Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

fullkomuliga. Hóast teir ongantíð veruliga satsaðu alt frameftir, so fall verju- parturin fullkomuliga sam- an. Eitt fyri og annað eftir skolaðu málini aftur um Allan Joensen, og ein væl leikandi Jákup á Borg – var við í allar-allar flestu at- sóknunum – kundi enntá loyva sær at senda brots- spark nakrar metrar við síðuna av málinum, uttan at hetta kostaði tað minsta. Sigurin var í øllum førum vísur kortini. Í tøkum tíma Og eftir dystin stóð spurn- ingurin helst, hvussu úr- slitið mikukvøldið fer at ávirka báðar partarnar. Fyri ÍF var hetta í øllum førum ein lærupengi um, at slepp- ur tú konsentratiónini eina løtu, so verður tú revsaður. Tað krevur hart arbeiði í 90 minuttir hvørja einastu ferð, um tú skalt vera við í oddinum, og hetta livdu teir so ikki upp til hesaferð. Og fyri venjaran mundi tapið kanska kennast sum eitt slag av deja-vu frá 1991, tá hann av B36-beinkinum sá HB vinna risa-sigur á B36. Ein sigur, sum varð fingin í lag eftir júst somu upp- skrift, sum tann, ið varð nýtt hesaferð. Fyri HB hinvegin mundi sigurin koma í tøkum tíma. Sannførandi tølini munnu eisini geva bæði venjara og spælarum frið til fyrireik- ingarnar til oddadystin mánadagin, tá teir skulu í holt við fyrsta slagið um høvuðsstaðin. Ein dystur, sum samstundis er avgjørdi oddadysturin millum nummar eitt og tvey. Júst móti B36 hevur tølandi spælið og kviku frambrot- ini oftani verið ein avgera- ndi lykil, og dysturin hesa- ferð gav so prógv um, at HB framvegis dugir hetta kynstrið. Og ikki minst mundi hetta prógvið vera týðandi fyri sjálvsálitði hjá spælarunum. Nr. 89 - 13. mai 2005 19 tur á beint HB-ÍF 6-0 (1-0) 1-0: sjálvmál 2-0:Tór-Ingar Akselsen 3-0: Heine Fernandez 4-0: Rúni Nolsøe 5-0: Rókur Jespersen 6-0: Heine Fernandez Dómari: Eiler Rasmussen. Hóast nakrar ivasamar dómar, so hevði hann eitt gott tak á dystinum. Og ikki minst var gott at síggja ein linjudómara, sum hevur lært seg, hvussu rangstøðureglurnar skulu tulkast. HB: Bárður Johannesen – Hallur Danielsen, Jóhannis Joensen (Hans á Lag, 70.), Rasmus Nolsøe, Janus M. Joensen – Jákup á Borg, Rúni Nolsøe, Kári Nielsen (Svenn Dam Jacobsen, 23.), John Heri Dam (Rókur Jespersen 62.) – Tór-Ingar Akselsen, Heine Fernandez GK: Jákup á Borg, 59., Rúni Nolsøe 78. ÍF: Allan Joensen – John Thomsen, Bartal Eliasen, Pól Ennigarð, Fritleif í Lambanum (Magni á Lakjuni, 12.) – Hanus Eliasen, Høgni Zachariassen, Símun Eliasen, Rúni Elttør (Áki Petersen, 74.) – Sylla D. Ahmed, Gunnar Nielsen (Bárður á Lakjuni, 74.) GK: Rúni Elttør, 64. Fakta um dystin 1-0: sjálvmál, 22. min. Jákup á Borg sendir innskrúvað fríspark úr vinstru. Vandi tykist ikki vera á ferð, men Bartal Eliasen ansar ikki málverjanum, sum er á veg út, og so stútar sterki stopparin í egið mál. 2-0: Tór-Ingar Akselsen, 58. HB kontrar við Tór-Ingari og Jákup móti trimum ÍF- verjuspælarum. Verjan bakkar og bakkar, og tá Tór- Ingar so roynir seg við skoti, smoyggir hetta sær undir Allan Joensen, ið helst burdi vart fyri. 3-0: Heine Fernandez, 64. Jákup á Borg sendir hesaferð frísparksinnlegg høgt móti handaru stong. Har er Heine hægstur, og tó at hann ikki er í javnvág, fær hann stýrt bóltinum inn um stongina, har hann smoyggir sær undir málverjan. 4-0: Rúni Nolsøe, 68. Aftur er Jákup upp á spæl í høgru síðu. Hesaferð endar flata innleggið hjá Tór-Ingari, sum leggur út frá til liðskiparan, ið av brotsteigarmarkinum hegnisliga sendir bóltin út móti stólparótini. 5-0: Rókur Jespersen, Enn einaferð er talan um uppspæl í høgru. Hesaferð kemur Jákup at baklinjuni, og tá hann sendir flatt innfyri, kann Rókur úr stuttari fjarstøðu sparka bóltin í kassan. 6-0: Heine Fernandez, 90. Hallur Danielsen sparkar horna úr høgru. Bólturin ferðast eitt sindur aftur og fram, og at enda fær Heine við vinstra beininum tacklað bóltin í meskarnar. Game, set and match, HB! Málini Málini Málini Soleiðis sum dysturin leið, er myndin sera sigandi. HB á veg avstað í fullari ferð, meðan fuglfirðingarnir standa eftir sum áskoðarar Nú skal gentu- róðurin býtast í tvey Róðrarsambandið skjýtur upp, at genturóðurin verður flokkaður í eina kapping fyri tær eldru og eina fyri tær yngru KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Um tað verður, sum nevnd- in í RSF vil, so verður tað soleiðis í framtíðini, at kappingin millum gentur og kvinnur í 5-mannaførum verður í tveimum. Higartil hevur tað verið soleiðis, at 18 ára aldursmark hevur verið hjá drongjum fyri at rógva við 5-mannaførum. Sovorðið aldursmark hevur ikki verið hjá gentunum. Har hevur einki aldursmark verið uppeftir. Hetta vil RSF nú broyta. Skotið verður upp, at ald- ursmarkið hjá dreingjunum skal eisini verða galdandi hjá gentunum. Tað vil siga, at tær skulu vera fyltar 14 ár, men tó ikki vera fyltar 18 ár áðrenn 1. mai sama kappingarár. Tó kann róð- ursmaðurin vera yvir 18 ár. Gentur undir 18 ár fara at kappast fyri seg, og gentur yvir 18 ár fara at kappast fyri seg umborð á 5-manna- førum. Í viðmerkingunum til broytingaruppskotið sigur nevndin í RSF, at orsøkin til uppskotið er tilgongdin frá barnaróðrinum, sum vísir seg at vera serliga stór mill- um genturnar. Um uppskotið til broyt- ing verður samtykt, so fer tað at hava við sær, at tað fer at sleppast undan at býta kappingina upp í bólkar, tí luttakandi bátarnir fara at verða ov nógvir í einari kapping. Harafturat fer broytingin eisini at loysa aðrar trupulleikar. Ein er, at tað fer at bera betri til at fáa bátar til teirra, sum hava áhuga í at rógva, og ein onnur er, at fyritreytin fyri javnari kappingum fer at verða betri, tá ið aldurs- munurin ikki fer at verða so stórur, sum tað higartil hevur verið møguleiki fyri. Um uppskotið fer at vinna frama, so fara tað í framtíðini at vera sjey FM kappingar: 5-mannafør dreingir, 6-mannafør kvinn- ur, 5-mannafør gentur, 5- mannafør kvinnur, 6- mannafør menn, 8-manna- før og 10-mannafør. RSF nevndin skjýtur upp, at hon fær heimild til í hvørjum einstøkum føri at áseta, hvussu raðfylgjan í kappingunum skal verða.