Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. september 2000síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 27 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 173 - 9. september 2000 Nr. 173 - 9. september 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Lýsing av P/f Fiskaaling P/F Fiskaaling er partafelag, har Føroya Landsstýri eigur allan partapeningin. Felagn- um er álagt at standa fyri tí føroyska kynbótaarbeiðnum við laksi og sílum. Endamálið við kynbótaarbeiðnum, er at ala fram ein frískan fisk, sum hevur best møguligar egin- leikar, soleiðis at føroyska alivinnan er betur kapping- arfør á altjóða marknaðinum. Kynbótaarbeiðið byrjaði í 1991 og er seinastu árini ment, soleiðis at í dag verður valt út fyri allar eginleikar, sum til ber at hava við í kyn- bótaarbeiði við laksi. Fyrstu 5 árini hava 150 familjur ver- ið tiknar við í kynbótaar- beiðnum, men frá 1999 at rokna er støðin víðari útbygd, soleiðis at til ber at hava 400 familjur við í úrvalinum. Eftir seinastu útbyggingina er før- oyska kynbótaarbeiðið fult á hædd við kynbótaarbeiðið, sum verður gjørt í øðrum londum. Umframt at standa fyri kynbótaarbeiðnum er fel- agnum eisini álagt at menna nýggj fiskasløg til føroysku alivinnuna. Í hesum sam- bandi hevur felagið seinastu árini arbeitt við eini verkætl- an innan aling av toski. Hendan er nú steðgað og fel- agið er farið í holt við eina verkætlan, sum hevur til endamáls at menna alingina av kalva. Sum liður í kyn- bótaarbeiðnum framleiðir felagið hartil 2000 - 3000 lit- ur av laksarognum árliga um- framt nakað av sílarognum. Samlaði umsetningurin í fel- agnum seinastu árini hevur verið umleið 25 mill. kr. Kynbótaleiðari á Fiskaaling P/F Av tí at leiðarin fyri kynbótaarbeiðnum hjá Fiskaaling P/F fer í annað starv, er eitt áhugavert og fjøllbroytt starv leyst at søkja á Fiskaaling P/F. Viðkomandi, ið settur verður, kemur at hava dagligu ábyrgdina av kynbóta- arbeiðnum, og skal skipa og leggja hetta til rættis soleiðis, at arbeiðið verður framt undir tryggum og skip- aðum umstøðum, soleiðis at allar neyðugar skrásetingar verða gjørdar og goymdar trygt til seinni nýtslu, í samband við úrvalið. Eisini kemur viðkomandi at hava ábyrgdina av sam- starvinum við alistøðirnar, har merktur fiskur burtur úr kynbótaarbeiðnum verður aldur og skrásetingar um vekt, lit, kynsbúning og skap síðan verða gjørdar, tá laksurin verður tikin. Við støði í øllum skrásetingum sum gjørd- ar eru av hvørjum árgangi, skal kyn- bótaleiðarin síðan skipa fyri og gera familjuúrvalið. Tann, ið settur verður, kemur at ar- beiða í einum mennandi arbeiðsum- hvørvi saman við góðum starvsfeløg- um og fær møguleikar at menna seg víðari, við at luttaka á ymsum skeiðum uttanlanda. Førleikakrøv Vit hugsa okkum, at tann sum settur verður, hevur útbúgving frá hægri lærustovni og hevur holla vitan innan arvalæru, stødd- og hagfrøði. Um- søkjarar sum hartil hava praktiskar royndir innan alivinnuna og tá serliga frá støðum sum hava bygt sína fram- leiðslu á endurnýtslu av vatni hava fyrimun. Hevur tú hug til stórar avbjóðingar, eitt ábyrgdarfult, viðkomandi og mennandi starv innan føroysku ali- vinnuna, kunnu vit bjóða tær alt hetta, umframt góðar arbeiðsumstøður og møguleika at menna teg víðari. Starvið verður sett skjótast gjørligt og tann ið settur verður, kemur fyrstu tíðina at samstarva við verandi leiðara, fyri á henda hátt at fáa møguleika at seta seg skjótari inn í starvið. Lønin verður ásett eftir nærri avtalu, í mun til útbúgving og starvsroyndir. Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum ummælum, skulu sendast P/F Fiskaaling, Við Áir, FO - 430 Hvalvík, í seinasta lagi 25. sept. 2000. Vilja tygum hava nærri upplýsingar um starvið, kunnu tygum seta tygum í samband við P/F Fiskaaling, Símun Joensen, stjóra, telefon 474747 ella 214747, ella við telduposti: simun.joensen@fiskaaling.fo P/F Fiskaaling Við Áir • FO-430 Hvalvík Suðuroyar Ellis- & Røktarheim Søkt verður eftir sjúkrahjálpara/heilsaat- støðara til starv við arbeiðstíð uppá 0,7 í skiftandi vaktum frá 15. november 2000. Løn- & setanartreytir sambært sáttmála millum Sjúkrahjáparafelag Føroya og Fíggjarmálastýrið. Nærri upplýsingar viðvíkjandi starvinum fáast við at venda sær til fyristøðukvinn- una, tlf. 37 16 66 lokal 147. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til: Suðuroyar Ellis- & Røktarheim Fyristøðukvinnan 800 Tvøroyri innan 25. september 2000. FØROYA BETONG SAGING Gerðisvegur • 620 Runavík • Tel. 447543 • Fax 448898 v/Hjaltur Tausen Sosialurin - 311820 VEGG SAGING Hurðar,vindeygu, veggir, garðar o.a. GÓLV SLÍPING GÓLV SAGING Rennir, keiøki, asfalt, upptøka og burturbeining o.a. HOL SAGING Frá Ø 24 mm. til Ø 450 mm. GÓLV FRESING Nýggj tænasta til allar havnir í Føroyum. Nú bora vit eisini hol í allar støddir av dekkum til fríhold. Heimarøktin Vágar/Norðstreymoy Heimasjúkra- systrastarv Søkt verður eftir heimasjúkrasystir til Sunda- lagið og Eiði at arbeiða 28 tímar um vikuna í skiftandi dag- og kvøldvaktum frá 1. oktober 2000 ella eftir nærri avtalu. Krøv til umsøkjara: Sjúkrasystraútbúgving við góðkenning frá danska heilsustýrinum. Fyrimun hevur umsøkjari sum hevur kunn- leika til arbeiði innan Heimarøktina. Lønar- og setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Sjúkrasystrafelag Før- oya. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sonju Klein, økisleiðara, tlf. 333249. Skrivlig umsók við autorisatiónsprógvi v.m. skal sendast til: Almanna- og heilsumálastýrið Starvsfólkadeildin Eirargarður 2 100 Tórshavn Umsóknarfreist 25. september 2000, kl. 14.00. Handils- lærlingur til Skemmuna - gerst lærlingur og fá nógvar fyrimunir! • Møguleiki fyri altjóða útbúgving • Spennandi smásøluútbúgving við egnum skúla • Møguleiki fyri akademiøkonom-útbúgving Vit vænta av tær: At tú ert samstarvsfús/ur, ert sjálvstøðug/ur, hevur nógva orku og áræði, ert opin og ikki bangin fyri at siga tína meining. Tú verður skjótt til nakað - um tú sjálv/ur vilt! Tað er einki óvanligt, at ein næmingur í Skemmuni verður tilnevndur deildarleiðari stutt eftir lærlinga- tíðina, takkað verði teimum avbjóðingum hann fær. Tey allarflestu verða verandi í Skemmuni tá tey eru liðug at læra - og møguleikarnir eru nógvir. Í 18 ár hevur "Jysk Sengetøjslager" skapt meira enn 600 arbeiðspláss í Danmark og enn fleiri uttanlands. Og tað legst afturat ár um ár... Felags skúla-uppihald Sjálvt skúla-uppihaldið undir lærlingaútbúgvingini fer fram á okkara egna skúla í Norður Jútlandi. Útbúgvingin fer fram á stats-viðurkendan hátt (øll almenn krøv viðv. útbúgvingini verða lokin), har tú, afturat teimum kravdu lærugreinunum, eisini fær nógv størri fakliga kunnan enn gjøgnum vanliga handilsútbúgving. Gjøgnum skúla-uppihaldið býrt og etur tú á skúla- num saman við hinum lærlingunum. Hetta gevur eitt einastandandi samanhald - til langt eftir lærlingatíðina. Tínir møguleikar fyri víðari útbúgving Eftir lokna lærligaútbúgving hava søluassistentar í "Jysk Sengetøjslager" nú møguleika at útbúgva seg víðari til akademi-økonom í handilsrakstri. Útbúgvingin tekur 3 ár, og fer fram í samarbeiði við Handilsakademiið á Randers Handilsskúla. Skift verður alla tíðina millum uppihald í handlinum og uppihald á skúlanum. Nær skalt tú byrja? Lærlingaplássið skal setast so skjótt sum møguligt. Ljóðar hetta spennandi? Send so eina skrivliga umsókn skjótast gjørligt til: Staravegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel. 31 55 88 Sosialurin - 311820 FERIA Vit hava stongt vegna feriu frá 8. sept. til 26. sept. v/ Elin Madsen N. Finsensgøta 16 • 100 Tórshavn • Tel. 320 321 Húðrøktarstovan Vit hava stongt vegna feriu frá 8. sept. til 26. sept. Starv í Toll- og Skattstovu Føroya, Eysturoyar Øki Á Toll- og Skattstovu Føroya, Eysturoyar Øki er starv sum avloysari leyst at søkja fyri skrivstovufólk í farloyvi, frá 01. oktober 2000 til 31. mars 2001. Arbeiðsuppgávur Eftirlitsarbeiði innan toll, mvg, skatt o.a. Førleikakrøv Tann, sum settur verður, skal helst hava merkonomútbúgving ella líknandi, vera ar- beiðssamur, fyrikomandi, kunna arbeiða sjálvstøðugt og skal vera førur fyri at mynda avgerðir í dagliga arbeiðinum. Setanartreytir Løn- og setanarviðurskifti eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmanna- felagið. Umsóknir Skrivlig umsókn saman við avriti av prógv- um, ummælum og upplýsingum um starvs- royndir skulu sendast til Toll- og Skattstovu Føroya, Eysturoyar Øki, Postboks 225, 600 Saltangará innan 16. september 2000. Toll- og Skattstova Føroya Eysturoyar Øki Postboks 225 FO-600 Saltangará Um stovnin Toll og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmála- stýrinum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll-, avgjalds-, mvg-, inntøkuskattalógina og alla skuldarinnkrevjing hjá landin- um. Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skipaður soleiðis, at planlegging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum. Tær seks økisskrivstovurnar, ið eru á Tvøroyri, í Skopun, Sørvági, Saltangará, Klaksvík og í Tórshavn, røkja raksturin. Í Eysturoyar Øki, har viðkomandi kemur at starvast, starvast 16 fólk. Toll- og Skattstova Føroya, Eysturoyar Øki Nú hevur tú møguleika at ogna tær Sum nakað nýtt fer samkoman Rhema at geva út eina mánaðarkassett við áhugverdum evnum. Hevur hetta tín áhuga, kanst tú tekna teg sum lim í kassettuklubbanum og fáa góða undirvísing við postinum hvønn mánað. KOSTNAÐUR: Mánaðarkassett í 1 ár íroknað postgjald kr. 360,- Mánaðarkassett í 1/2 ár íroknað postgjald kr. 190,- Ynskir tú at gerast limur setur tú kross við um tú vilt gjalda fyri 1/2 ella 1 ár, flytir peningin á konto í Føroya Banka nr. 6460 494 456 0 og tú fært bondini sendandi. Skriva navn og bústað á lepan Navn: Bústaður: Tel. nr. Postnr.: Býur/bygd: og send hann til: Rhema Bandtænastan, Postboks 1109, 110 Tórshavn ella ring bíleggingina inn á tel. nr. 31 01 91/31 39 61 Orðið varð hold og tók bústað millum okkara frá TALAÐA ORÐIÐ Talandi Orðið Tórshavnar Musikkskúli Pláss er fyri næmingum, 10 ár ella eldri, til fagott at byrja beinanvegin. Áhugað kunnu ringja á tlf. 31 32 17 millum kl. 09.00 og kl. 20.00. Tannrøktari søkist Fyri tannrøktara í farloyvi søkja vit avloys- ara fram til summari 2001. Tannlæknastovan Heigavegur · Saltangará Tel. 447407 Lesið