Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 89 - 13. mai 2005 Tað var ikki óvæntað ein fáorðaur Høgni Zacha- riasen, sum vit fingu orðið á, tá Eiler Ras- mussen hevði bríkslað fyri seinastu ferð miku- kvøldið. - Hatta var ikki nóg gott. Vit fara fullkomul- iga niður við høvdinum, eftir at teir økja um leiðsluna. Eg haldi ann- ars, at vit byrjaðu væl, og tá vit eru aftan fyri við einum máli, satsa vit framvegis upp á útjavn- andi málið. Men hasin seinasti parturin av dyst- inum kann altso ikki góðtakast. Hatta var skomm, sum tú helst eisini sjálvur dugir at síggja, segði hann ber- søgin. Longu sunnudagin er dystur aftur á skránni, tá ÍF tekur ímóti KÍ, men Høgni helt í øllum før- um ikki, at stutta skot- bráðið gjørdi nakað í so máta. - Eg vil heldur siga, at tað er gott, at tað bara eru fýra dagar til næsta dyst, tí hetta skal vaskast burtur, helt hann. -jm Hallur Danielsen staðfesti eftir dystin mikukvøld- ið, at sigurin kann hava sera stóran týdning fyri HB- liðið FÓTBÓLTSPRÁT Jákup Mørk Hóast tey í HB hava roynt at skúgva alt tos um nakra kreppu burtur seinastu tíðina, so duldi Hallur Danielsen ikki fyri, at tað var ein lætti, nú hann og liðfelagarnir fingu ein somikið trival- igan sigur, sum talan gjørdist um. - Eg má viðganga, at vit hava verið mest sum kløkkir seinastu tíðina, nú vit brádliga hava tapt fleiri dystir. Tað hevur merkt sjálvsálitið hjá spælarunum, og tað haldi eg eisini sást aftur í dag. Men eg fegnist um, at vit endiliga sýndu ein heihjartaðan innsats. Allir stríddust fyri øllum í dag, og sjálvt um spæl- ið ikki alla tíðina hekk so væl saman, so var eingin, sum fór niður við flagginum. Tit tóktust eisini fella aftur á »gamla« spælið hjá tykkum, har tit tolnir bíða, til møguleikin kemur. Styrkir tað ikki eisini um sjálvsálitið. - Avgjørt, men sjálvt tá vit vóru frammanfyri 1-, 2- og 3-0, so vóru vit eitt sindur trilvandi. Tað var ikki fyrr enn móti endanum, at tað veruliga koyrdi hjá okkum, men tá var ÍF so eisini farið heilt niður, helt Halllur. Eingin panikkur Fleiri umskipanir hava verið á HB-liðnum sein- astu vikurnar. Eitt nú hevur Hans á Lag roynt seg sum áleypari, meðan Jákup á Borg hevur verði bakkur, men Hall- ur helt á ongan hátt, at talan hevur verið um panikk-loysnir. - Sjálvandi hava vit havt nakrar skaðar, sum hava gjørt broytingar neyðugar, men tær kundu eisini verið øðr- vísi. Hinvegin gevur ein kapping við 27 dystum betri møguleika at royna nøkur ting. Tað er ikki sum við 18 umførum, har hvør dystur er at kalla ein finala. T.d. hava vit havt nakrar ætl- anir við at skifta meg og Jákup um, men tær hava bara ikki riggað eftir ætlan. - Í dag vendu vit so meira ella minni aftur til normala uppstilling, og so ger tað eisini mun, at Heine aftur er við. Hann hevur ein ótrúligan eginleika at standa har, sum hann skal, og hann dugir so eisini at skora, tá møguleikin er har. Skulu upp í gear Tosið um 27 umfør og royndirnar, sum hetta loyvir, kann tó ikki halda á í allar ævir. Í dag eru soleiðis 19 umfør eftir, og Hallur dylir ikki fyri, at tað nú er upp á tíðina, at HB av álvara kemur í snúningar. - Tað er sjávlandi rætt, og tí hevði dysturin í dag eisini so sera stóran týdning. Tolna spæliætl- anin krevur eisini, at sjálvsálitið er í lagi, og vit trúgva eisini heilt av- gjørt upp á møguleikan móti B36. Tað krevur so hinvegin, at vit eru heilt uppi at ringja. - Hinvegin vita vit, at tað kann gerast tungt. Eg haldi, at vit nú eru um at merkja, at talan er um fleiri dystir. Sjálvt um tað er stuttligt, so er tað altso strævið, tá tú skalt spæla fýra dystir innan ellivu dagar, soleiðis sum vit nú skulu gera. Tað haldi eg eisini, at fuglfirðingarnir merktu. Lætnaðir HB’arar Ein trivaligur sigur, ein posa av sjálvsáliti og ikki minst tiltrúgv upp á spælið, sum liðið er best til, var tað, sum HB fekk burtur úr dystinum móti ÍF mikukvøldið FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var eitt mest sum skelkað HB-lið, sum fór á vøllin mikukvøldið. Í øllum førum var trýstið á spælar- unum stórt, nú teir høvdu tapt tveir dystir í slag. Uppgávan mikudagin var enntá ein endurtøka av fjórðingsfinaluni í steypa- kappingini, tá HB mátti siga farvæl til ársins útgávu av ólavsøkufinaluni. ÍF ætlaði sær endurtøku Eftir trý tap í fyrstu sjey dystunum – og steypa- exit’ið - hevur kritikkurin av HB-liðnum verð harður. Ikki minst hevur venjarin fingið ákoyringar fyri at seta liðið skeivt, men í so máta varð leitað aftur á gamlar gøtur mikukvøldið. Heine var sjálvur í álopin- um saman við Tór-Ingar Akselsen. Úti í borðunum vóru John Heri Dam og Jákup á Borg, meðan Hall- ur Danielsen var aftur at síggja á bakkinum. Offurið í hesum var Hans á Lag, sum hevur verið vikarur á álopsplássinum. Hann plagar annars at vera partur av verjuni – og gjarna miðverjuni – men her hevði venjarin altso givið afturval til Rasmus Nolsøe og Jóhannis Joen- sen. Hetta gav eisini meira struktur í HB-spælið, men fyrstu løtuna var hetta tó ikki nakað, sum var so ógvuliga eyðsýnt. Ikki minst, tí gestirnir tóktist vera fullir av sjálvsáliti. Kanska leitaðu teir eftir eini endurtøku av upp- skriftini frá seinasta hós- kvøldi, har teir skoraður tíðliga fyri síðani at halda fast, og onkra ferðina var eisini um reppi, at talan gjørdist um heilt góðar møguleikar. Nærri enn eini frekari roynd frá Sylla, sum Bárður akkurát fekk jústað út um handaru stólparótina komu teir tó ikki, og um miðjan hálvleikin hendi so tað, sum ikki mátti henda hjá ÍF. Málið hjá HB var enntá ein brølari av teimum stóru, tá Bartal ikki hoyrdi »eg havi« rópið frá málverjan- um, sum var á veg út, men ístaðin snittaði frísparks- innleggið frá Jákupi á Borg í tóma málið. Aftur á slóðina Tað var um reppið, at javn- støða kom í aftur alt fyri eitt, men Hallur Danielsen var einasti heimamaðurin, sum hevði fingið armarnar niður, og so fekk hann ruddað flata innleggið burt- ur, beint áðrenn ein púra blankur Gunnar Nielsen skuldi senda í kassan. Og so hendi í veruleik- anum ikki so øgiliga nógv meira fyri steðgin. Fugl- firðingarnir koyrdu á í royndunum at vinna sær javnleikin aftur, men hóast hetta skapti einstakar vandastøður, so sat áskoð- arin helst við kensluni av, at dysturin nú formaði seg júst soleiðis, sum vertirnir vildu hava hann. Gyltu árini, sum HB nú hevur havt, eru í nógvar mátar úrslit av væl skipað- um liðavrikum við sterkum einstaklingum, heldur enn spruttandi sjampanju-fót- bólti, og hesa uppskriftina sluppu teir nú eisini at venda aftur til. At teir so eisini mistu Kára Nielsen, eftir at hesin fekk ein snudd í høvdið eftir luftdyst við Høgna Zachariassen, gjørdi fyri sovítt heldur ikki støð- una verri. Tí hóast framúr arbeiðssamur, so hevur Kári als ikki verið sama drívmegi á miðvøllinum í ár, sum hann var tað í fjør. Og tá ungi Svenn Dam Jacobsen, ið loysti av hesaferð, hevur eina góða blanding av hørðum arbeiði og góðum bólteyga, tóktist hetta bara styrkja um HB- liðið. Korthúsið rapaði Gongdin í spælinum helt sær eisini eftir steðgin. ÍF royndi framhaldandi at trýsta, meðan HB bíðaði eftir møguleikanum, sum kundi avgera dystin, og tá hesin so kom, so varð so sanniliga tikið av. Allan Joensen var kanska ikki heilt ósekur, tá hann loyvdi ikki serliga góða skotinum frá Tór-Ingari at fara í kassan, men frá hesi løtu var so eingin sum helst ivi um úrslitið. Fuglfirðingarnir, sum fyri tað nógva hava havt viðrák í ár, tóktust ikki vera gearaðir til mótburðin, sum nú stóð fyri framman. Og heldur enn at sláa kalt vatn í blóðið og siga »hatta var tað«, so rapaði korthúsið nú HB-ÍF 6-0 (1-0): HB aft Skomm