Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Bæði fuglfirðingar og Kappróðrarfelagið NSÍ vilja sleppa at fyrireika FM kapp- róður á hvørjum ári, og tað vilja tey hava RSF aðalfundin at taka undir við KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Fyrst vóru tað fimm FM kappingar. So øktist talið til seks, og fyri tveimum árum síðani samtykti aðalfundur- in hjá Róðrarsambandin- um, at tað í framtíðini skuldu vera sjey FM kapp- ingar. Tá ið seinasta samtyktin varð gjørd, var tað ikki sørt av turbolensi. Fleiri bjóð- aðu seg fram, og inntil av- gerðin varð tikin, var tað mangt, sum bendi á, at gamla skipanin við at Fuglafjørður og Skálafjørð- urin skuldu skiftast um at vera vertur, fór at detta niður fyri, og at í hvussu so er teir á Skálafjørðinum skuldu fáa FM kapping á hvørjum ári. Úrslitið lagaði tað so- leiðis, at Strendur/Skála og Vestmanna skuldu skiftast um nýggju FM stevnuna, meðan Fuglafjørður og Runavík framvegis skuldu skiftast um eina FM stevnu. Nú vilja Kappróðrarfelagið NSÍ og róðrardeildin hjá ÍF hava hetta broytt. Í felags áheitan á aðal- fundin verður skotið upp, at grein eitt í reglunum fyri FM í kappróðri verða broyttar soleiðis, at tað nú fer at standa, at FM kapp- ingarnar skulu verða átta og ikki sjey. Luttakararnir skulu eiga avgerðina Tá ið FM stevnu spurning- urin varð viðgjørdur fyri tveimum árum síðani var nógv virksemi, og fleiri fulltrúir vórðu nýttar at atkvøða við fyri feløg, sum ikki møttu upp á aðalfund- inum. Nú vil Kappróðrarfelagið NSÍ hava aðalfundin at taka støðu til, um fulltrúir kunnu nýtast ella ikki. Nevndin í RSF hevur eisini lagt fyri aðalfundin uppskot um at skerpa reglurnar fyri at atkvøða á aðalfundinum. Í grein fimm í ásetingunum hevur tað higartil staðið, at "eing- in kann á aðalfundi umboða róðrarfelag, uttan at hava verið limur í felagnum í minsta lagi ein mánað, og uttan at hava limagjalds- og limaviðurskifti síni í lagi". RSF nevndin skjýtur nú upp, at hetta verður lagt afturat: "Harafturat skal felag hava luttikið við í minsta lagi einari manning í tveimum FM róðrum und- anfarna kappingarár". Og so leggur RSF nevnd- in hetta afturat sínum upp- skoti til broyting av grein fimm: "Á aðalfundi ber ikki til at atkvøða við full- makt". Í viðmerkingunum til uppskotnu broytingarnar sigur RSF, at nevndin held- ur tað vera skeivt, at feløg, sum ikki luttaka í FM róðri á hvørjum ári, hava eins góð rættindi sum tey, ið eru við ár um ár. Nevndin held- ur eisini, at tað er best, at feløg senda síni egnu umboð á aðalfund, heldur enn at onkur annar fær full- trú at atkvøða. Møguleiki í ár Tær sjey FM stevnurnar í ár eru hesar: Norðoyastevna 4. juni, Sundalagsstevna 18. juni, Jóansøka 25. juni, Varmakelda 2. juli, Fjarða- stevna 9. juli, Vestanstevna 16. juli og Ólavsøka 28. juli. Hannis Joensen, formað- ur í RSF, sigur seg væl skilja, at áhugi er at skipa fyri og harvið at kappast á fleiri stevnum. Trupulleikin er, at róðrarárið fevnir frá Norðoyastevnu og til Ólav- søku. Ofta fer Hvítusunn- an, tá ið tað ikki verður kappróð, við einum viku- skifti eftir Norðoyastevnu. Soleiðis er tað ikki í ár, og Eystanstevnan, sum ikki telur í FM kappróðrinum, er løgd at vera 11. juni. Tá ið eitt vikuskifti fer til Hvítusunnuna, so hevði einki vikuskifti verið leyst frá Norðoyastevnuni og til Ólavsøku, um átta FM kappingar høvdu verið á skránni, og tað skal við- gerast, um tað ber til, ella um tað skal altíð skal vera eitt vikuskifti til at taka, um talan verður um illveður ella at talan skal verða um umróður av øðrum orsøk- um. Nr. 89 • fríggjadagur • 13. mai 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Formaðurin í Róð- rarsambandinum ætlar skjótt at leggja frá sær, og hann verður ikki ovfarin, um feløg- ini á aðalfundinum fara at sýna mis- nøgd við, at eingin aðalfundur varð hildin í fjør KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Hægsta vald RSF er aðalfundurin, sum verð- ur hildin áðrenn 1. apríl, og skal verða fráboðaður feløgunum skrivliga og við lýsing í bløðunum minst ein mánað framm- anundan. Soleiðis ljóðar fjórða grein í ásetingunum fyri Róðrarsamband Føroya, RSF. 2. hvítusunnudag, sum er nú mánadagin ella 16. mai, verður aðalfundurin fyri í ár hildin. Tað man vera komið fyri bæði eina og fleiri ferðir áður, at feløg eru farin eitt sindur út um ásettu freistina, áðrenn aðalfundurin er avgreiddur. Men í RSF er tað merkisvert, at als eingin aðalfundur var í fjør. Hannis Joensen greið- ir soleiðis frá, tá ið vit spyrja, hvussu tað ber til: - Tað er eingin um- bering nóg góð fyri ikki at hava hildið aðalfund. Veruleikin er tann, at roknskapurin var ikki klárur, tá ið aðalfundur- in í fjør skuldi verða hildin. So gekk tíðin, og tá ið fundurin ikki hevði verið undan kappróðrar- árinum í fjør, so varð tað til tað, at hann ikki kom fyri fyrrenn nú í ár. Roknar tú ikki við, at limafeløgini mánadagin fara at geva til kennar, at tey ikki eru nøgd við, at aðalfundurin ikki var í fjør? - Tað hava tey allan rætt til at geva til kennar, heldur RSF formaðurin. Seks limir eru í RSF nevndini. Sambært áset- ingunum verða formað- urin og næstformaðurin valdir annaðhvørt ár av aðalfundinum at sita í tvey ár. Harafturat verða tveir nevndarlimir valdir annaðhvørt ár at sita í tvey ár. Tá ið eingin aðalfund- ur var í fjør standa allir seks nevndarlimirnir fyri vali í ár. Fyri teir, sum áttu at staðið fyri vali í fjør, skulu limir veljast í eitt ár. Kassameistarin, Dánj- al Petur Poulsen, hevur boðað frá, at hann tekur ikki við afturvali. Tað hevur skrivarin, Sjúrður Gullbein, eisini gjørt. Tað vil við øðrum orð- um siga, at í hvussu so er tveir nýggir nevnd-ar- limir skulu finnast. Formaðurin seinastu mongu árini, Hannis Joensen, boðaði longu í fjør frá, at hann ætlaði at taka seg burturúr nevnd- ararbeiðnum. Nú sigur hann, at um feløgini ynskja tað, so fer hann at umhugsa, um hann skal verða sitandi í eitt ár afturat, men tað verður undir ongum umstøðum í meiri enn eitt ár. Hava lopið ein aðalfund um Vilja hava átta FM kappingar Í felags áheitan á aðalfundin verður skotið upp, at grein eitt í reglunum fyri FM í kappróðri verða broyttar soleiðis, at tað nú fer at standa, at FM kappingarnar skulu verða átta og ikki sjey