Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 90 - 14. mai 2005 Búskapar- og løgfrøðingar: Stovnsetið føroyskan arbeiðs- markn- aðarrætt skjótast tilber ARBEIÐS- MARKNAÐUR Búskapar- og Løgfrøð- ingafelag Føroya sam- tykti á limafundi hós- kvøldið einmælt ikki at fara í verfall at mótmæla nýtslu av fútarætti í ósemjum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Búskapar- og Løgfrøð- ingafelagið staðfestir, at: - Fútarætturin ikki er best egnaða amboðið til at loysa ósemjur á arbeiðs- marknaðinum, og eigur bert at verða nýttur um allar aðrar royndir at finna semju eru miseydn- aðar - Fútarætturin fer at verða nýttur sum eitt slag av arbeiðsmarknaðarrætti í Føroyum, so leingi sum ongin føroyskur arbeiðs- marknaðarrættur er stovnaður - Fútarætturin er ein partur av rættarskipan okkara, og má hesin rætt- ur virðast BLF mælir til, at: - Føroyar fáa ein skipað- an arbeiðsmarknað skjót- ast tilber. Partarnir á arbeiðsmarkn- aðinum skjótast møguligt semjast um at seta á stovn ein føroyskan arbeiðs- marknaðarrætt, ið skjótt og greitt kann taka av- gerðir í føroyskum ar- beiðsmarknaðarmálum í framtíðini. el Nú sæst so smátt ein byrjan til skránna fyri ætlaða jóansøkufesti- valin. Skotbráðið er stutt og nógv er tengt at stuðlinum, sum kommunur og onnur lata tiltakinum, men fyrireikararnir hava góðar vónir um at tað eydnast at stápla eitt virðiligt aftursvar uppá beinini, nú sand- oyingar ætla at skipa festival á jóansøku FESTIVALUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Eitt av nøvnunum, sum hev- ur játtað at vera við á jóan- søkufestivalinum, sum verð- ur á Tvøroyri í ár, er Makrel. Bólkurin gjørdist rættiliga væl umtóktur eftir luttøkuna í Prix Føroyum og er við á 15 teim bestu í ÚF. Umframt Makrel er greitt, at fleiri av fremstu føroysku troubadururnum vísa jóansøkufestivalinum áhuga, samstundis sum arbeitt verður við at fáa til vega útlendska luttøku. Bjarga jóansøkuni Fyrireikararnir leggja dent á, at tiltakið er ikki bert í ár og ikki bert á Tvøroyri, men eitt jóansøkutiltak, sum er galdandi fyri Tvøroyri og Vág og alla oynna annars. Tiltakið skal gerast aftur- vendandi. - Tiltakið er í veruleikan- um ein roynd at bjarga jóan- søkuni, nú onnur tykjast áhuga í at leggja tiltak um somu tíð aðrastaðni í land- inum og sostatt fara avstað við jóansøkuni. Eydnast tað at skapa siðvenu við nýggja tiltakinum, so kann jóan- søkan pakka saman. Tí vóna vit, at kommunurnar - allar sum ein - taka undir við ætl- anini, tí uttan stuðul verður neyvan nakar jóansøkufesti- valur, sigur fyrireikingar- bólkurin, sum hevur limir úr Vági og av Tvøroyri. Enn vilja teir ikki út við, hvørji útlendsk nøvn teir hava í huga, men arbeitt verður hart fyri at fáa okkurt útlendskt navn hendavegin, skilst. Makrel á Jóansøkufestivali Ein flokkur, eitt hugskot, eitt blað Ein 6. flokkur í Nonnuskúlanum í Havn hevur gjørt tað, sum vit í einum Miðlahúsi gera hvønn dag: Tey hava fram- leitt eina avís Tey vóru øll áhugað í at gera eitt blað. Og sum ætlað, so gjørt. Tey settu eina viku av til blaðarbeiðið, og skipaðu seg soleiðis sum ein ger á einumhvørjum blaði: Ein var blaðstjóri, nøkur skriv- aðu og nøkur útvegaðu lýs- ingar, meðan onnur gjørdu layoutið. Endaliga úrslitið gjørdist blaðið "Minutt og sekund 0.1", sum tey nú selja á gøtuni og aðrarstaðir har fólk savnast. Blaðið hevur 16 síður við litum, og ein skal ikki hava lisið leingi í blaðnum fyrr- enn ein greitt sær, at næm- ingarnir hava lagt bæði lív og sál í arbeiðið. Íalt eru prentað 2000 ein- tøk, og tey vænta at sleppa við øll. Yvirskotið av søluni fer til eina námsferð, tey ætla at gera seinni. sb. 6.A í Nonnuskúlanum hevur framleitt sína egnu avís Mynd: Jens Kr. Vang Kórkonsert í Kirkjubøar kirkju Kórið Gøta-Leirvík (úr Gøtu og Leirvík) og kórið Sólarmagn, (Kirkjubø og Velba- stað), fara at hava várkonsert í Kirkju- bøar kirkju leygar- dagin 14. mai klokkan 17 KONSERT Nakað av tilfarinum, kór- ini fara at syngja, er kirkjuligt. Men størri parturin av konsertini verður helst av øðrum heimspekiligum og verðs- ligum slagi. Sungið verð- ur um kærleika. Væleydn- aðan, ella....? Sungið verður um náttúruna, nú friður er við at koma yvir árstíðina. Og sungið verð- ur um innilig viðurskifti, sum verd eru at geva gæt- ur. Væntandi ein hugnalig løta í vøkru, ljósu og væl- ljómandi Ólavskirkjuni. Tað er Martin Mourit- sen, sum stjórnar kórinum Gøta-Leirvík og Fróði Sandoy, sum stjórnar kór- inum Sólarmagn. Konsertin fer at vara umleið ein tíma Internet Sosialur www.sosialurin.fo in