Havn. - Vit mettu, at var ein røtt avgert at steðga framleiðsl- uni av sodavatni, hóast nógv siga, at Restorffs er besta sodavatnið í Føroy- um. - Óhugsandi er ikki at ein ávís framleiðsla verður tikin upp aftur seinni, tí øll framleiðslutólini eru tøk, verður sagt. Bryggjaríið konsentrerar seg nú um framleiðsluna av øli. Nú sodavatnið ikki tekur pláss, verður skjótt ein nýggj og meiri kunda- vinarlig sølubúð gjørd. Annars eru í ár liðin 155 ár síðani Restorffs Bryggja- rí byrjaði, og er ætlanin at hátíðarhalda henda dagin við einum størri tiltaki um ein mánað. Meiri sjónligt Síðan bryggjaríið gavst við sodavatninum er sølan av øli munandi vaksin. Felagið hevur í løtuni sølustøð á Sandi, Vági og Tvøroyri og eisini har er sølan nøktandi. Restorffs fer framyvir eisni at gerast meira sjónligt á Tvøroyri. - Vit ætla at venja fólk við, at vit altíð hava ný- tappað, frískt øl á goymslu. Og júst sum man keypir kjøt frá slaktaranum, keypir man øl á bryggjarínum. - Okkara øl er økologiskt og ongi kemisk evni verða tilsett. Júst sum feskur fisk- ur, er nýtt øl allarbest. Gull- ølið selur best, men MUNGÁT og VARGUR eru í støðugum vøkstri. Fleiri og fleiri ung keypa eisini TARVIN, verður sagt. Ætlanin er somuleiðis at koma við einum Classic øli, eins og ein onnur og størri ølfløska fer at koma á marknaðinum. Henda fer helst at taka dystin upp við fríggjadagsvínfløskuna. Nýggja tappilinju Ætlanin er at nútímansgera bryggjaríð og at keypa eina nýggja tappilinju. Hetta er ein munandi íløga og verður hugt at íleggjarum at koma uppí felagið. Eisini okkurt út- lendskt bryggjarí hevur sýnt áhuga fyri samstarvi. - Felagið harmast um at ikki er loyvt at lýsa í bløð- unum við framleiðslunum og at Vinnimálastýrið onki ger við at loyva at bryggja sterkari enn 5,8 %, verður sagt. Felagið fer framyvir mið- víst at økja áhugan fyri før- oyskum øli. Tí, sum teir halda uppá: Øl notið við máta er gott, og er eisini gott fyri heilsuna. sb. 12 Nr. 89 - 13. mai 2005 Randi M. Gunnarsdóttir, listakvinna: Málningaframsýning á Hotel Hafnia NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. TÍÐINDASKRIV Allan mai mánað, frá 1. til 31. mai, hevur Randi M. Gunnarsdóttir á Norðasta Horni í Havn málningaframsýning á Hotel Hafnia (Lobby). Á framsýningini, ið er ein søluframsýning, eru seks stórir akrylmáln- ingar við ymiskum myndaevnum. – Altíð ein nýtappað øl Tøkk Hjartans tøkk til øll tykkum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi í stóru sorg okkara, tá ið elskaði sonur, bróðir, svágur og pápabeiggi okkara Pól Jóhannus Poulsen doyði og varð jarðaður. Takk fyri kransar, blómur og gávur til Vestmanna kirkju. Tórgerð, Eilir, Dalli,Wilai og børnini Eftir at teir góvust við framleiðsluni av sodavatni, verður nú bert øl bryggjað á Restorffs Bryggjaríi Mynd: Bárður