leygardagur 14. mai 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
– Fram kemur hann, ið hóvliga fer, sigur eitt gamalt orð. At
hetta er so satt, sum tað er sagt, kunnu vit øll samtykkjandi
nikka ja til. Men kortini munnu flestu okkara á onkrum sinni
hava gjørt okkum sek í ikki at virða hetta orðið.
Á hvørjum ári krevur ferðslan alt ov mong mannalív – og
næstan altíð kunnu vit eftirrationalisendi vísa á, at um fram
varð farið øðrvísi, hevði skaðin ikki verið so stórur.
Ferð, rúsdrekka og kleyvarskapur eru størsta hóttanin, og
okkara ungdómur er størsti vandabólkurin. Seinastu tíðina
hevur nógv verið røtt um, hvørt vit skulu seta eina skaða-
nevnd at kanna allar álvarsamar vanlukkur – til tess at vit
kunnu læra av mistøkunum, soleiðis at tey ikki verða endur-
tikin. Ferðslutrygd hevur ikki vunnið ljóð fyri hesum sjónar-
miði – enn, men vónandi dugir politiski myndugleikin at
síggja virði í slíkum.
Tað er ein sannroynd, at vit við royndum og upplivingum
best læra, hvussu vit skulu føra okkum gjøgnum vandastøð-
ur í ferðsluni. Um so var, at álvarsomu vanlukkurnar vórðu
skrásettar, soleiðis at vit øll, sum ferðast í ferðsluni, kundu
endurupplivað tær, høvdu vit uttan iva fingið stórt gagn av
hesum.
Tað tykist tó mangan, at slíkt bara verður til tos. Hóast
Ferðslutrygd í fleiri ár hevur roynt at vunnið ljóð fyri null-
hugsjónini á tingi – og hóast politiski myndugleikin hevur
tikið hesa bæriligu hugsjón til sín – so tykist boðskapurin
kortini ikki heilhjartaður at treingja ígjøgnum.
Eitt annað mál, sum vit her í blaðnum hava umrøtt fyrr í ár,
var at gera eina koyritekniska breyt, har vit kundu vant yms-
ar vandastøður í ferðsluni undir tryggum umstøðum. Bilred-
aktiónin hjá Sosialinum var í Noreg í januarmánaði og
royndi eina slíka breyt – sum hvør einasti bilførari í
landinum eisini átti at roynt.
Men alt snýr seg um hugburð – og um at sýna fyrilit, so vit
ikki óntolnast og illneitast inn á aðrar bilførarar. Vit kundu
tikið til okkum tríggjar tummilfingrareglar: Bilurin skal hava
trygt vegtak, tryggja tær tí, at dekk eru í lagi og hóskandi til
koyrilíkindini! Ferðin drepur, minka ferðina! Rúsdrekka
drepur, koyr ikki ávirkaður!
Oddagrein:
Fyrilit og virðing skapar tryggleika
- serblað
í Sosialinum
14. mai 2005:
Blaðfólk:
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tel.: 341844 - 216135
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tel.: 341830 - 216409
Myndafólk:
Jens Kristian Vang
Bárður Lydersen
Lýsingar:
Fríðtór Debes
fridtor@foroyaprent.fo
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Umbróting:
Sp/f Sosialurin
Prent:
P/F Prentmiðstøðin
Upplag:
10.000
Evstamark:
11. mai 2005
Síðani 1995 hevur Sosial-
urin havt fastan bilateig í
blaðnum. Teigurin er í
blaðnum hvønn hósdag.
Endamálið er at kunna um
tað nýggjasta á bilamarkn-
aðinum, at upplýsa um
bilar og bilasøgu annars,
um bilastarvsgreinina og
um ferðslutrygd.
Síðani 2000 hevur Sosi-
alurin á hvørjum árið giv-
ið út serbløð um bilar,
nevnt Bilar.
© Sosialurin 2005
Nú vit eru í ferð við at
orða eina Fólkaheilsu-
ætlan er ógvuliga um-
ráðandi, at ferðslu-
trygdin verður tikin við
í ætlanina. Longu í
1997 mælti ein OECD
frágreiðing til, at
ferðsluvanlukkur verða
greinaðar sum ein ræð-
andi heilsuvandi
Rúna Sivertsen
Ráðið fyri Ferðslutrygd
runa@kallnet.fo
Ferðsluvanlukkur krevja líka
nógv mist liviár og nærum
líka nógvar skaðar og sjúku-
dagar, sum nógvir aðrir heils-
utrupulleikar.
Vandin fyri at verða skadd-
ur í ferðsluni er 30 ferðir
størri enn í arbeiðinum innan
ídnaðin.
Hetta eru ræðandi niður-
støðurnar í eini OECD frá-
greiðing, sum varð almanna-
kunngjørd fyri 8 árum síðani.
Tað hevur tikið sína tíð at
fingið politikarar kring heim-
in at fata, hvussu nógv ferðsl-
an í veruleikanum krevur.
Men so við og við, hava
flestu lond tikið hetta í fullum
álvara og hava sett sær fyri at
gera alt, sum gerast kann, fyri
at koma hesum vanda til lívs.
Nýliga kom heilsuøkið í
Noregi við í ferðslutrygdarar-
beiðið, og har eru ferðsluvan-
lukkurnar alsamt minkandi.
Ein arbeiðsbólkur varð
settur at orða eina Fólkaheils-
uætlan fyri Føroyar.
Við í arbeiðsbólkinum hava
verið umboð fyri deildina fyri
arbeiðs- og umhvørvisheilsu,
kommunulæknafelagið, fyri-
byrgingarráðið, heilsufrøðis-
skipanina, landslæknin um-
framt landstýrismannin í al-
manna- og heilsumálum.
Fyribyrgingarráðið,
sum
skal upplýsa og ávara um
ferðsluvandarnar, nevniliga
Ráðið fyri Ferðslutrygd, var
tíverri ikki við í arbeiðsbólki-
num.
Tað er neyðugt at vit gera
okkum greitt, at í dag er tað
ferðslan, sum er størsti vand-
in móti fólkaheilsuni.
Og í arbeiðinum at basa
hesum vanda, eigur Ráðið
fyri Ferðslutrygd sjálvsagt at
hava ein eyðsýndan leiklut.
Ferðslutrygd við í
Fólkaheilsuætlanina
Tað er neyðugt at vit gera okkum greitt, at í dag er tað ferðslan, sum er størsti vandin móti fólkaheilsuni
savnsmynd Jens Kristian Vang