fríggjadagur 13. mai 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 89 - 13. mai 2005
Teir á oddaliðnum
vóru sera taktiskt
tilvitaðir, og tað
eydnaðist teimum at
koma afturíaftur,
hóast teir í steðginum
mistu tveir
landsliðsspælarar
SKÁLA-B36
Jóannes Hansen
Tað er eyðsýnt, at B36
hevur gott fólk. Men sjálv-
andi kennist tað aftur, tá ið
tveir av lyklaspælarunum
ikki eru førir fyri at spæla
og báðir í senn mugu geva
skarvin yvir.
Soleiðis var tað á dýrdar-
veðrinum á Skála miku-
kvøldið, har tað vóru heilt
nógvir áskoðarar – av Skála
og úr Eysturoynni og eisini
úr høvuðsstaðnum. Tá ið
liðini komu á vøllin eftir
hvíldina, vóru B36 liðfor-
maðurin, Pól Thorsteins-
son, og miðvallarin Ingi
Højsted ikki at síggja. Teir
vóru báðir skaddir, og B36
venjarin hevði umskipað
soleiðis, at Fróði Benja-
minsen var farin í miðverj-
una, og Bárður H. Joensen
og Levi Hannsen vóru
nýggir á miðvøllinum.
Skála hevði verið eitt vet
omaná í fyrra hálvleiki.
Teir høvdu bóltin væl
meiri, enn gestirnir høvdu.
Orsøkin var ikki minst, at
B36 einki hevði ímóti, at
heimaliðið hevði bóltin á
sínari hálvu. Allan Mørkøre
var einsamallur á toppin-
um, og á miðvøllinum, har
Ingi Højgaard og Klæmint
Matras vóru stóru arbeiðs-
menninir, var nógv fólk og
tískil trongt.
Á heimaliðnum var Jón-
hard Frederiksberg einsa-
mallur á toppinum, meðan
Bogi
Gregersen
hevði
útgangsstøðu frammarlaga
á miðvøllinum og var
skjótur fram á toppin, tá ið
møguleikin stóðst.
Skála eigur nógvar trygg-
ar bóltspælarar. Sjáldan í
Føroyum sæst, at eitt lið
kanska einar tjúgu ferðir
megnar at flyta bóltin aftur
og fram og úr borði og í
borð, og at spælararnir hava
sjálvsálit at spæla og ikki
sparka, hóast teir eru eitt
sindur trongdir. Tað gjørdu
skálamenn ofta mikukvøld-
ið, men so eigur at verða
lagt afturat, at tað longri
frammi var torført hjá teim-
um at spæla seg ígjøgnum
tronga og trygga verjupart-
in hjá B36.
Tá ið B36 fekk fatur á
bóltinum var konseptið, at
tað skuldi berast skjótt at.
Fleiri ferðir royndu teir við
longum sendingum fram til
Allan Mørkøre, og Bergur
Midjord í høgru og Eyðun
Højgaard í vinstru bjóðaðu
seg til í borðunum fyri at
stuðla
einsamalla
manninum á toppinum. Í 1.
hálvleiki var tað einar
tríggjar ferðir nær við og
næstan, men B36 hevði
onga vandamikla skotroynd
móti Skála málinum.
Skála hevði tveir møgu-
leikar, sum kundu havt
borið mál við sær. Í fyrra
førinum royndi Jónhard úr
eitt sindur spískum, og í
seinna førinum – tað mundi
vera besta álopið allar 90
minuttirnar – heilfluktaði
Bogi Gregersen eitt sindur
úr høgru og í handaru
stólparót, og so trillaði bólt-
urin eftir málstrikuni aftan-
fyri Jákup Mikkelsen. Iuli-
an Florescu hevði lagt fint
innfyri, eftir at Jónhard
Frederiksberg hevði sneitt
tveir av og malið um seg
sjálvan, áðrenn hann legði í
borðið.
Skála løtan
Fyrra partin av seinna um-
farinum var heimaliðið
greitt omaná. B36 hevði
eitt sindur ilt við at fóta
sær, eftir at lyklaspælararn-
ir vóru farnir av vøllinum.
Skála tevjaði blóð, og teir
gjørdust meiri álopssinn-
aðir. Bogi Gregersen fór
fram á toppin, Pætur Dam
Í gjár varð roknað
við, at Skála mál-
skjúttin varð so
mikið vøddaskadd-
ur mikukvøldið, og
tað er lítið sannlíkt,
at hann verður
førur fyri at spæla
mánadagin
SKÁLA
Jóannes Hansen
Málskjúttin hjá Skála til
1-0 var Bogi Gregersen.
Sjálvur segði hann eftir
dystarlok, at hann líka
sum kendi bóltin kitla
høvdið, sum næstan er
kokurakað!
Iulian
Florescu hevði sent frí-
spark innfyri.
Málið skoraði Bogi
Gregersen í 67. minutti,
og eitt lítið korter seinni
noyddist hann av vøll-
inum. Hann stóð ella lá
skaddur, tá ið B36 javn-
aði. Í gjár roknaðu teir á
Skála við, at álopsspæl-
arin var vøddaskaddur,
og so er lítið sannlíkt, at
hann verður førur fyri at
spæla mánadagin, tá ið
Skála skal til Runavíkar.
Skála liðformaðurin,
Pauli G. Hansen, heldur,
at tað sást á avrikinum
hesa ferð, at nógvir dyst-
ir hava verið á skránni
síðstu dagarnar:
– Vit vóru moyrir, og
intensiteturin var ikki
tann sami, sum tá ið vit
spældu móti HB.
Hvussu við málunum?
– Vit megna eina ferð
enn at fáa mál í deyð-
bóltsstøðu, og so hevði
fluktarin hjá Boga Gre-
gersen í 1. hálvleiki at
havt betri uppiborið enn
at farið í stólpan og so
framvið málstrikuni.
Hvussu upplivdi tú
teirra mál?
– Vit hugsa kanska ov
nógv um at økja til 2-0
heldur enn at binda um
tepru leiðsluna. Men tað
liggur ikki til okkara at
spæla verjukent. Tað er
altíð
vandamikið
at
missa á veg í álop. Tað
var henda støðan undir-
striking av. Eg haldi, at
hetta var einasta ferðin í
øllum dystinum, at eg
var orduliga framman-
fyri miðjuna, og teir í
B36
vóru
framúr
effektivir, tá ið teir fingu
møguleikan.
Ert tú nøgdur við
úrslitið?
– Tað er altíð keðiligt
at missa, tá ið tú hevur
verið á odda. Vit høvdu
bóltin meiri enn teir, og
vit høvdu fleiri møgu-
leikar, men síðstu løtuna
vóru teir kanska meiri
drúgvir, so eg haldi, at
vit kunnu liva við einum
stigi, sigur Pauli G.
Hansen, liðformaður hjá
Skála.
Skálamenn vóru
troyttir
Skála-B36 1-1 (0-0):
Í B36 eru teir serfrøðingar í góð
Skála tevjaði blóð eina løtu eftir steðgin, og hjá B36 stóð nógv á royndunum at halda teimum burturi