Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 13. mai 2005 23 Talan var um nógvar nærdystir, til tíðir hart spæl og fáar møguleikar, vóru á skránni, tá GÍ og NSÍ hittust í Gøtu FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Ikki óvæntað løgdu báðir partar nógv fyri, tá granna- uppgerð var í Sarpisgerði mikukvøldið. GÍ og NSÍ hava mangan leikt bæði javnar og spenn- andi dystir, og skal metast út frá hesum báðum kriteri- unum, so var talan als ikki um nakað undantak. Sum skilst, so var talan tó ikki um tað heilt stóra fót- bóltsspælið frá pørtunum. Serstakliga høvdu gestirnir ilt við at fáa nakað at hanga saman, meðan gøtumennin- ir hinvegin royndu at trýsta spælið niðaneftir. Málmøguleikarnir vóru tó ikki teir nógvu í tali. Eina ferð vóru vertirnir um at gerast púra leysir, og í hinum endanum stóð nógv á, tá Jónstein Petersen høgdi á tvørtræið, men meira enn tað sama gjørdist talan ikki um. Hinvegin var dramatikk- urin alla tíðina í hæddini. Ikki minst móti dystarenda, tá tvístøða millum Magna Jarnskor og Óla Hansen væl kundi borið reytt kort við sær. Umskipanir Hjá gøtumonnum var talan um eitt hampuliga nógv umskipað lið. Súni Olsen var sjúkur undan dystinum, og sat tí á beinkinum, tá dómarin bríkslaði ígongd, og heldur ikki hevði tað eydnast at fáa Sámal Joensen kláran til dystin. Tað merkti, at miðvøllur- in varð mannaður við Símun Louis Jacobsen og Sam Jacobsen, men hóast nýggja samanseting, so vóru boðini úr Gøtu, at teir báðir stóðu royndina væl og virðiliga. Eisini runavíkingar høvdu framt onkra broyting á liðnum. Serstakliga var merkisvert, at Dánjal Han- sen hesaferð varð royndur á kantinum, uttan at hetta tó gav so øgiliga tyngd í hendan partin av spælinum. Tungur javnleikur hjá GÍ Samanumtikið, so mundi javnleikurin eisini vera á eini leið. Men serstakliga hjá gøtumonnum mundi hesin kennast tungur. Bæði EB/Streymur og TB fingu fulla úrtøku í sínum dyst- um, og tí munaði javnleik- urin lítið í botnstríðnum, har VB nú liðið, sum gøtu- menn skulu royna at fáa aftur. Hjá NSÍ mundi einsmalla stigið hinvegin kennast eitt sindur meira troystarfult. Serstakliga tí javnleikurin á Skála hevði við sær, at fjar- støðan til oddin ikki mink- aði. Komandi vikuskiftið hevur NSÍ vitjan av Skála, og verður talan um fulla úrtøku til ta tíð, fer at síggja heilt ljóst út fyri heiðurs- merkjavónunum, sum fyri bara góðari viku síðani tóktust sera kámar. Eyðun á høkjum Tíggju minuttir fyri leiklok noyddist Eyðun Klakstein hjá KÍ av vøllinum. Veter- anurin, sum í ár hevur verið fastur á annars óvanda vinstra bakk- inum, var offur fyri eini ógvusligari tackl- ing frá Knút Vestur- tún. Úrslitið var ein ferð á skaðastovuna, har tað varð staðfest, at talan er um ein lið- bandsskaða. Spurdur, hvussu leingi hann roknar við at vera burturfrá, sigur Eyðun, at talan helst verður um hampuliga drúgva tíð. – Eg havi havt líkn- andi skaðar fyrr, og tá hevur talan gjarna verið um einar seks vikur, so fyribils verið eg í øllum førum ikki á vøllinum. -jm Brotið armin Millum teir spælarar, sum ikki vóru á vøll- inum fyri EB/Streym í Klaksvík, var Egil á Bø. Stinni verjuleikarin taldist annars millum málskjúttarnir, tá EB/Streymur spældi javnt móti ÍF, men eftir dystin varð hann send- ir ein túr á skaðastov- una. Hann hevði nak- að av pínu í arminum, og læknin kundi eftir- fylgjandi staðfesta, at talan var um brot, so fyribils er armurin altso lagdur í gips. -jm Hóast tað heldur ikki hesa- ferð eydnaðist GÍ at vinna, so helt Poul Arni Jacobsen, at spælið seinastu ferðirnar hevur givið teimum eina væl grundaða vón um, at tað skal bera til at koma av botnsesssinum í Formula- deildini. – Menn kempaðu ótrú- liga væl ígjøgnum allan dystin, og til tíðir hekk spælið eisini heilt væl sam- an. Ikki minst vóru Sam og Símun Louis óførir á mið- vøllinum, helt hann. Og tit hildu eisini málið reint hesaferð. Er tað ikki nakað, sum styrkir sjálvs- álitið? – Heilt avgjørt. Tað hevði sera stóran týdning fyri okkum. Vit sluppu undan persónligu mistøkunum, sum hava kostað so dýrt seinastu ferðirnar, og so mugu vit royna at fáa spælið at hanga betri saman frameftir. Ikki tí, vit hava skotið hampuliga nógv mál, men sera fá av hesum eru komin úr opnum spæli, so tað er nakað, sum vit mugu arbeiða víðari við, heldur hann. -jm Hóast javnleikurin uttan iva var til at liva við hjá runa- víkingunum, so helt Jústin- us R. Hansen ikki, at teir skulu vera nøgdir um spæl- ið. – Tað hekk snøgt sagt ikki nóg væl saman hjá okkum. Vit stóðu væl í verjupartinum, har vit hava sera gott tak á teirra álops- spælarum. Men fram eftir vøllinum skapa vit at kalla einki. Jónstein hevur eitt skot á tvørtræið, og Ike og Christian Høgni hava eisini møguleikar, men sum heild skaptu vit alt ov lítið, helt hann. Men sum hini úrslitini lagaðu seg, so helt Jústinus kortini, at javnleikurin var til at liva við. – Javnleikurin á Skála bar við sær, at fjarstøðan ikki øktist. Næstu ferð hava vit Skála, sum vit enn ongantíð hava mist stig ímóti, og tann statistikkin mugu vit so royna at halda fast um, segði Jústinus R. Hansen at enda. -jm GÍ-NSÍ 0-0: Eini grannauppgerð so líkt Glottar at hóma Ikki nóg gott Fakta um dystin GÍ-NSÍ 0-0 Dómari: Lassin Isaksen GÍ: Marcin Dawic – Hans Pauli Petersen, Robert Rzeezyeki, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen – Áslakur R. Petersen, Símun Loius Jacobsen, Sam Jacobsen, Poul Henning Jacobsen – Poul Arni Jacobsen, Krzystof Popczynski GK: Hanus Jacobsen, 67., Sam Jacobsen, 75., Áslakur R. Petersen, 90. NSÍ: Jens Martin Knudsen – Brynjálvur Nielsen, Óli Hansen, Viggo Johannesen, Einar Hansen – Dánjal Hansen (Jústnes H. Hansen, 83.), Jústinus R. Hansen, Helgi L. Petersen, Jónstein Petersen – Ikechukwu Onyema (Andy Olsen, 57.), Christian Høgni Jacobsen GK: Jústinus R. Hansen, 71., Óli Hansen, 88. Gøtumenninir vóru teir spælstýrandi í kontant spældu grannauppgerðini, men heldur ikki hesaferð eydnaðist teimum at fáa fult Mynd: Jens Kristian Vang