fríggjadagur 13. mai 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 13. mai 2005
25
Meðan HB einki hevur
megnað, tá ið teir hava
verið á bygd, so tykist
B36 ikki at hava stór-
vegis trupulleikar, tá ið
teir eru uttan fyri
høvuðsstaðin
8. UMFAR SAMANUM
Jóannes Hansen
Áttanda umfarið av teimum
27, sum hetta kappinga-
rárið fevnir um, var avgreitt
mikukvøldið, tá ið fót-
bóltsveðrið var so framúr
gott, sum tað næstan ikki
ber til at ímynda sær, at tað
kann vera her á landi.
Umfarið var málfátækt.
Verður sæð burtur frá HB
stórsigrinum á heimavølli
móti fuglfirðingum, so
vórðu í hinum fýra upp-
gerðunum skorað fýra mál!
Í Klaksvík og í Vági skor-
aðu útiliðini hvør sítt mál, í
Gøtu kom einki mál, og í
toppuppgerðini á Skála
endaði tað 1-1.
Gongdin seinastu vikur-
nar varð staðfest miku-
kvøldið. Undantakið var í
Gundadali.
HB,
sum
skinklaði á Skála sunnu-
dagin, vant burturúr ÍF. Í
fyrra umfarinum reið um
snarið. ÍF hevði bóltin
nógv, men HB hevði stóra
úrtøku, og ÍF leið eisini
undir, at málverjin ikki var
so heppin hesa ferð. At
málverjin er tryggur og
dugnaligur hevur alstóran
týdning. Tað kunnu eitt nú
teir í B36 og ikki minst í
TB skrivað undir uppá.
ÍF smokkaði fullkomu-
liga saman, og tað verður
ivaleyst tungt tak hjá Peturi
Simonsen uppundir Hvítu-
sunnuna at savna stubb-
arnar og at royna at pota
sjálvsálitið aftur í sínar
spælarar. Mótstøðuliðið 2.
Hvítusunnudag, KÍ, tykist
ikki so øgiligt.
Tá ið trý umfør vóru
spæld, hevði KÍ fingið sjey
stig. Teir høvdu vunnið
móti HB í Klaksvík og GÍ í
Gøtu, og so høvdu teir
fingið javnleik á heimavølli
móti VB. Tá varð tað mett
sum meiri enn hálvur
kiksari, at tað ikki fekst full
úrtøka ímóti VB. Síðani
hevur KÍ spælt fimm ferðir,
og úrtøkan hevur verið eitt
stig. Oddbjørn Joensen
hevur havt um stýrisvølin í
tvær ferðir 90 minuttir, og
higartil hevur tað ikki
eydnast KÍ at skjóta mál,
síðani teir skiftu venjara.
KÍ er á áttanda plássin-
um. Mánadagin skulu teir
spæla í Fuglafirði, og
samstundis
skulu
EB/
Streymur og VB, sum eisini
eru millum tey, ið liggja
lágt, hittast á Eiði, og GÍ
skal spæla á Tvøroyri. Við
sigrinum í Vági er TB
klatrað fram á sætta pláss-
ið, og tað er framúr av upp-
flytara. Men marginalirnir
eru smáir, og røðini í botn-
inum
kann
2.
Hvítu-
sunnudag skjótt broytast.
Merkisvert er tað, at KÍ
hevur einki stig fingið
tríggjar tær seinastu ferðir-
nar, teir hava verið á heima-
vølli. Teir hava tapt fyri
trimum
feløgum
úr
Eysturoy — Skála, NSÍ og
EB/Streymi. Merkisvert er
tað eisini, at VB í teimum
átta
fyrstu
umførunum
tríggjar ferðir hevur tapt 1-
0, og at teir báðir sigrarnir,
sum teir hava vunnið, hava
verið ímóti HB og Skála,
sum eru topplið, og at teir
eru vunnir við 1-0.
Á sama hátt sum hjá
klaksvíkingum, so plaga
vágbingar at vera stinnir á
heimavølli. Tað hava teir
ikki verið higartil. Sigurin á
meistarunum úr HB var
søtur, men teir hava tapt
tríggjar heimadystir, og
serliga tapið mikukvøldið
fyri TB man svíða.
Toppurin tann sami
Í fjør vóru tað HB, B36 og
Skála, sum fingu heið-
ursmerkini.
Støðutalvan
hesa ferð vísir, at tað eru
somu feløg, sum eru á
toppinum. Avrikini miku-
kvøldið vístu, at tey trý
feløgini eru tey bestu.
Undanfarnu árini hava B36
og HB kappast um meist-
araskapin. HB er endað
omaná ikki minst tí at teir í
innanhýsis uppgerðunum
millum
grannarnar
í
Gundadali hava verið væl
stinnari.
2. Hvítusunnudag verður
grannastríð í Gundadali.
Um B36 megnar at fáa stig
frá HB hesa ferð og í
teimum uppgerðunum, sum
seinni í summar verða á
skránni millum feløgini, so
verða fyritreytirnar hjá
teimum betri, enn tær hava
verið undanfarnu árini.
Sambært
støðutalvuni
kundi tað tykst, sum at NSÍ
ikki stóð seg væl, tá ið teir
bara fingu eitt stig ímóti
botnliðnum í Gøtu. Men
hjá NSÍ hevur tað ofta verið
torført í Gøtu, og hóast GÍ
undan vitjanini av grannun-
um
mikukvøldið
bara
høvdu fingið stig, tá ið teir
vunnu 1-0 í Vági, so er NSÍ
framvegis við í toppinum.
Mánadagin fara teir at fáa
vitjan av Skála, og um tað
tá fer at eydnast NSÍ at fáa
fulla úrtøku, so flyta teir
upp um Skála og harvið
fram á heiðursmerkjapláss.
Í løtuni er B36 oddalið.
HB og Skála hava sama
stigatal, og eftir stórsigurin
á ÍF hevur HB væl betri
málmun enn Skála. Men
sambært reglunum er tað
Skála, sum er á silvurpláss-
inum og HB á bronsu-
plássinum. Reglurnar siga,
at innanhýsis uppgerðirnar
telja, áðrenn farið verður at
hyggja at málmuninum.
Sunnudagin var HB á
Skála, og tá vunnu skála-
menn 4-3.
Máltindurin
Súni Olsen
GÍ
5
Rúni Nolsøe
HB
5
Tór-Ingar Akselsen
HB
5
Christian Høgni Jacobsen
NSÍ
5
Jónhard Frederiksberg
Skála
5
Allan Mørkøre
B36
4
Bogi Gregersen
Skála
4
Obele Okeke Onyebuchi
B36
3
Hans á Lag
HB
3
Rasmus Nolsøe
HB
3
Atli Danielsen
KÍ
3
Andy Olsen
NSÍ
3
Óli Johannesen
TB
3
Formula-deildin
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál
munur
stig
1
B36
8
5 -2 -1
12
3
9
17
2
Skála
8
4 -3 -1
18
11
7
15
3
HB
8
5 -0 -3
24
12
12
15
4
NSÍ
8
3 -4 -1
14
9
5
13
5
ÍF
8
3 -3 -2
12
17
-5
12
6
TB
8
2 -3 -3
7
10
-3
9
7
EB/
Streymur 8
2 -3 -3
7
13
-6
9
8
KÍ
8
2 -2 -4
10
13
-3
8
9
VB
8
2 -1 -5
4
12
-8
7
10 GÍ
8
1 -1 -6
9
17
-8
4
KÍ og VB skansarnir
liggja í smildri
Skála og B36 býttu
stigini sínamillum
hesaferð. Komandi
vikuskiftið hava tey
aftur týdningarmiklar
uppgerðir móti
ávíkavist NSÍ og HB
Mynd: Jens Kristian Vang