leygardagur 14. mai 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Kia Sportage er nú
avloystur av einum
heilt nýggjum bili við
sama navni. Designið
er smart, bilurin sær
gott út og kvaliteturin
er á sama høga støði
sum á tí størra Kia
Sorento. Bilurin fæst
bæði sum bensin og
diesel
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Kia er skjótast vaksandi bil-
merki í Evropa. Í 2003 seldi
Kia Danmark 3.012 bilar og í
2004 seldu teir 5447 bilar. Í ár
hava teir sett sær fyri at selja
10.000 bilar. Hetta er eitt høgt
mál at seta sær, men við teirra
breiða
bilhandlaraneti
er
nokk einki sum forðar fyri tí.
Nýggj modell koma alla
tíðina, og nú er Kia Sportage
komin í eini heilt nýggjari út-
gávu. Bilurin er ein sonevnd-
ur SUV (Sport Utility Vehi-
cle), ein frítíðarbilur sum
kann nýtast til fleiri ymisk
endamál. Samstundis er hann
ein rúmligur jeepur og »off-
roadari« við permanentari 4-
hjólsdrift. 4x4 skipanin ar-
beiðir við elektroniskari deil-
ing av drívmegini,
ið ger at bilurin
klárar seg væl í
kava og hálku um
veturin og til koyr-
ing
uttan
fyri
vanliga koyrivegin.
Kvaliteturin er á
sama høga støði
sum á tí størra Kia
Sorento. Designið
er smart, og bilurin
sær gott út, og hann fær sera
góð ummæli frá motor-
journalistum, eisini viðvíkj-
andi trygdini við t.d. gard-
inairbag, ESP, og bremsiassi-
stenti.
Sportage fæst við trimum
ymiskum motorum, einum
diesel og tveimum bensin,
dieselmotorurin er ein 2,0 lit-
ur CRDi við 112 hk, og ben-
sinmotorarnir eru ein 2,0 litur
við 141 hk, og síðan ein 2,7
litur V6 við 175 hk.
Bilurin vit royndarkoyrdu
var ein 2.0 litur diesel við 112
hk. Bilurin er lættur og góður
at koyra, dieselmotorurin
kraftar væl og er sera ljóð-
leysur.
Smartur Kia Sportage frítíðarbilur
Kia Sportage 2.0D 4WD
Motorurin
2.0 litur 4 syl. diesel 112 hk
0-100 km/t
13,8 sek
Oljunýtsla
14,1 km/l
Dekkstødd
215/65-16
Stødd og vekt
Longd
435,0 cm
Breidd
180,0 cm
Hædd
173,0 cm
Vekt
1.600 kg
Prísur:
kr 316.000 (persónvognur)
(vøruvognur kr 266.800)
Bensin útgávurnar kosta úr kr.
251.800
Søluumboð
D. B. Bilar
J. Broncksgøta 15
FO-100 Tórshavn
Tel. 310 600
www.dbbilar.fo
Kia Sportage er ein sonevndur
SUV (Sport Utility Vehicle), ein frí-
tíðarbilur til fleiri ymisk endamál
Mynd: Jens Kristian Vang