Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. september 2000síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 25 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 173 - 9. september 2000 Nr. 173 - 9. september 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Fá títt lívsins "kick"! Sosialurin - 311820 Lær fremmant mál og mentanir! Lær um tænastu, sølu og persónliga menning! Far á ferðaleiðaraskúla í november 2000 á Costa Brava, og blív ferðaleiðari til veturin í summar og sól! 500 arbeiða í øllum heiminum – skúlin tryggjar øllum útbúnum og egnaðum ferðaleiðarum starv. Service & Co er størsti og ídnasti ferðaleiðaraskúlin í Skandinavia. Har verða ferðaleiðarir útbúnir til alla ferðavinnuna. Bílegg ein faldara á heimasíðuni: www.service-co.dk Ella ring til Toru Tourist Traffic í Tórshavn á tel. 31 55 05 og fá ein faldara sendan heim til tín. Uffe á Toru Tourist hevur verið á skeiðið hjá Service & Co og kann svara øllum spurningum. Útróðrarbáturin M/B Havfarið til sølu. Tlf. 457735 ella 220086 Suðuroyar Ellis- & Røktarheim Vegna farloyvi verður søkt eftir: Sjúkrasystir við 0,8 arbeiðstíð í skiftandi vaktum frá 1. oktober 2000 til 30. apríl 2001. Sjúkrasystir við 0,7 arbeiðstíð í skiftandi vaktum frá 1. oktober 2000 til 30. septemb- er 2001. Sjúkrasystir við 0,6 arbeiðstíð í skiftandi vaktum frá 1. oktober 2000 til 31. mai 2001. Løn sambært sáttmála millum Fíggjar- málastýrið og Sjúkrasystrafelag Føroya. Nærri upplýsingar viðvíkjandi størvunum kunnu fáast við at venda sær til fyristøðu- kvinnuna, tlf. 371666 lokal 147. Umsóknir við avriti av prógvum verða at senda til: Suðuroyar Ellis- & Røktarheim Fyristøðukvinnan Postboks 51, 800 Tvøroyri innan 25. september 2000. Lærlingur Hevur tú hug at arbeiða í handli, so er møgu- leiki at fáa lærupláss hjá okkum. Læran kemur at umfata samskifti við viðskiftafólk, útkoyring og bílegging av vørum og mangt annað. Væntað verður at tú dugir at arbeiða sjálv- støðugt, er fyrikomandi og hevur hug at veita viðskiftafólki okkara eina góða tænastu. Fyri at koma í læru er tað ein treyt, at tú hevur koyrikort og FHS ella HH. Skrivlig umsókn verður at senda til okkum í seinasta lagi 23.09.2000. Stiðjagøta 2 · Postboks 378 FO-110 Tórshavn Tlf. 311071 · Fax 310460 e-mail: demich@post.olivant.fo Vegna konkursbúgv verður akfarið Renault 1,6, árg. 1999 við hesum lýst til sølu. Akfarið kann síggjast eftir nærri avtalu, og verða áhugað biðin um at venda sær til Petur Even Djurhuus, kurator Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn Tlf. 31 12 60 Í sambandi við søluna tilskilar búgvið sær rætt til frítt at velja millum innkomin tilboð, her- undir at vraka øll. Akfar til sølu Venjingartíðir í fimleikarhøll Eysturskúlans Nú byrjar judovenjingin aftur. Tilmelding av nýggjum limum verður mána- dagin 11. september kl. 18.00–19.00. Venjingartíðir Nýggir limir: Mánadag og mikudag kl. 18.00–19.15 Børn Mánadag og mikudag kl. 19.20–21.00 Blandað lið Fríggjadag kl. 19.30–21.00 Vaksin Havnar Judofelag JUDO Tiltøk í september 2000 NORÐURLANDAHÚSIÐ Norðurlandahúsið í Føroyum Telefon 317900 · Fax 319790 e-mail: nlh@nlh.fo; http://www.nlh.fo Tekstvarp í SvF frá síðu 650 Broytingar í skránni kunnu koma fyri. Høvi er at keypa te, kaffi, sodavatn, øl, breyð, køkur o.a. í kaffistovuni. Húsið er opið gerandisdagar kl. 10.00–18.00 og sunnudagar kl. 14.00–18.00 Kaffistovan er opin, tá ið húsið er opið. Málningaframsýningin hjá Hanne Juga, Finnland, er í húsinum til og við 15. september. Tróndur Patursson hevur málningafram- sýning í Íslandi. Tiltak í Finnlandi við føroyskum barnabókum. Fyrskiparar: Hedvig Westerlund, Rakel Helms- dal, NiFin og Norðurlandahúsið Sunnudagur 10. kl. 16.00 Klassisk konsert. Sigurðurður Halldórsson, Ísland, spælir cello og Daniel Þorsteinsson, Ísland, spælir klaver. Spældar verða sonatir eftir Beethoven. Fyriskipari: Konsertfelagið Mikudagur 13. kl. 19.30 Vísukonsert v/Lars Klevstrand, Noreg, og Hanus G. Johansen Leygardagur 16. Norðurlendsk barnaheimsráðstevna Sunnudagur 17. Norðurlendsk barnaheimsráðstevna Mánadagur 18. Norðurlendsk barnaheimsráðstevna Leygardagur 23. kl. 18.00 Gospelfestivalurin 2000 Luttakarar: Siloakórið v/Eyðun á Lakjuni, Dansibólk- urin A.2.J., Heini Lützen, Eyðun Jacobsen, Elsebet Lindgaard, Danmark og Jan Honingdal, Noreg Sunnudagur 24. kl. 19.00 Gospelfestivalurin 2000 Luttakarar: The Jesus band, Torkil Mørkøre, Liquvid Gravity, Dansibólkurin A.2.J, Salt brøður og I AM Hósdagur 28. kl. 19.30 Klassisk konsert Bohumila Jedlickova spælir upp á klaver. Spæld verða verk eftir: Franz Schubert, Leos Janacek og Frederik Chopin Leygardagur 30. kl. 16.00: Pallborðsfundur í sambandi við »Vælskapt Brek« kl. 19.30: Konsert við løgum frá sangkappingin í »Vælskapt Brek« Undirvísingar- og Mentamálstýrið Mentamáladeildin ENDURLÝSING Deildarleiðari til deildina fyri almanna- og heilsuútbúgvingarnar á Tvøroyri Sjúkrasystraskúli Føroya fer, umframt at fevna um sjúkrasystraútbúgvingina, eisini at fevna um tær nýggju almanna- og heilsuútbúgvingarnar. Skúlin fer sostatt at hava tvær útbúgvingarrásir, og fer hvør rásin sær at hava ein deildarleiðara við fak- ligari og námsfrøðiligari ábyrgd, ið vísir til rektaran á skúlanum. Avgjørt er, at deildin fyri almanna- og heilsu- útbúgvingarnar skal liggja á Tvøroyri. Vegna broyttar umstøður í arbeiðsumhvørvinum verður lýst av nýggjum eftir deildarleiðara til almanna- og heilsuútbúgvingarnar. Vit sóknast eftir einum persóni, ið • hevur framhaldsútbúgving, ið kann metast at vera viðkomandi fyri almanna- og heilsuút- búgvingarnar. • hevur vitan um og royndir innan útbúgvingar- viðurskifti innan heilsuøkið og gjarna innan miðnámsútbúgvingar. • hevur royndir innan námsfrøði og leiðslu til at røkja ta dagligu fakligu og námsfrøðiligu leiðsl- una av almanna- og heilsuútbúgvingunum. • skal kunna samstarva við hinar leiðararnar, til at skapa eitt mennandi og skapandi umhvørvi fyri næmingar, lærarar og starvsfólk. Høvuðsuppgávur • Hava dagligu leiðsluna av deildini um hendi • Gerð av útbúgvingarætlan • Fyrisiting og ábyrgd av útbúgvingunum Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Sjúkrasystraskúli Føroya hevur tvær útbúgvingarrásir, har onnur rásin er sjúkrasystraútbúgvingin, ið liggur í Tórshavn, og hin tær nýggju almanna- og heilsuútbúgvingarnar, ið skulu liggja á Tvøroyri. Sjúkrasystraútbúgvingin er ein miðallong framhaldsútbúgving á 45 mðr.. Almanna- og heilsuútbúgvingarnar umfata almanna- og heilsuhjálparaútbúgvingina, 1 ár, og almanna- og heilsurøktarútbúgvingina, 11/2 ár. Í løtuni eru um 9 størv á Sjúkrasystraskúla Føroya, og økist hetta nakað, tá tann nýggja skipanin er farin at virka. • Planleggja og gera tímatalvu, evnisarbeiði o.l. • Viðgera mál viðvíkjandi næmingum • Menningaruppgávur • Undirvísa uml. helvtina av arbeiðstíðini Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggj- armálastýrið og avvarðandi yrkisfelag. Viðmerkj- ast skal, at setanarøkið fevnir um Undirvísingar- og Mentamálastýrið og stovnar tess. Setanarstaðið verður fyrst og fremst á Tvøroyri, men arbeiðið verður eisini í øðrum parti av landinum. Vit bjóða Eitt starv við avbjóðing, har tú verður við til at skapa sjálvt starvið, eins væl og ta víðari menn- ingina í skúlanum. Umsókn við prógvum o.ø verður at senda til: Undirvísingar- og Mentamálastýrið Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279 110 Tórshavn Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 25.09.2000, kl. 16.00. Starvið verður at seta skjótast tilber. Um tygum ynskja fleiri upplýsingar, herundir eina starvslýsing, kunna tygum ringja til Kristionnu S. Jacobsen, fulltrúa, á tlf. 355050. Føroya náttúru- og umhvørvisverndarfelag (FNU) Aðalfundur felagsins verður á Hotel Hafnia sunnudagin hin 24. september, kl. 16. Skrá sambært lógini. Nevndin