Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-13, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 89 - 13. mai 2005 Í Vági er framvegis talan um fýrverk, meðan tvørámenn bæði megnaðu setningin, sum var at halda tætt í verjuni, og at skjóta málið, sum bar við sær, at teir fingu øll stigini við av Vágseiði FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Tað var gott lag, tá ið tvørámenn fóru norður aftur um Hovsegg í dýrdar- veðrinum mikukvøldið. Í viðførinum høvdu teir øll trý stigini, og harvið varð enn eina ferð staðfest, at vágbingar eru í tungum sjógvi. VB legði fyri sum eitt ódnarveður, og fyrra partin av fyrra umfarinum høvdu teir fleiri møguleikar at leggja seg á odda. Men enn eina ferð megnaðu teir ikki at fáa bóltin í mótstøðu- málið, og so gekk tað, sum tað so ofta hevur gjørt hjá VB fyrr í ár. Símun Samu- elsen og Dan Djurhuus høvdu góðar møguleikar, men Predrag Markovic var enn eina ferð sannur meist- ari millum TB stólparnar. Tvørámenn fótaðu sær, teir fingu verjupartin so tættan, sum hann hevur verið í undanfarnu umfør- unum, og tá ið VB ikki fekk mál, og tá ið tað ofta varð lagt í miðverjuna hjá TB, so stóðust onkrir kontra møguleikar til TB. Tvørámenn høvdu broytt miðvallar uppstilling, og tá ið ein hálvur tími var farin, noyddust teir aftur at broyta. Bárður Dimon var nýggjur á miðvøllinum, og hann tóktist vera væl fyri, eftir at hann higartil í ár hevur spælt í Esbjerg IF 92 í Danmarksseriuni. Hetta er felagið, sum John Rød- gaard í síni tíð spældi við, áðrenn hann miðskeiðis í sjeyti árunum kom til Tvøroyrar og TB. Alexander Jovevic var aftur á TB miðvøllinum. Men har var hann bara í ein hálvan tíma, so noyddist hann at gevast orsaka av skaða. Tá varð Birgir Rasmussen fluttur á sentr- ala plássið, meðan Einar Petersen kom inn í borðin- um. Talan var um intensa uppgerð, og nervin var í allar 90 minuttirnar og í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Tá var um reppið, at VB javnaði, men í góðveðrinum reið TB stormin av. Einasta málið skoraði Emmanuel Larbi, tá ið seinna umfarið var tjúgu minuttir gamalt. Einar Petersen legði innfyri. VB verjuspælari ætlaði við bringuni at temja aftur til Bjarna Johansen, men tað miseydnaðist, Larbi var skjótur, fekk fatur á bólt- inum og sendi hann í VB málið. Nøgdur venjari Milan Milanovic er venjari á Tvøroyri. Har geva teir honum framúr gott skoðs- mál. Venjarin undirstrikar, at málið framvegis er at varðveita plássið í bestu deildini. – Eg eri sera væl nøgdur við verjupartin. Higartil hava vit ikki megnað álops- spælið nóg væl, men eg haldi, at tað var betri hesa ferð. Vit mugu arbeiða mið- víst við at verða skjótari í umstillingsspælinum frá verju og í álop, og vit mugu flyta okkum skjótari fram á vøllin. Eg vænti, at hetta fer at batna, og tá ið Jovevic verður tøkur aftur, og tá ið vit í summar fara at fáa Dan Mortensen aftur, so verður tað uppaftur betur, sigur Milan Milanovic, sum rósar sínum monnum fyri góðan hugburð. Í Vági er lagið einki serligt. VB heimasíðan veit at siga, at tað kring vøllin mikukvøldið vóru røddir, sum hoyrdust tosa um at skifta venjaran út. Tað er tó torført at brigsla venjaran- um, at bólturin ikki verður skotin í mótstøðumálið, tá ið liðið megnar at spæla seg til møguleikar. TB venjarin, Milan Mila- novic, var í 1997 og fyrra partin av 1998 venjari í Vági. Tá ið vit spyrja hann, hvat hann heldur um VB avrikið, so svarar hann so- leiðis: – VB eigur nógvar góðar spælarar. Eisini á miðvøll- inum og í álopinum. Í løt- uni hava teir trupulleikar at fáa mál. Tað hevur eisini nakað við sjálvsálitið at gera, og tað kemur og fer alt eftir, hvussu tað gongst. Í løtuni eru teir í óndari ringrás, men sjálvandi kann tað venda. Eg havi mítt lið at hugsa um, og í løtuni fegnast vit um, at vit eru omanfyri strikuna. Men tað verður torført, tí liðini nið- anfyri okkum hava øll givið ábendingar um, at tey hava góð evni. VB-TB 0-1 (0-0): Milan er stoltur av sínum monnum Fakta um dystin VB-TB 0-1 (0-0) 0-1: Emmanuel Larbi 64. Dómari: Birgir Sondum VB: Bjarni Johansen - Mortan úr Hørg, Anders Sørensen, Michael í Lágabø, Kári í Lágabø (Súni úr Hørg, 59.) - Símun Samuelsen, Evrad Ble, Milan Culic, Poul N. Poulsen - Nenad Zivanovic (Jón K. Poulsen, 72.), Dan Djurhuus Gult kort: Milan Culic TB: Predrag Markovic - Predrag Zivkovic, Aca Petrovic, Óli Johannesen, Jón Johannesen - Búi Mortensen (Mortan Enni, 75.), Bárður Dimon, Alexander Jovevic (Einar Petersen, 29.), Birgir Rasmussen - Emmanuel Larbi, Olivur Abrahamsen (Hallur Christiansen, 88.) Gult kort: Bárður Dimon Talan var um intensa uppgerð, og nervin var í allar 90 minuttirnar og í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat Mynd: Áki Bertholdsen