Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 90 - 14. mai 2005 11 VIÐMERKINGAR Tenninar úr andstøðuni Bjarni Djurholm Panikkur í, nú samgongan samtykti yvirtøkulógina, sum er identisk við ætlanir- nar hjá undanfarnu sam- gongu, tá kallað 7-míla fet móti fullveldinum. Yvirtøkulógin er av- greidd. Løgtingið hevur endaliga samtykt sáttmála- gerð millum Føroyar og Danmark, har Føroya Løg- ting kann gera av, at øll málsøki, undantikið tey, sum eru karmar um ríkis- eindina, kunnu yvirtakast við teirri fylgju, at Løgting- ið rindar fyri tær útreiðslur, ið fylgja við teimum. Sáttmálagerðin ger greitt, at tekur Føroya fólk við fólkaatkvøðu avgerð um, at Føroyar skulu vera full- veldisríki, koma málsøkini, sum eru karmar um ríkis- eindina, undir føroyskt málsræði. Sáttmálagerðin ger eisini greitt, at Føroya fólk varð- veitir sín viðfødda, ómiss- andi og áframhaldandi sjálvsavgerðarrætt á øllum økjum, tað verið seg í innanlendis viðurskiftum eins væl og í altjóða høpi sambært altjóðarætti. Fyrstu ferð í mansaldrar kundi Løgtingið taka støðu til uppskot, sum er grund- arlag undir tjóðarsemju tvørtur um floksmørk. Men nei. Andstøðan sveik hóast yvirtøkulógin er identisk við ætlanina hjá undan- farnu samgongu. Ja, í 2002 var hon enntá skýrd 7-míla fet móti fullveldinum. Produsera mytu Í frustratión um, at viður- skiftini millum Føroyar og Danmark nú normaliserast kom panikkur í andstøð- una, har tenninar ein fyri og onnur vórðu trektar út. Akademiska gluggapyntið avdúkað. Tí var umráðandi hjá flokkunum at halda fast við øsingina. At grugga. At pástanda falsan og produs- era mytu um svikabrøgd, sum flokkarnir kunnu liva av komandi valskeiðini. Lítlan sóma At andstøðan undir aðru viðgerð í Løgtinginum har- umframt blokeraði demo- kratisku atkvøðugreiðsluni av yvirtøkulógini, tí hon ikki fekk sín vilja, var avdúkandi. Minti ikki sørt um atburðin hjá totaliterum flokkum í fyrru helvt í farnu øld. Ódemokratiskur hugburður, sum á ongan hátt kann góðtakast, og sum er fólkaræðinum til lítlan sóma. Undir viðgerðini av yvir- tøkulógini viðgjørdi and- støðan danska ríkislógar- tilmælið við páhaldi um, at sjálvsavgerðarættur okkara er fokin. Hetta er sjálvsagt ikki so. Er tað bera grugg. Í uppriti um m.a. yvir- tøkulógina frá fremsta løg- frøðingi okkara í altjóða- rætti verður gjørt púra greitt, at "Tað sær ikki út til at vera nakað í viðmerking- unum, sum ger seg inn á sjálvsavgerðarrættin hjá føroysku tjóðini. At tað í donsku viðmerkingunum verður víst til løgfrøðiligar veruleikar, sum at grund- lógin er í gildi í Føroyum, kann ikki metast at hava nakra ávirkan í hesum sam- bandi". Víðari verður sagt, at "Tað er einki í sjálvstýris- gongdini í Føroyum, sum kann metast at vera avlut- ing avhesum rætti (sjálvs- avgerðarrætturin, red.), heldur ikki viðmerkingar- nar til tey uppskot, ið eru til viðgerðar í hesum døgum". Her er eingin ivi. Tí sum sami løgfrøðingur sigur: "Uppskotið til yvir- tøkulógina er ein víttgang- andi øking av møguleikun- um at yvirtaka sambært heimastýrislógini og hevur sostatt við sær munandi víðkaðar heimildir hjá før- oysku myndugleikunum at yvirtaka málsøki". Forvirra Í tingviðgerðina nýtti and- støðan eisini notatið frá Løgtingsskrivstovuni at for- virra yvirtøkulógina. Men har var heldur einki at fara eftir. Talan var ikki um eitt burturvísingarnotat, men bert um notat vísandi til eftiransingararbeiðið hjá Løgtinginum. Yvirtøkulóg- in er jú politikkur. Løgting- ið ger tað sum Løgtingið vil. Alt hetta veit andstøðan, men í fornermilsi varð alt gjørt fyri at forða stórsta frambrotinum á sjálvsstýr- isleið farnu mansaldrarnar. Ístaðin fyri at vera partar av tjóðarsemju, so avdúkaði andstøðan bera ómegd. Hanar halda, at gala teir ikki á morgni so rísir sólin ikki. Soleiðis tykjast summi halda, at tey eru ein gáva til fólkið. At tey um- boða allan sannleikan. Andstøðan burdi sæð skriftina á vegginum. Tað ber saktans til at reka pol- itikk uttan teirra luttøku. Bíðilistarnir kunnu styttast uttan stór- vegis eykakostnað Kaj Leo Johannesen Sambandsflokkurin Leygardagin 7. mai hevði Útvarp Føroya samrøðu við Hera Ellingsgaard, umsjónarmann á Klaks- víkar Sjúkrahúsi. Hann greiddi frá, at tað ber til at stytta bíðilistarnar í før- oyska sjúkrahúsverkinum munandi eftir heilt stutt- ari tíð, og at hetta kann gerast uttan stórvegis eykakostnað. Heri Ellingsgaard vísti á, at starvsfólkaskipanin á sjúkrahúsunum er so- leiðis háttað, at fólk sita klár og bíða eftir at verða tilkallað, um nakað serligt skuldi verið á vási, og hesi fólkini fáa, sum rímiligt er, løn fyri at vera tøk. Samtíðis eru skurð- stovurnar tómar meðan bíðilistarnir fyri at sleppa inn á skurðstovurnar eru langir. Hann mælti tí til, at sjúkrahúsini í eitt av- markað tíðarskeið, tóku skurðstovurnar í brúk nakrar tímar leygardag. Tað hevði ikki havt stór- vegis eyka útreiðslur við sær, tí fólkini eru lønt frammanundan, men bíði- listarnir kundu á henda hátt verið styttir munandi. Sambandsflokkurin hevur mælt til, at politiski myndugleikin setir sær sum mál at fáa bíðilistar- nar til sjúkraviðgerð í før- oyska sjúkrahúsverkinum styttar. Vit hava í tí sam- bandi víst á, at stórur partur av útreiðslunum verður vunnin innaftur, við tað at fólk verða styttri frá arbeiði vegna sjúku. Men er tað so sum umsjónarmaðurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sigur, at bíðilistarnir kunnu styttast uttan stór- vegis eykakostnað, so eru uppaftur fleiri orsøkir til at seta skipanina í verk sum skjótast. Sitandi danska stjórnin hevur síðani hon tók við, fyri trimum árum síðani, arbeitt miðvíst við at stytta bíðilistarnar til sjúkraviðgerð í Danmark. Hetta hevur verið ein sól- skinssøga. Fleiri eru kom- in í viðgerð, bíðilistarnir eru styttir og sjúkling- arnir eru nøgdir. Hví gera vit ikki tað sama í Føroyum - serliga um ein partur kann gerast uttan stórvegis eyka- kostnað? Sambandsflokkurin ætl- ar at stríðast fyri, at bíði- listarnir til sjúkraviðgerð í Føroyum innan 3 - 4 ár verða styttir niður til í mesta lagi tveir mánaðar. HUXA-Fólkafloks- ungdómur Tað kemur heilt klárt fram í viðmerking í Sosialinum hin 11/5-2005, at Jógvan við Keldu er harmur um ta ljótu viðferð, sum hann sigur at "kraddararnir," sum hann sjálvur kallar teir, hava fingið frá serkønum fólki, Tjóðveldisflokkinum og Fólkafloksungdómi. Fyri tað fyrsta, á hvønn hátt lítisvirða okkara vælút- búnu okkara "falliterandi" høvuðsvinnu? Jógvan við Keldu skrivar - (atlit er ikki tikið fyri villum í sitering- unum í viðmerkingum hjá Jógvan við Keldu í Sosial- urin 11/5-2005, sum standa í kursiv): "Ikki er ov nógv sagt, at tosið ídag líkist prátinum tá, burtursæð frá, at ídag er margfeldi av fastløntum droymarum bæði í polit- ikki, fólki á almennum og hálvalmennum stovnum og tey, sum liva av studningi úr landskassanum, økt" Hvussu ber tað til, at margfeldi av omanfyri- nevndu størvum er økt, tá ið Jógvan við Keldu og Fólkaflokkurin hava sitið við valdið tey seinastu níggju árini? Hvar eru priv- atiseringarnar av teimum "hálvalmennu størvunum" hjá Jógvani við Keldu, og hvar er borgarligi politikk- urin hjá Fólkaflokkinum vorðin av? Í valskránni hjá Fólkaflokkinum stendur Almenni sektorurin betri og bíligari "Fyri at almenni parturin av samfelagnum kann koma í betri javnvág við vinnuliga partin, má bygnaðurin í landsumsitingini gerast meiri brúkaravinaligur og bíligari at reka. Almennar fyritøkur — tá tað er til fyrimun fyri landsbúskapin — verða einskildar so við og við eftir fastari ætlan, so tað tænir føroyskum áhuga- málum best." Hví er almenni sektorur- in so vaksin síðstu árini, tá ið Jógvan við Keldu sjálvur hevur sitið í samgongu í níggju ár? Hví kann lands- stýrismaðurin ikki halda seg til evnið um rækjustuð- ul? Er Jógvan við Keldu tómur fyri fornuftigari argumentatión? "Á politiska pallinum, hevur Tjóðveldisflokkurin verið tann mest ídni at lopið á okkara fiskivinnu, tá talan í ávísum førum hevur verið alment um at lyfta nakað uppundir, fyri ávísir partar ikki skulu fara fyri bakka. Nú hevur Tjóð- veldisflokkurin altíð staðið fyri øllum ella ongum, svørtum ella hvítum, og nú sær tað út til at fólkafloks- ungdómur tekur væl undir." Hvørji ítøkilig dømi hev- ur Jógvan við Keldu, at Fólkafloksungómur stendur fyri svørtum ella hvítum, øllum ella ongum? À hvørj- um grundarlagi vil Jógvan við Keldu undirbyggja sín omanfyristandandi pástand? Er tað bara tí, at vit í lesara- brævi vilja vísa flokkinum á ta liberalu loysnina, ið byggir á skynsemi? Tað, sum undrar okkum stórvegis er, at landsstýris- maðurin við Innlendismál- um vísir á fakfeløg og ein- staklingar úr Klaksvík í 1993, tá ið hann sjálvur sat sum borgarstjóri, sum klár- aðu seg uttan almenna uppíblanding, tá ið alt hongdi á gomlum naglum. Vil tað siga, at, neyðloysnin úr Norðoyggjum, Jógvan við Keldu, heldur, at al- mennur stuðul er rætti hug- burður at vísa mótvegis okkara fiskivinnu? Nei, Jógvan við Keldu og aðrir, sum vilja geva rakst- arstuðul. Meldið tykkum í annan flokk, tí Fólka- flokkurin er ikki ein flokk- ur fyri skápskommunistar. Takið annað skinn um bak og haldið tykkum til tað, ið reiðararnir sjálvir ynskja, nevniliga liberalan vinnu- lívspolitikk. Ein millión um árið til hvørt skip, er ikki eingongd nokk til eina nýggja koyggju. Eitt er at vera ósamdur, sum vit eru í málinum um rakstarstudning til rækju- vinnuna, við leistinum hjá samgonguni, men at leika soleiðis í, sum Jógvan við Keldu ger, førir okkum ongan veg. Hann má sum landsstýrismaður kunna taka kritik og vera undan- gongumaður, tá talan gerst um diplomati og konsens- us. Stuðulin til rækjuvinn- una er eitt prinsippielt mál, tí Fólkaflokkurin í stevnu- skánni er ímóti almennum stuðuli. Teir siga m.a. beinleiðis í stevnuskránni: "Fiskivinnan í tryggar karmar: Høvuðsvinnan skal mest møguligt hvíla í sær sjálv- ari uttan almennan stuðul. Fiskastovnarnir skulu gagnnýtast á vinnuligum grundarlag undir skynsom- um fiskifrøðiligum heildar- atliti. Útbúgving og gransk- ing skulu menna vinnuna og økja úrtøkuna við somu veiðinøgd. Rækjuvinnan skal fáa betri karmar at vinna seg uppaftur Hendan er ein av mongu orsøkunum til, at bæði Fólka- og Sambandsflokk- urin eiga at slóða fyri, liberalur vinnulívspolitikk- ur aftur verður settur á dagsskránna! Við vón um, at borgar- ligu flokkarnir fara at vísa liberala sinnið og ikki nið- urgera teir borgarligu velj- arnir í málinum um rakstar- stuðul til rækjuvinnuna. Jógvan við Keldu, hví so illur?