fríggjadagur 13. mai 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 89 - 13. mai 2005
-Føroyar kundu fing-
ið nógv burtur úr við
at luttikið í gransk-
ingarætlanini hjá EU.
Har liggja 500 milli-
ardir euro ella 4000
milliardir krónur. Um
man ímyndar sær, at
fleiri fyritøkur í Før-
oyum, sum vilja
troyta størri part av
fiskinum, eitt nú
brúka burturkast frá
fiskinum til biotekno-
logiídnaðin, so hevði
tað verið áhugavert at
lagt seg eftir tí. Og tað
kundu verið nógv
onnur øki at farið
eftir sigur formað-
urin í EU-nevndini í
danska fólkating-
inum, Claus Larsen-
Jensen.
FØROYAR OG EU
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Allan fríggjadagin verður
skipað fyri stórum EU-
arbeiðsdegi í Norðurlanda-
húsinum. EU spurningurin
hevur annars verið alt
meira frammi í orðaskiftin-
um í Føroyum hesa seinatu
tíðina. Herfyri vitjaði
Claus
Larsen-Jensen,
fólkatingsmaður hjá Sosial-
demokratunum og formað-
ur í Europanevndini í fólka-
tinginum, í Føroyum. Í tí
sambandi fingu vit orð á
hann og umrøddu nakrar
spurningar um eitt nú
Føroyar og EU.
Vit spurdu m.a. Claus
Larsen-Jensen, um hann
ikki skilur støðuna hjá
føroyingum, sum vilja vera
uttan fyri EU?
- Tað kann eg væl skilja
út frá tí sannroynd, at tit eru
so bundnir at fiskivinnuni.
Og um myndin av einum
EU-limaskapi er tann, at
øki man í dag sjálvur hevur
avgerðarrætt yvir eitt nú
fiskivinnuna, verður undir-
grivið, so skilji eg tað væl.
Men tað eru eisini onnur
perspektiv í tí europeiska
samstarvinum. Tað kundi jú
eisini verið, at føroyingar á
øðrum økjum kundu verið
við til at útbygt sítt vinnu-
lív, soleiðis at man ikki var
so bundin at dagsins fiski-
vinnu. Her hugsi eg um, at
man frá føroyskari síðu
luttók í ymiskum gransk-
ingar- og menningarætl-
anum. Soleiðis at tit fingu
fleiri bein at standa á.
Claus
Larsen-Jensen
heldur, at Føroyar kundu
fingið nógv burtur úr við at
luttikið í granskingarætl-
anini hjá EU. Har liggja
500 milliardir euro ella
4000 milliardir krónur. Um
man ímyndar sær, at fleiri
fyritøkur í Føroyum, sum
vilja troyta størri part av
fiskinum, eitt nú brúka
burturkast frá fiskinum til
bioteknologiídnaðin,
so
hevði tað verið áhugavert at
lagt seg eftir tí. Og tað
kundu verið nógv onnur øki
at farið eftir.
- Tá man er so heftur at
restini av Europa hóast alt,
so er tað eisini áhugvert at
innsíggja, at restin av
Europa í stóran mun er
limur í EU. Tað merkir, at
tann formelli suverenitet-
urin er eitt, og tann reelli
suvereniteturin er nakað
annað. Tann formelli suve-
reniteturin er sera stórur,
men reellur suverenitetur er
avmarkaður.
Serstakliga
fyri tey lond, sum eru uttan
fyri EU. Teir karmar, sum
verða lagdir, tá 26 lond ella
fleiri eru samd um, at hesar
reglur galda her, merkja
eisini, at tá man er uttanfyri
er man noyddur til at tillaga
seg reglarnar í minni ella
størri mun. Tí er metingin,
um ein samlað kann klára
at verja tað man gjarna vil
verja, uttan at tað virkar
heilt protektionistiskt og
hinumegin at fáa nakrar
fyrimunir, sum man í dag
ikki hevur.
Claus Larsen-Jensen sig-
ur seg annars skilja teir
føroyingar, sum bera ótta
fyri tí degi, tá spanskir og
portogisiskir trolarar dust-
súgva fiskimiðini, men
samtíðis heldur hann, at
føroyingar mugu taka upp
eitt veruligt orðaskifti um,
hvat man vil. Og so má ein
seta fram sínar treytir, um
ein ynskir at gerast limur.
Og er hetta ein treyt, so má
man taka tað við. -Míni ráð
eru tá at taka samband við
hini EU londini, við EU-
kommisióninia og eisini
donsku stjórnina og fólka-
tingið at tosa við restina av
EU-londunum, um tað finst
ein fyribils loysn, áðrenn
man letur inn eina umsókn
um limaskap. Men ber
hetta ikki til, so er tað væl
skiljandi, at føroyingar ikki
søkja um limaskap.
- Er tað skeivt av føroy-
ingum at standa uttanfyri?
- Eg skilji væl tey, sum
eru bangin. Hetta við ”be-
røringsangst”. Hetta hava
vit eisini upplivað í Dan-
mark. Í veruleikanum hev-
ur hetta víst seg at vera eitt
søguligt mistak hjá okkum.
Ein fær jú ikki ávirkan og
ein sleppur ikki undan tí,
sum man fegin vil, um man
bara heldur seg vekk. Tað
er bert við at vera við, har
avgerðirnar verða tiknar, at
tú fær møguleika at hava
ávirkan. Tað merkir sjálv-
andi ikki, at man altíð fær
viðhald. Man má eisini
geva seg av og á.
Claus
Larsen-Jensen
heldur annars ikki, at talan
er ikki um at geva suve-
renitet frá sær, tá tosað
verður um EU limaskap og
fyri tað samstarv. Talan er
heldur um at vera við til at
fáa lut í nøkrum øðrum,
sum tú annars ikki hevði
fingið lut í, var tú bara fyri
teg sjálvan.
- Men kann ein so lítið
tjóð sum tann føroyska fáa
nakra ávirkan í einum so
stórum felagsskapi?
- Gerast tit limir, so fáa tit
sjálvandi eina skipan, sum
hevur tilknýti til danska
limaskapin. Tit fara neyvan
inn sum sjálvstøðugur lim-
ur. Men tað ber tó neyvan
til at siga nakað vist um tað
nú, tað veldst eisini um,
hvussu skipanin millum
Føroyar og Danmark fer at
vera í framtíðini, eitt nú
Heimastýrisskipanin. Har
eru longu smá lond við í
EU, eitt nú Malta, Cypern
og eitt nú Luxemburg, sum
hevur verið við frá byrjan.
Eitt land sum Luxemburg
hevur sera stóra ávirkan.
Europeiska samstarvið er
ikki merkt av, at tey stóru
traðka á tey smáu. Talan er
um eitt javnbjóðis sam-
arbeiði, har stór og smá
lond sita saman. Hóast
stóru londini við sínum
inngjaldingum hava mest at
siga, so síggja vit tó í dag,
at meirilutin av limunum í
EU eru smærri tjóðir. Og at
hetta eisini setur og fer at
seta sín dám á felagsskapin
– her ikki minst til tað so
týðandi fjølbroytni.
At tað eru so mong
smærri lond við ger, at tey
størri londini eru noydd til
at taka hædd fyri hesum
veruleika fyri í heila tikið
at fáa samstarvið at koyra
og skipanina at virka.
Tosið um Europa
Claus Larsen-Jensen held-
ur, at føroyingar eiga at
byrja at tosa um europe-
iskan politikk og føroysku
plaseringina í hesum sam-
bandi eins væl og man tosar
um føroyskan og danskan
politikk. - Latið vera við at
gera hetta við EU til nakað
heilt serligt. Metið tað sum
ein part av tí vanliga orða-
skiftinum. Ger tú ikki tað
gerst jú blindur, tí tá byggir
ein síni sjónarmið og hugs-
anir á, hvussu ein heldur
hini eru og hvussu tað vil
ávirka ein sjálvan. Týdn-
ingarmikið er at fáa hesa
forðingina burtur og tað er
nógv meira týðandi enn at
taka upp eitt orðaskifti um,
antin Føroyar skulu vera
limur ella ikki. Finnið held-
ur út av hvussu samstarvið
er skrúvað saman, hvussu
kann tað ávirka Føroyar
uppá gott og ilt.
Eg haldi eisini, sigur
hann víðari, at tað er um-
ráðandi at finna fram til,
hvørji øki Føroyar, hóast
man ikki er limur av EU,
kunnu hugsast at luttaka í.
Har kunnu vera øki, eitt nú
innan útbugving, har før-
oyingar kunnu samstarva
við EU-stovnar. Tað gera
bæði íslendingar og norð-
menn, sum luttaka í bæði
útbúgvingar- og gransking-
arætlanum.
Føroyingar eiga at hava
ein dialog við EU-fyri-
sitingina í fólkatinginum og
við
uttanríkismálaráðið,
har man kundi tikið upp eitt
prát um samstarv uttan
yvirhøvur at tosa um
limaskap. Eins og Ísland,
Noreg og Sveits gera tað.
Og fáa fyrimunir av tí.
Formaðurin í EU-nevnd-
ini í Fólkatinginum heldur
tað er sera avgerandi ikki
at brúka allar kreftir til at
fáa eina konfrontatión við
EU og fáa stóran part av
fólkinum at ganga ímóti
EU. Heldur eigur man eins
og onnur lond, sum eru
uttan fyri EU, at brúka
orkuna konstruktivt og
uppá at knýta samstarv, har
hetta er gjørligt og náttúr-
ligt.
- Tá nú hvørki Noreg,
Ísland, Grønland og Før-
oyar vilja vera limir í EU,
so má tað væl vera tí, at
hetta hevur sínar orsøkir!
- Tað er nakað, sum er
felags og nakað sum er
ymiskt fyri støðutakanina
hjá hesum londum. Eitt nú
fiskaríið. Men taka vit t.d.
vinnulívið í Íslandi í dag,
so síggja vit stórar broyt-
ingar, har umleið 70% av
vinnulívinum hava tilknýti
til tænastuvinnuna. Tvs. at
man er ikki so bundin at
fiskivinnuni sum higartil.
Og tað merkir, at eisini
íslendingar byrja at end-
urskoða og tosa um sína
støðu mótvegis EU. Ís-
lendsk fakfelagsrørsla og
eisini politiskt frá sentrum
og út til vinstru er man nú
eisini farin at tosa um
limaskap. Grønland er í
eini serstøðu, tí landið hev-
ur nakrar skipanir við EU,
sum føryingar ikki hava.
Teir vóru jú fyrst limir fyri
so at melda seg úr aftur.
Noreg er nakað fyri seg, har
norður og suður problema-
tikkurin hevur nógv at siga.
90% av inntøkunum hjá
norska
landbúnaðinum
koma frá statinum. Og
hevði Noreg ikki átt at-
gongd til stóra oljuríki-
dømið, so hevði landið fyri
langari tíð síðani havt eitt
annað tilknýti til EU.
Eg haldi sjálvur, at bæði
Noreg og Ísland fara at
gerast limir í EU fyrr ella
seinni. Tað eri eg sann-
førdur um. Eg trúgvi eisini,
at tað fer at vera innanhýsis
kapping teirra millum, hvør
verður fyrstur at søkja.
Fjølbroytni framtíðin
Danski europapolitikkarin
vísir á, at tað, sum eyð-
kennir EU í løtuni er, at
fleiri og fleiri lond í útjað-
ararnum verða limir og
harvið fær tú eisini nógv
størri fjølbroytni. Tí verður
spurningurin um reglar sera
aktuellur. Hvat er tað fyri
fjølbroytni vit ynskja og
hvussu nógvar reglar skulu
vit tá hava? So støðan vil
vera ymisk frá Norður-
atlantshavinum til Dan-
mark og víðari til Grikka-
lands og aftur víðari til
londini í Eystureuropa.
Hetta fjølbroytni má ikki
gerast til ein trupulleika, tí
alt skal standardiserast.
Men nettup tí vit øll søgu-
liga og menningarliga hava
eina ymiska bakgrund, so
skal tað vera eitt felags
fundament og ikki ein
trupulleiki. Vit skulu ikki
enda sum eitt standardi-
serað og keðiligt USA.
- Hvørjar trupulleikar
ella spurningur sær tú fyri
tær, um Danmark góð-
kennir EU grundlógina, og
Føroyar samtíðis eru uttan
fyri EU men partur av
danska ríkinum?
- Stórt sæð síggi eg als
ongar trupulleikar í hesum.
Skipanin við at taka av-
gerðir verður nakað broytt
og
virðisgrundarlagið
verður styrkt. Spurningurin
er m.a., hvat tað eru fyri
felags euorpeisk virði, sum
vit skulu verja um. Tað er
so nakað, sum Føroyar
saman við Danmark longu
frammanundan hava skriv-
að undir uppá eitt nú í
sambandi við europeisku
mannarættindakonventióni
na. Kravið er, at hetta eru
rættindi, sum borgarar,
virki og felagsskapir hava í
mun til EU-stovnarnar, eins
og tey somu rættindi vit
hava í dag sum borgarar í
einum stati. So talan er ikki
um nakrar forðingar ella
minkandi rættindi, tvørtur-
ímóti sigur Claus Larsen-
Jensen.
Føroyar fyrimunir við samstarvi við EU
Claus Larsen-Jensen, fólkatingsmaður og formaður í EU-nevndini í Fólkatinginum:-Føroyingar
eiga at gevast at brúka allar kreftirnar til at tosa um lima ella ikki limaskap í EU. Tað finnast
nógvir møguleikar fyri samstarvi sum er og tað er hetta føroyingar eiga at kanna og tosa um