fríggjadagur 13. mai 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ein bader-maskina,
sum er nýggj á før-
oyska marknaðinum,
verður nú royndar-
koyrd á Føroya Fiska-
virking í Havn.
Maskinan kann brúk-
ast bæði í landi og
umborð á skipum
NÝGGJ MASKINA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Feðgarnir, Petur og Atli
Larsen í Fuglafirði, sum í
mong ár hava veitt tænastu
og hava selt eykalutir til eitt
nú Baader-maskinur til
fiskivinnuna, hava nú fing-
ið eina nýggja maskinu
heim til Føroya, sum ikki
hevur verið á føroyska
marknaðinum áður.
- Hetta er ein maskina,
sum blóðgar, kryvur og
avhøvdar. Hon kann brúk-
ast bæði í landi og umborð
á skipum.
Atli Larsen sigur, at
baader-maskinan er lut-
falsliga nýggj á marknað-
inum, og hetta er fyrstu
ferð, hon verður roynd í
Føroyum.
- Nú tað hevur víst seg, at
ein ávísur áhugi er fyri hesi
maskinu í Føroyum, hava
vit avgjørt at taka hana upp
higar til royndarkoyringar,
soleiðis at skip og virkir,
sum møguliga kundu hugs-
að sær eina maskinu til
blóðging, kryvjing og av-
høvding, hava møguleika at
síggja, hvussu hon virkar.
Atli sigur, at nýggja
baader-maskinan er so-
leiðis uppbygd, at tú eisini
kanst velja bara at blóðga
við henni, kryvja ella av-
høvda fiskin.
- Maskinan skilir inn-
vølin frá fiskinum, soleiðis
at hesin kann brúkast í
aðrari framleiðslu. Hon fer
væl við fiskinum – og
eisini við innvølinum, tó at
tað kemur fyri, at livirin
kann verða skadd.
Hann sigur, at fyrstu
maskinurnar
av
hesum
slagi eru royndar í eitt nú
Noregi og í Íslandi.
- Í Noregi eru tvær av
hesum slagi settar umborð
á skip og tvær eru í gongd í
landi, sigur Atli.
Hann vísir á, at betringar
eru gjørdar alla tíðina,
soleiðis at framleiðarin nú
hevur eina maskinu til
blóðging, kryvjing og av-
høvding, sum vísir seg at
virka væl.
- Nýggja maskinan er
eisini væl egnað til kryvj-
ing av eitt nú útróðrarfiski,
um tað verður soleiðis, at
hesin – ella ein partur av út-
róðrarfiskinum – verður
avreiddur ókryvdur, sigur
Atli Larsen.
14
Nr. 89 - 13. mai 2005
Ein hálvrotin út-
róðrarbátur eigur 20-
30 dagar á Føroya-
banka. Av hesum
brúkar hann 4-5
dagar og setir 6-8
stampar hvørja ferð.
Hann selir restina av
fiskidøgunum til ein
stóran nútímans línu-
bát, sum setir einar
40.000-50.000 húkar
hvørja ferð! – Soleið-
is, sum støðan er, er
Føroyabanki við at
fara fyri bakka, sigur
Mortan Johannesen,
fyrrverandi skipari,
sum nú er útróðrar-
maður
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
- Eg sigi ikki, at mín mein-
ing um fiskiskapin á Før-
oyabanka er hin rætta. Eg
sigi heldur ikki, at skiparar
og fiskimenn hava ábyrgd-
ina av, at bankin er niður-
fiskaður. Teir gera sítt ar-
beiði bæði væl og virðiliga
og royna at fáa sum frægast
burtur úr til skip og mann-
ing. Eisini halda teir lógir
og reglur, sum eru gald-
andi. Feilirnir og skeiv-
leikarnir eru framdir av
teimum kvinnum og monn-
um, sum ráða og valda í
Føroyum.
Mortan
Johannesen,
fyrrverandi skipari, alari,
virkiseigari og nú útróð-
rarmaður er sárur um støð-
una á Føroyabanka, sum
hann heldur er fiskaður
niður í sand og øsku, sum
hann tekur til.
Koralrivini burtur
- Fyri eini tíð síðan hoyrdu
vit fiskifrøðingar og bio-
logar tosa um, at koralrivini
rundan um Føroyar eru
niðurbrotin. Hetta er ógvu-
liga harmiligt, tí tey koma
ikki aftur í bræði.
Fyrrverandi skiparin sig-
ur, at hann skal stilla seg í
fyrstu røð saman við øðrum
skiparum at hava verið ein
av teimum, sum hava niður-
brotið hesi koralriv.
- Eg minnist væl hesar
vøkru og reyðu koralgrein-
arnar, tá ið vit royndu eyst-
ur av Suðuroyarbankanum
og í ein landsynning úr
Munkagrunninum. Grein-
arnar, sum lógu fløktar og
brotnar
aftur
gjøgnum
trolið, kundu vera upp í ein
metur langar.
Mortan vísir á, at eingin
segði nakað um, at nakað
var galið við hesum.
- Vit høvdu bara ta einu
uppgávuna; at fáa mest
møguligan fisk og harvið
fortjenastu til skip og
manning. Jú, meira vit
kundu fiska har – jú, størri
var fortjenastan.
Fyrrverandi
skiparin
sigur, at nú nógv ár seinni
eru ongar korallir, eingin
kongafiskur
og
heldur
eingin blálonga at fáa har
longur.
- Ein partur av tí fiski,
sum fekst á hesum leiðum,
er ikki har longur, og hann
kemur ikki aftur í okkara
tíð, sigur Mortan.
Økt veiðitrýst
Hann heldur, at tað nyttar
lítið at ferðast land og ríkið
runt at halda fyrilestrar um
Føroyabanka
sum
gott
vakstrarøki hjá tí stóra
toskinum, tí har er eingin
stórur toskur eftir; har er
bara nakað av millumfiski
og smáfiski.
- Føroyabanki hevur ver-
ið illa fyri áður, og hann
hevur eisini verið niður-
fiskaður. Tá hava ráðandi
politikararnir havt rygg til
at "handla", og bankin er
komin fyri seg aftur. Men
hava teir rygg til tað nú?
spyr hann.
Mortan ivast onga løtu í,
at veiðitrýstið á Føroya-
banka er økt.
- Vit kunnu taka eitt av
fleiri dømum, sum eru farin
fram. Ein hálvrotin útróð-
rarbátur eigur 20-30 fiski-
dagar á bankanum. Báturin
er úti einar 4-5 dagar við 6-
8 stampum hvørja ferð.
Hetta er so royndin hjá
bátinum á Bankanum. Men
sami bátur kann nú selja
óbrúktu fiskidagarnar til
ein stóran og nútímans
línubát, sum hevur alt tað
nýggjasta innan fiskitøkni.
Hann vísir á, at hetta er
alt rætt sambært lógini, og
tí hava hvørki skipaeigarar
– seljarar ella keyparar -
forbrotið seg móti lógini.
- Men úrslitið er ein øk-
ing í veiðitrýstinum fleiri
hundrað ferðir. Átti hetta
ikki at fingið ávaringar-
klokkurnar at ringt – og
allar reyðar perur at blunka,
spyr Mortan Johannesen –
ella Mortan hjá Andriasi,
sum hann eisini verður
róptur.
Tá 6-8 stampar
verða til 40-50
túsund húkar
Nýggj maskina blóðgar, kryvur og avhøvdar
Petur Larsen hevur samstarvað við Baader
síðan 1971, og síðan 1986 hevur sonurin, Atli
Larsen, sum her er avmyndaður á North
Atlantic Fish Fair, verið aktivur í hesum
virksemi saman við pápanum og øðrum
starvsfólkum í fyritøkuni
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Eg kann stilla meg í fyrstu røð saman við øðrum skiparum at hava verið ein av teimum, sum
hava niðurbrotið koralrivini á Føroyabanka, men eingin segði nakað um, at nakað var galið við
hesum. Minnist væl hesar vøkru og reyðu koralgreinarnar, sum lógu fløktar og brotnar aftur
gjøgnum trolið, sigur Mortan Johannesen
Mynd: Vilmund Jacobsen