fríggjadagur 13. mai 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Konsertferðin hjá
Moniku Stauss Joen-
sen og Ólavi Jakobsen
til USA byrjaði í
Leirvíkar kirkju
KONSERTFERð
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tey bæði, Monika Stauss
Joensen, sum spælir violin
og Ólavur Jakobsen, sum
spælir guitar, fara til USA á
konsertferð, 15. mai, hað-
ani tey koma aftur, 26. mai.
Monika og Ólavur eru
boðin at hava einar seks
konsertir á Los Angeles-
leiðini.
Kent navn
Tað er Fréderic Balazs,
sum er forseti í MAY
(Music and Art for Yout), ið
skipar fyri konsertunum hjá
teimum báðum.
Balazs er sjálvur violin-
leikari, komponistur og var
í fleiri ár dirigentur hjá
New
Oklahoma
Texas
Symphonie-orkestrinum.
Hann var eisini dirigent-
ur hjá Frank Sinatra í fleiri
ár og vitjaði annars í Føroy-
um í sambandi við summ-
artónar á sumri 1998.
Væleydnað
Konsertferðin hjá Moniku
Stauss Joensen og Ólavi
Jakobsen byrjaði við væl-
eydnaðari konsert í Leir-
víkar kirkju týskvøldið.
Á fundi í Nes komm-
unu mánakvøldið
samtykti bygdaráðið
einmælt at fara undir
endaligu projekter-
ingina av útbygging-
ini av Tofta skúla og
at bjóða arbeiðið út
SKÚLABYGGING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Súni í Hjøllum, formaður í
teknisku nevnd hjá Nes
kommunu, sigur, at Arki-
tektafelagið hjá Albert Is-
feldt væntandi fer at bjóða
arbeiðið alment út í august.
Samlaða byggingin er
mett at kosta nakað oman
fyri 40 miljónir krónur,
sigur hann.
Súni vísir á, at tá ið til-
boðini, sum vónandi verða
lægri enn metingin, eru
komin,
verður
endalig
støða tikin til málið, eitt nú
til fíggingina av verkætl-
anini - og um øll verkætl-
anin verður framd í einum
ella møguliga tveimum
byggistigum.
- Málið er, at megin-
parturin
av
arbeiðnum
verður liðugt á sumri í
2007.
Hann
sigur,
at
Nes
kommuna í fleiri ár hevur
sett pening av til hesa
skúlabygging, sum hann
metir vera alneyðuga til
tess at lúka krøvini í skúla-
lógini – og eisini við atliti
til menningina, sum annars
hevur verið í kommununi.
- Hetta er eitt stórt, men
neyðugt tiltak hjá komm-
ununi, og væntandi verður
neyðugt at taka eitt lán,
sum er millum 18 og 22
miljónir krónur.
Súni sigur, at hann sum
bygdaráðslimur
í
Nes
kommunu í fleiri ár hevur
hann verið við til at fyri-
reikað fleiri útbyggingar av
Tofta skúla.
- Men hesar ætlanir eru
altíð farnar fyri bakka av
ymsum orsøkum; tí fegnist
eg av sonnum um, at út-
byggingin nú verður veru-
leiki – og við hesi útbygg-
ing verður Tofta skúli mill-
um teir fremstu í landinum.
Formaðurin í teknisku
nevnd vísir á, at við stóru
íløguni til skúlabygging fer
kommunan við verandi
inntøkum, sum liggja um
27 miljónir krónur um árið,
kortini at hava pláss til
aðrar íløgur.
- Her hugsi eg serliga um
ídnaðarøkið millum Oyrar-
nar og Rætt, sum í løtuni er
til viðgerðar í teknisku
nevnd, sigur Súni í Hjøll-
um, sum eisini er vara-
borgarstjóri í Nes komm-
unu.
Seinasta leygardag
skipaði Bátafelagið á
Toftum saman við
stuðulsnevndini hjá
B68 fyri bátafestivali
á Toftum
FESTIVALUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Um 14.30-tíðina seinasta
leygardag stevndu útvið 30
bátar við nýggja trolbátin-
um, Hansu Mariu, á odda
móti Oyrunum á Toftum,
meðan Nes sóknar hornor-
kestur spældi.
Tá ið bátarnir høvdu lagt
til bryggju, fingu manning-
arnar súpan og annað, sum
borðreitt varð við í mat-
stovuni á virkinum hjá Før-
oya Fiskavirking.
Ymiskt var á skránni til
henda fyrsta bátafestivalin,
sum hevur verið á Toftum,
eitt nú hoppiborg, el-bilar,
boogy og go-cart, bamsu-
tombola, pylsusøla, breyð-
søla,
søluframsýning,
málningaframsýning, upp-
boðssøla av málningum,
fótbóltur, felagssangur og
dansur.
Í tjaldinum spældu ungar
lokalar kreftir fyri teimum
ungu, sum hugnaðu sær
óført og í hølunum hjá
Fiskamarknaði
Føroya
spældi country orkestur úr
Havn.
Eftir at bátarnir høvdu
lagt til bryggju varð eisini
skipað fyri bjargingar-
roynd út fyri bygdini, har
Brimil og tyrlan hjá At-
lantsflogi luttóku.
Veðrið til bátafestivalin
eydnaðist ikki so væl, sum
ynskiligt var. Hann var
høgur í ættini við frískum
loti, og tað ælaði inn ímill-
um.
Høgni W. Høgnesen, sum
var ein av stigtakarunum til
Bátafelagið á Toftum – og
sum hevur verið "primus-
motorur" aftanfyri festival-
in, sigur, at tey eru væl
nøgd við hetta fyrsta til-
takið av sínum slagi á Tof-
tum.
- Hóast veðrið ikki
royndist av tí besta, var væl
av fólki á stevnuøkinum –
og um náttina var góður
dansur, har bæði ung og til-
komin hugnaðu sær, sigur
Høgni W. Høgnesen.
Samtykt at fara
undir endaligu
projekteringina
Monika og Ólavur
konsertferð í USA
Nøgd við
festivalin
Her eru tey bæði
avmyndað á
Bátasavninum í
Leirvík, Ólavur
Jakobsen (guitar)
og Monika Stauss
Joensen (violin)
Mynd: Vilmund
Jacobsen
Eftir at bátarnir høvdu lagt til
nýggju bryggjuna í Oyrunum,
varð skipað fyri bjargingarroynd
Myndir: Vilmund Jacobsen
Súni í Hjøllum