leygardagur 14. mai 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 90 - 12. mai 2005
Í hesum døgum fara
seks føroysk kór við
umleið 170 sangarum
undir fyrireikingar at
syngja saman við
Jessy Dixon, sum eitt
nú er kendur frá
Gaither tiltøkunum,
og sum fyri fýra árum
síðani sang í full-
settum Norðurlanda-
húsi
KONSERT
Jóannes Hansen
Tað eru nógv jørn í eldinum
innan gospel í Føroyum.
Fyri stuttum var stór og væl
eydnað konsert í ítróttar-
høllini á Eiði. Á hvítusunnu
er gospel festivalur í Ment-
anarhúsinum í Fuglafirði,
og í tiltøkum kring landið
um hvítusunnuna verður
nógv spælt og sungið. Og
so eru tað vitjanirnar uttan
úr heimi, sum standa fyri
framman.
Seks føroysk kór fyri-
reikað seg nú til serliga
vitjan uttanífrá. Tað er al-
tjóða kendi ameriku-mað-
urin Jessy Dixon, sum er á
veg til Føroya at halda kon-
sert. Ætlanin er, at hann
skal syngja á konsert, sum
verður í ítróttarhøllini í
Runavík týskvøldið 21. juni
ella longsta dag. Talan
verður sostatt um hásumm-
ar konsert, um tað ber til at
siga tað soleiðis. Hetta
verður júst um tað mundið,
tá ið studentarnir í mið-
námsskúlunum fara at seta
dám á við eyðkendu húgv-
unum. Ivaleyst vera nógvar
húgvur í ítróttarhøllini í
Runavík hetta týskvøldið.
Jessy Dixon verður sagdur
at hava rættuliga breiðan
lurtaraskarða.
Jessy Dixon var í Føroy-
um fyri fýra árum síðani.
24. februar í 2001 hevði
hann konsert í Norður-
landahúsinum. Har var full-
sett, fleiri vóru á bíðilista
fyri at sleppa inn, og kon-
sertin varð søgd at vera sera
væl eydnað. Ta ferðina
vóru tað mest løg hjá Jessy
Dixon sjálvum, sum vóru á
skránni.
Hesa ferð er ætlanin, at
skráin skal verða øðrvísi.
Ætlanin er, at Jessy Dixon
skal syngja løg, sum serliga
verða knýtt at Gaither til-
tøkunum. Jessy Dixon hev-
ur luttikið í fleiri av tiltøk-
unum, sum nógvir føroy-
ingar kenna frá væl um-
tóktu Bill Gaither & Home-
coming Friends fløgunum.
Jessy Dixon varð fyrstu
ferð boðin at vera við í
sovornum tiltaki í 1995, og
síðani tá hevur hann fleiri
ferðir verið saman við Bill
Gaither og hinum. Tað
hevði við sær, at fyrsta
fløgan hjá Jessy Dixon á
Spring
House
Record
Company sá dagsins ljós.
Jessy Dixon hevur havt
og hevur konsertir kring
allan knøttin. Ferðin í Før-
oyum er partur av ferð
kring Europa. Flestu kon-
sertirnar hjá honum eru í
USA, men hann hevur eis-
ini sungið í eitt nú Japan,
India, Afrika, New Zea-
landi og í Ísrael. Tað verður
sagt, at eingin annar gospel
sangari hevur havt fleiri
konsertir í Europa, enn
Jessy Dixon hevur havt.
At fløgurnar hjá Jessy
Dixon hava verið væl um-
tóktar verður eitt nú undir-
strikað av, at hann hevur
vunnið trý gull album, og at
hann sjey ferðir hevur verið
nomineraður til grammy
virðislønir.
Stigtakari til vitjanina er
Símun J. Hansen. Hann
verður stuðlaður av trimum
toftafólkum,
sum
hava
verið og eru nógv uppi í
sangi og tónleiki. Tey eru
Annita og Oddmar Tausen
og Jóan Magnus Olsen.
Teir umleið 170 føroysku
kórsangararnir, sum skulu
stuðla og syngja saman við
Jessy Dixon longsta dag,
fáa nú hvør sína fløgu. Á
fløguni eru sjey sangir, sum
kórini skulu syngja saman
við Jessy. Mannagongdin
er tann, at nú lurta og læra
sangararnir heima og so
venja teir í kórunum, sum
teir eru partur av. Tey seks
kórini, sum skulu syngja
hetta kvøldið, eru Betesda-
kórið, Siloakórið, VOX,
Ebenezerkórið,
United
Voices og Suðuroyar Go-
spel Choir. Fyri fýra árum
síðani
var
felagskórið
mannað við sangarum úr
Siloakórinum, VOX og
United Voices.
Týsdagin 21. juni, tá ið
konsertin skal vera klokkan
átta á kvøldi, er ætlanin, at
Jessy Dixon og føroysku
sangararnir skulu fyrireika
seg í felag. Ætlanin er, at
Jessy Dixon skal venja og
samansjóðað kórið í einar
fýra tímar, áðrenn tey síðsta
tíman undan sjálvari kon-
sertini skulu taka sær av
løttum.
Ætlanin er, at Jessy Dix-
on skal hava tríggjar tón-
leikarar við sær til Føroya.
Ein trompet spælara, ein
keyboard spælara og so
klaverspælaran. Tey, sum
vóru á konsert fyri fýra
árum síðani, munnu komast
við Else Harris. Hon fylti
nógv í Norðurlandahúsin-
um, og hon fer aftur hesa
ferð at sita handan flygli,
sum verður í ítróttarhøllini í
Runavík. Umframt fremm-
andu tónleikararnar er ætl-
anin, at orkestrið, sum skal
spæla undir og saman við
Jessy Dixon og kórinum,
skal hava føroyska mann-
ing. Føroyingarnir skulu
spæla á trummur, bass og
guitar.
Farið verður skjótt undir
atgongumerkjasøluna
til
Jessy Dixon konsertina,
siga fyrireikararnir, sum
skjótt fara at boða meiri
nágreiniliga frá hesum.
Jessy Dixon fer longsta dag
at syngja í Runavík
24. februar í 2001 sang Jessy Dixon saman við føroyskum felagskóri í fullsettum Norðurlandahúsi. Longsta dag í summar fer hann saman við uppaftur størri føroyskum felagskóri at syngja í
ítróttarhøllini í Runavík