Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-13, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 89 - 13. mai 2005 Hjalgrím Elttør heldur, at tey í KÍ nú bara bíða eftir forloysandi málinum. Men hann ásannar eisini, at hetta má koma nakað skjott FÓTBÓLTSPRÁT Jákup Mørk – Tað er sama søgan hjá einum liði, sum hevur mót- gongd. Vit royna at spæla, og vit koma fram til nakrar møguleikar. Men vit skora ikki, og tá vit so fremja eitt mistak, so verða vit revsað- ir. Soleiðis staðfestir Hjal- grím Elttør, tá vit fingu orðið á hann mikukvøldið. Um spælið sjálvt helt Hjalgrím annars, at hetta hevði verið á eini leið. – Eg haldi sjálvur, at vit eru ávegis úr aldudalinum. Vit stýra dystinum fyri tað nógva, og vit skapa eisini nakrar møguleikar, men tað vil bara ikki rigga í løtuni. Men við innsatsinum, sum var gjørdur til dystin, so er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn vit fáa gongd á. Men tíð er kanska ikki tað, sum tit hava mest av í løtuni? – Nei. Tað blíva altso ikki við at vera 27 dystir eftir at spæla. Á stigatalvuni sær tað so yvir høvur ikki ser- liga gott út hjá okkum. Vit eru um at fáa spælið at koyra, og vit skapa møgu- leikarnar, men okkum vant- ar enn mál og stig, og tað eru hesi, sum telja, er turrisliga stafðestingin at enda. EB/Streymur trívist bara heilt væl í Klaksvik, har teir enn einaferð fingu fulla úrtøku mikukvøldið FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Skuldi KÍ vinna seg úr kreppulíknandi støðuni, so var EB/Streymur helst ikki rætta mótstøðuliðið. Seinnu árini hava nevnliga víst, at skal tosast um nakað ræðslumótstøðulið hjá KÍ, so er EB/Streymur framm- arliga í hesum hugtakinum. Ferð eftir ferð hava teir á felagsliðnum við einføld- um midlum sett KÍ út av spælinum, og í nógvar mát- ar var talan um eina endur- tøku í so máta mikukvøld- ið. At hetta so eisini er nak- að, sum áskoðararnir hava vant seg við, tóktist greitt mikukvøldið. Talan var í øllum førum um eina hampuliga stóra fjøld, sum í miðvikuni hevði lagt leið- ina norður um Leirvíks- fjørð, har tey kanska rokn- aðu við, at gongd av álvara fór at koma á stigainnsavn- anina. Toppskjúttin á blettinum Tað var nevnliga fyri tað nógva KÍ, sum hevði bóltin. Teir royndu at trýsta móti EB/Streyma málinum, og nakrar ferðir fyri steðgin eydnaðist eisini at koma til møguleikar. Nærri enn ein- um vandamiklum stútara frá Ova Nysted komu teir tó ikki, og hinvegin lúrdi EB/Streymur alla tíðina. Teir heilt stóru møguleik- arnar gjørdist talan tó ikki um. Serliga tí nógv av kontra-spælinum hjá gest- unum byggir á langar høgar bóltar fram móti áleyp-ar- unum, og móti eini verju við eitt nú Niclas Niclasen á liðnum, er hetta kanska ikki akkurát rætta upp- skriftin. Stutt inn í seinna hálvleik hepnaðist tó. KÍ misti í álopsstøðu, og hóast tein- urin til málið var langur, so eydnaðist tað at senda Sorin Anghel avstað. Og tá Karstin Joensen kom út ímóti, eydnaðist rumenska framerjanum at prika til higartil málleysa Sonna L. Petersen, sum úr spískum kundi senda í kassan. Áhugaverdar avleiðingar Og so var talan um somu søgu hjá KÍ. Trúgvin uppá, at tað kundi bera til at vinna á EB/Streymi tóktist vera fullkomuliga horvin. Teir royndu at trýsta, og teir fluttu fólk fram á vøllin, men veruliga bit var ikki í álopsspælinum. Og tá gestirnir samstun- dis vóru nøgdir við at halda fast um leiðsluna, so gjørdist talan ikki um tað mest áhugaverda fótbólts- spælið. Fyri báðar partar var tal- an tó um áhugaverd úrslit. Hjá EB/Streymi var hetta fyrsti sigurin, síðani teir í fyrsta umfarinum bastu GÍ, og bara tað í sjálvum sær er nógv vert. Hartil fekk Sonni L. Petersen við mál- inum eisini gongd á mál- skjótingina, og so er spurn- ingurin, um hetta var start- skotið til enn eitt gott kapp- ingarár hjá toppskjúttanum frá í fjør. Hjá KÍ var hetta hinvegin ein staðfesting av, at eitt venjaraskifti í sjálvum sær ikki er nøkur loysn úr eini kreppu. Enn liggur nógv og hart arbeiði fyri framman, um klaksvíkingar vilja ota seg uppeftir á talvuni. Enn er ikki ov seint, men mun- urin uppeftir kann skjótt gerast heldur stórur, um gongdin ikki verður vend. Fakta um dystin KÍ-EB/Streymur 0-1 (0-0) 0-1: Sonni L. Petersen, 55 Dómari: Georg Rasmussen KÍ: Karstin Joensen – Leon Bjartalíð, Niclas Niclasen, Jan Andreasen, Eyðun Klakstein (Kristoffur Jacobsen, 80.) – Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør, Høgni Madsen (Julian Samuelsen, 70.) – Arnold Joensen (Erling Fles, 62.), Ove Nysted, Heðin á Lakjuni EB/Streymur: Gunnar á Steig – Bárður Olsen, Andrzej Pacek, Fróði Clementsen, Ólavur Poulsen (Gert Hansen, 52.) – Teitur Joensen (Knút Vesturtún, 46.), Marni Djurhuus, Jákup Martin Joensen, Hans Pauli Samuelsen (Hallur Jacobsen, 80.) – Sonni L. Petersen, Sorin Anghel GK: Knút Vesturtún, 78., Jákup Martin Joensen, 81., Sonni L. Petersen, 90. KÍ-EB/S 0-1 (0-0): Enn einaferð Sum áleypari er sjálvsálitið av avgerandi týdningi, og tá hann í fjør fekk handað gylta skógvin, staðfesti Sonni L. Petersen eisini, at kanska júst hetta hevði verið týdningarmesta or- søkin til málini. Í ár hevur tó einki vilja borið til. Sjúka og skaðar hava darvað venjingunum í uppstartinum, og tí hevur spælitíðin verið avmarkað. Á máltalvuni hevur verið púrasta turt, men í áttanda umfarinum eydnaðist altso at fáa hol á. – Sorin gjørdist púra leysur av verjuni. Hann rak ímóti málverjanum, og tá hesin kom ímóti, so fekk eg prikað bóltin í málið, greið- ir Sonni sjálvir frá. Hvussu kendist tað at skora aftur? – Heilt fantastiskt. Og tað er ikki bara eg, sum havi bíðað eftir einum máli. Bæði spælararnir og trúgvu áskoðarar okkara hava alla tíðina vóna, at tað skuldi bera til hjá okkum. Vit hava jú spælt ov nógv javnt og vunnið ov lítið, men vón- andi var hetta tað, sum skal til fyri at venda gongdini, segði fegni málskjúttin at enda. -jm Fastlæstir – Vit skora ikki, og tá vit so fremja eitt mistak, so verða vit revsaðir, heldur Hjalgrím Elttør Mynd: Bárður Lydersen Forloysing EB/Streymur vísti enn einaferð, at teir trívast framúr væl í Klaksvík Mynd: Bárður Lydersen