leygardagur 14. mai 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 - 14. mai 2005
3
Nú mánadagin 16.
mai kemur Bjarki
Meitil til Føroya við
bólkinum hjá sær A
Kind Of B úr USA. Í
løtuni er bólkurin á
konsertferð í Italiu,
har hann millum
annað hevur spælt í
Rom og Napoli
KONSERT
tíðindaskriv
Bjarki Meitil møtti hinum
limunum í A Kind of B á
Berklee College of Music í
Boston í USA, har Bjarki
sjálvur júst hevur lokið
prógv sum B.A. í tónleiki.
Hinir limirnir í bólkinum
koma úr Italiu og Argen-
tina.
Tónleikurin,
sum
bólkurin spælir, er jazz,
funk og rokkur.
Bjarki Meitil er annars
best kendur í Føroyum sum
trummuspælarin í vælum-
tókta rokkbólkinum Chase.
Nú hevur Bjarki skift
trummurnar út við bassin.
Í Føroyum skal A Kind of
B millum annað spæla í
Rex Culture Club fríggja-
dagin 20. mai, í Mentanar-
húsinum Atlantis leygar-
dagin 21. mai, og í Norður-
landahúsinum leygardagin
28. mai. Harumframt skal
bólkurin spæla á skúlum
kring landið.
Meiri fæst at vita um A
Kind of B á heimasíðuni
hjá teimum www.akindofb.tk
A Kind of B á veg
Vit bjóða meira enn 30 ymiskir
heitir og kaldir rættir
150,-
HOTEL VÁGAR
THE AIRPORT HOTEL
***
***
HOTEL VÁGAR
Stór Hvítusunnubuffét
við føroyskum serrættum
FLOGFELAG
FØROYA
•
SØRVÁGUR
TEL 30 90 90
•
reception@ff.fo
www.ff.fo
Sunnud. 15. mai & mánad. 16. mai - frá kl. 12.00
Børn undir 12ár
bara 60,-
Ger hvítusunnudagin
til eina hugnaliga útferð!
Gistingartilboð: 250,- fyri hvønn í dupultkamari.
Íroknað morgunmatarbuffét!
150,- eyka fyri einkultkamar