Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 13. mai 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Hesir hava staðið dugnaskaparroynd í sigling í Skála Kvøldskúla í apríl mánaði. Á myndini síggjast f.v.: André F. Danielsen lærari, Sámal Einarsson, Ásvein Mikkelsen, Per Hansen, Kristmund Johannesen, Petur Mohr, Magni Blástein og Frits Thomsen lærari. Á myndini vanta Atli Poulsen og Karstin Højgaard. Dagurin 13. mai, Ingenuus. Rómverskur kristin hermaður, sum keisarin Decius læt drepa. Dugnaskaparroynd á Skála Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá kæra mamma og systur okkara Ellen Elisabeth Olsen (fødd Nolsøe) Neslið,Vágur andaðist og varð jarðað. Eina hjartans tøkk til tykkum, ið vóru um hana hennara síðstu tíð. Tøkk til prest, kirkjutænara, sangarar og berarar. Tøkk fyri kransar, blómur og gávur til Eldrasambýlið í Vági. Tøkk til tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Hans Poula, Jákup og Hans Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara elskaða mamma, omma og langomma og vermamma Maja Johanna Nielsen Tvøroyri andaðist 10. mai á Røktarheiminum á Tvøroyri. Farið verður frá kapellinum út í kirkjuna fríggjakvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar kirkju leygardagin kl. 13. Familjunnar vegna Jens, Helena og Sanna Tøkk Vit takka hjartaliga øllum teimum mongu, sum hjálptu og vístu samkenslu, meðan kæri maður og pápi okkara Olaf Krossteig Tórshavn var sjúkur. Somuleiðis í samband við andlát og jarðarferð, takka vit hjartaliga fyri sýnda samkenslu og hjálp. Vinarlig heilsan Estrid Krossteig við børnum og familju Eftir at hava røkt starvið sum stjóri við Føroya Fólkaháskúla í 10 ár legði Steinbjørn B. Jacobsen frá sær. 20. juni í 1980 segði hann farvæl við sínar seinastu næmingar. Steinbjørn B. Jacobsen tók við sum háskúlastjóri tann 1. apríl 1970 eftir Marius Johannesen, og segði starvið frá sær frá 1. august, tá nýggi stjórin, Torben Johannesen, lærari á Viðareiði, tók við. Á myndini eru næmingar og lærarar frá seinasta skeiðnum. Steinbjørn sjálvur situr sjálvur fremst í miðjuni. (Mynd: Myndaárbókin 1980 – Árið ið fór) Eitt 25 ára minni