fríggjadagur 13. mai 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 13. mai 2005
21
ðari úrtøku
Jacobsen gjørdist meiri
álopskendur miðvallari, og
B36 megnaði ikki at byrgja
fyri so frammarlaga, sum
teir høvdu gjørt tað í 1.
hálvleiki.
Skála
hevði
onkrar
møguleikar, men teir vóru
ikki so stórir. Næst við at
fáa mál vóru teir, tá ið
annars tryggi Jákup Mikk-
elsen misti bóltin afturum
seg, men lukkutíð fyri hann
og B36, so trillaði bólturin
út til horna.
Skála málið kom eftir
óneyðugt fríspark heilt úti í
vinstra verjuborði hjá B36.
Fróði Benjaminsen tiltusk-
aði sær gult kort fyri at
halda, Iulian Florescu sendi
forargiliga
innskrúvandi
sending í brotsteigin, og tá
ið Bogi Gregersen stakk
seg fram og tóktist ætla at
broyta kósina á bóltinum,
so sigldi bólturin víðari í
handara síðu av málinum.
Bogi snittaði, men tað var
ikki meiri enn tað.
B36 løtan
B36 tóktist eitt vet skelkað,
men
tað
var
oddaliði
verdugt, at teir megnaðu so
skjótt at vinna seg aftur.
Óbi, sum ikki átti pláss
millum teir fyrstu ellivu
hesaferð, varð settur undir
liðina á Allani Mørkøre,
innskifti Levi Hannsen
gjørdist eisini álopsspælari,
og
Fróði
Benjaminsen
slepti onkra ferðina í verj-
uni og fór framvið, og
síðstu tjúgu minuttirnar var
tað størri tyngd í gestunum,
sum fluttu seg longri fram á
vøllin.
B36 hevði onkrar skot-
royndir, men tað var bara
eina ferð, at teir høvdu upp-
lagdan
møguleika,
og
spurningurin er, um tað
yvirhøvur var upplagdur
møguleiki, tá ið Allan
Mørkøre úr spískum í
vinstru og við vinstra beini
sendi flatt í kassan. Skála
málverjin var komin út
ímóti, men hann tóktist
hava mist orienteringina, tí
málið var víðopið, og Allan
legði bóltin mitt í málið.
Uppspælið til málið var
long sending fram, eftir at
B36 hevði vunnið bóltin frá
skálamonnum, sum høvdu
nógv fólk frammi. Innskifti
Bárður H. Joensen vann
bóltin, dróg til høgru og
sendi diagonalt og langt og
neyvt til Allan Mørkøre,
sum dugdi væl at gera seg
breiðan og at halda mót-
støðumenninar burtur, so
hann fekk frið og náðir at
smekka í málið.
So var tað B36, sum tókt-
ist hava fingið blóð á tonna,
og teir vóru framvið fyri at
fáa
sigursmálið.
Men
hvørgin parturin megnaði
at spæla seg til upplagdar
møguleikar, og so fóru allir
partar nøgdir út aftur í
summarveðrið.
Fakta um dystin
Skála-B36 1-1 (0-0)
1-0: Bogi Gregersen 67.
1-1: Allan Mørkøre 81.
Dómari: Suni Johansen
Skála: Vlada Filipovic – Bárður Danielsen, Rúni
Rasmussen, Milic Curcic, Iulian Florescu – Bogi
Gregersen (Rói Jacobsen, 83.), Pætur Dam Jacobsen,
Pauli G. Hansen, Nenad Stankovic, Hanus Thorleifsson
(Sveinur Justinussen, 86.) - Jónhard Frederiksberg,
Gult kort: Iulian Florescu, Milan Curcic
B36:
Jákup Mikkelsen – Kenneth Jacobsen, Pól
Thorsteinsson (Bárður H. Joensen, 46.), Herbert í Lon
Jacobsen, Alex Santos – Bergur Midjord, Ingi Højsted
(Levi
Hannsen,
46.),
Klæmint
Matras,
Fróði
Benjaminsen, Eyðun Højgaard (Obele Okeke Onyebuchi,
70.) – Allan Mørkøre
Gult kort: Fróði Benjaminsen
Sigfríður Clement-
sen var ikki ovfarin
av, at tað síðstu
løtuna eydnaðist
hansara monnum
at vera omaná, og
hann heldur seg
ikki kunna vera
annað enn væl
nøgdan
B36
Jóannes Hansen
B36 venjarin, Sigfríður
Clementsen, var væl
nøgdur við tað, hansara
menn høvdu avrikað á
Skála, og hann var væl
nøgdur við úrslitið.
– Vit vunnu eitt stig, og
tað høvdu vit uppiborið.
Teir høvdu onkran góðan
málmøguleika, og Jákup
mundi spælt okkum eitt
puss, tá ið hann misti
bóltin. Men teir fáa mál
upp á óneyðugt fríspark
hjá okkum, og tað var
spell, tí vit høvdu tosað
um, at teir eru vanda-
miklir í deyðbóltsstøð-
um.
Tit
vóru
varnir
í
útgangsstøðuni?
– Vit vóru greiðir yvir,
at teir vóru moyrari enn
vit, tí teir høvdu spælt
hósdagin í síðstu viku, tá
ið vit høvdu frí. Vit rokn-
aðu við, at vit fóru at
hava meiri orku til seinna
partin av 2. hálvleiki, og
soleiðis varð tað. Eg
vænti, at vit høvdu verið
førir fyri at skora hatta
málið undir øllum um-
støðum, og tað vil siga
eisini, um teir ikki høvdu
havt fingið mál.
– Harafturat skal leggj-
ast, at vit vóru ógvuliga
skerdir á miðvøllinum.
Eftir steðgin mistu vit
Inga Højsted, sum so at
siga ikki ger mistøk, og
Fróði noyddist eisini av
miðvøllinum. Hetta rakti
serliga meint, tá ið
Mikkjal Thomassen ikki
var við, tí hann var
leikbannaður.
Hvussu verður við
skaddu spælarnum?
– Eg veit ikki heilt. Vit
mugu bíða og síggja,
hvussu tað fer at taka seg
upp. Ingi Højsted er
plágaður av sama lítla
vøddaskaða, sum ofta
argaði, tá ið hann var í
Arsenal, og tað er ikki
greitt, um skaðin hjá Pól
Thorsteinsson er vødda-
skaði, ella um tað hevur
við sjálvan liðin at gera,
sigur Sigfríður Clement-
sen.
B36 dúvaði upp
á síðstu løtuna
Mynd: Jens Kristian Vang