Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 90 - 14. mai 2005 7 - Breiðbandið er sum dagur og nátt Koltur hevur nú fing- ið nýtt og skjóttkoyr- andi teldusamband. Tað fegnast bóndin, Bjørn Patursson um. – Eg kann ikki vera breiðbandið fyri utt- an, sigur hann BYGDAMENNING Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Koltur: - Vit hava ikki meiri enn hugt á skýggjan, so er alt avgreitt! Ein fegin Bjørn Paturs- son, bóndi í Koltri kundi fyrrapartin í gjár taka ímóti teirri gávuni, sum breið- bandið fer at geva teimum. Koltursbóndin sigur, at hetta sambandið fer at gera tað munandi lættari hjá teimum í dagliga arbeið- inum. Og fer tað at geva teimum eitt gott amboð til samskiftið við umheimin. - Vit hava havt netsam- band frammanundan, men tað gekk ikki altíð so væl. Haraftrat gekk tað rættiliga tungt til tíðir. - Hetta sambandið, vit nú hava fingið, er sum dagur og nátt ímóti tí sum var. Jú, her er munur á, sigur Bjørn Patursson. Á samkomu fyrrapartin í gjár handaði vinnumálaráð- harrin, Bjarni Djurholm hetta breiðbandssambandið til Heðin Mortensen, borg- arstjóra í Havn, sum í dag eisini umfatar bygdirnar Hest og Koltur. Í hesum sambandi varð ringt til Kolturs, har Bjørn Patursson bara kundi stað- festa, at nú var framtíðin av álvara komin til oynna. Allar upplýsingar Bjørn Patursson er ein virk- in maður á mongum økjum, og fyri ein slíkan mann er neyðugt at hava gott sam- skifti, og at kunna fylgja við í tí, sum rørist innan tey økini, hann hevur áhuga í. Hvussu neyðugt tað er við breiðbandi og alnót sæst best av, at tey fáa vanliga bert post tvær ferðir um vikuna. - Við breiðbandi havi eg møguleika at lesa bæði føroysk og útlendsk bløð. Og eg kann eisini lættliga fáa fatur á øllum teim upp- lýsingum, eg ynski, sigur Bjørn. Hann er eisini virkin í ymiskum nevndararbeiði heima og úti, og hevur tí stóran tørv á at kunna sam- skifta við hinar nevndar- limirnar á ein skjótan og greiðan hátt. Umframt alt hetta so hevur hann ikki færri enn tvær heimasíður, m.a. í sambandi við ferðavinnu, og sum eisini skulu røkjast og dagførast. Tí er sera um- ráðandi hjá honum at hava eitt gott, trygt og ikki minst skjótt netsamband. - Hetta havi eg nú, og tí kann eg bara siga, at eitt slíkt samband kann eg als ikki vera fyriuttan, sigur Bjørn. Fleiri vinnumøguleikar Tað var Heðin Mortensen sum fyrstur var at ynskja Bjørn Patursson tillukku við nýggja og ikki minst góða sambandinum. Á samkomuni vóru eisini Oyvindur Brimnes, stjóri í Landsverki og Eyðfinn Lenvig, sum er fyrrverandi borgarstjóri í Hests komm- unu, sum eisini fevnir um – ella fevndi um – Koltur. Tað var í hansara tíð sum borgarstjóri at ætlanirnar um hetta sambandið komu fram, og hann hevur verið ein íðin stríðsmaður fyri at bygdarfólkið í Hesti og Koltri kundi fáa hetta sam- bandið. Tórshavnar Kommuna skal sjálv umsita kervið, men tað merkir ikki, at kommunan skal taka sær av sjálvum haldinum av breiðbandinum. Fyri býráðið er eingin ivi um, at hetta sambandið let- ur upp fyri fleiri vinnu- møguleikum á smáoyggj- unum. Hesar kunnu virka kappingarførar á alnótini. - Karmarnir eru gjørdir. Og nú er so møguleiki at fylla teir út, sigur býráðið. Heðin Mortensen hevur fingið handað breiðbands- sambandið til Hest og Koltur frá vinnumálaráðharranum, Bjarna Djurholm. Hann hevur her fingið orð á ein fegnan Bjørn Patursson í Koltri Mynd: Bárður - Hetta er sum dagur og nátt, sigur Bjørn Patursson í Koltri um nýggja breiðbandssamstarvið