leygardagur 14. mai 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Hetta er greiði boð-
skapurin hjá BMW í
nýggjari herferð, har
verksmiðjan býður
fram eina serviceavtalu.
Konseptið verður nevnt
BMW Service Inclusive.
Eitt service konsept,
sum Jens Petur Jensen,
stjóri hjá Nordcar, sum
er BMW umboðið í
Føroyum, væntar, at
nógvir kundar fara at
keypa
BMW
– Við hesum sleppa vit av við
skrøninum um, at tað er so
dýrt at halda viðlíka BMW-
bilar. Okkara prísir á service-
avtaluni eru kappingarførir og
kunnu skraddaraseymast til
flestu tørvir, sigur Jens Petur
Jensen, sum væntar, at nógvir
kundar fara at umhugsa eina
íløgu í slíka service avtalu.
Hjá BMW eru tríggjar
ymsar avtalur at velja í: Tann
bíligasta, sum verður nevnd
Basic Service Inclusive, er
ein avtala um servisueftirlit í
ásetta tíðarskeiðnum. Hon
kostar 3.861 krónur fyri trý ár
og í mesta lagi 60.000 km –
ella svarandi til 6 oyri per
kilometur, um tú keypir ein
BMW 320i ella 320 d.
Avtalan fevnir um eykalutir
og arbeiðsløn til service og
skiftan av veskum, tendri-
proppum og filtrum.
Næsti pakkin eitur Service
Inclusive og fevnir umframt
tað omanfyri nevnda eisini
um bremsur og slit á kobling.
Prísurin hækkar tá til 8.197
krónur ella 14 oyru per kilo-
metur. Men Jens Petur Jensen
væntar, at flestu BMW-ánarar
vilja keypa víðfevndasta av-
taluna, sum kallast Service
Inclusive + repair. Pakkin,
sum kostar 10.453 krónur ella
17 oyru per kilometur og
kann siðustillast við leingjan
av garaninum pluss fulla ser-
visering av bilinum. Dekkini
eru tó undantikin í avtalu-
num.
Finnur tú upp á at broyta
avtaluna til at fevna um
meira, skalt tú einans gjalda
munin millum báðar pakkar-
nar.
Eitt annað dømi er BMW
X5 3,0 diesel, sum er ein pop-
ulerur fýrahjólstrekkjari, sum
vanliga verður sagdur at vera
dýrur at halda koyrandi.
Kortini kosta trý ár við
100.000 kilometrum einans
25.000 krónur fyri tann mest
umfatandi servicepakkan.
Allar avtalurnar kunnu
fáast upp til seks ár og
150.000 km.
– Við slíkum avtalum
skuldu einastu útreiðslurnar
av bilinum verið at goldið
brennievni,
vegskatt
og
trygging, sigur Jens Petur
Jensen.
– Selur tú t. d. ein fýra ára
gamlan bil við eini seks ára
service-avtalu, sohevur bilur-
in í veruleikanum tvey ára
garanti efitr – og tað økir um
søluvirðið á bilinum, sigur
Jens Petur Jensen.
Seinasta servicekonseptið
hjá BMW er ment av verk-
smiðjuni í München og fylgir
bilinum, so ein komandi ánari
tekur yvir restina av avtaluni,
sum kann víðkast ella leingj-
ast, um hann ynskir tað.
Royndir úr Stórabretlandi,
sum er frammalaga viðvíkj-
andi serviceavtalum, vísa, at
brúktbilaprísurin hækkar, um
bilurin hevur slíka avtalu.
Men avtalan kann eisini
keypast, um tú gert íløgu í ein
brúktan BMW.
Avtalan verður gjørd mill-
um BMW og bilin, og hon er
eisini galdandi uttanlands,
um tað passar soleiðis, at ser-
vice-eftirlitið t. d. við 30.000
skal gerast, tá familjan er á
feriu í t. d. Italia...
Tygum koyra – so syrgja vit fyri restini
Aron Justinussen er leiðari
á BMW-verkstaðnum hjá
Nordcar í Havn
Jens Petur Jensen er stjóri
hjá Nordcar – føroyska
BMW umboðnum
Mynd: Jens Kristian Vang