Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Modellskráin hjá Saab 9-3 verður nú víðkað við stationvogninum SportCombi, ið kemur á føroyska marknaðin í august. Bilurin er ein kombinatión av nútím- ans designi, praktisk- um loysnum og sports- ligum koyrieginleikum BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Saab hava ongantíð fyrr fram- leitt so nógvar bilar sum nú, og USA er teirra mest týðandi marknaður. Sølan í fjør vaks við 27 prosentum í mun til ár- ið fyri. Modellskráin hjá Saab 9-3 verður nú víðkað við station- vogninum SportCombi, ið er fyrsta boð upp á ein luksus- stationcar í miðalklassanum frá Saab. Bilurin er ein kombinatión av nútímans designi og sportsligum koyrieginleikum og er harvið eitt alternativ til vanliga stationvognin. Eftir at 9-3 SportCombi er komin á marknaðin og motor- skráin fullfíggjað, verða ikki minni enn seks bensin og tveir dieselmotorar at velja í- millum, harav tann størsti verður 2,8 litur V6 turbo 24V við 250 hk við tveimum yvir- liggjandi knastakslum, vari- ablari ventilstilling og dup- ultum turboløðara. Hesin motorurin fæst einans til toppmodellið Aero. Annars verður motorskráin hendan: Bensinmotorarnir: 1,8i og 1,8t við ávikavist 122 og 150 hk, 2,0t og 2,0 Turbo við ávikavist 175 og 210 hk, og tveir 2,8 V6 við ávikavist 230 og 250 hk. Dieselmotor- arnir: 1,9 TiD og 1,9 TiDS við ávikavist 120 og 150 hk. Flestu av motorunum eru teir vit kenna frá 9-3 SportSedan. Bilurin er praktiskt innrætt- aður. Viðførisrúmið er 419 litrar og við baksetrunum niðri verður tað 1.273 litrar. Í viðførisrúminum eru fleiri praktiskar loysnir sum t.d. TwinFloor, sum deilir viðfør- isrúmið upp, soleiðis at við- førið liggur trygt undir koyr- ing. Designið er smart, og bilur- in er sermerktur av stóru bak- lyktunum við klárum lykta- glasi. Baklyktirnar eru av nýggja slagnum við ljósdiod- um. Eins og SportSedan hevur hesin eisini ReAxs chassis, sum ger bilin sera stúttan og syrgir fyri at koyrieginleikar- nir altíð eru í topp, líkamikið hvussu koyriumstøðurnar annar eru. Umframt allar tær inn- bygdu trygdarskipanirnar hevur SportCombi bæði ESP og ESP-Plus, eins og Hill Start Assist, ið syrgir fyri at bilurin ikki fer eftir hæli t.d. meðan bíðað verður eftir reyðum ljósi í eini brekku. Frá P/F Meinhardt Arge verður sagt, at Saab 9-3 SportCombi kemur á før- oyska marknaðin í august. . Saab 9-3 SportCombi: Sportsligur og praktiskur Saab stationcar Saab 9-3 SportCombi er ein kombinatión av nútímans designi og sportsligum koyrieginleikum og er harvið eitt alternativ til vanliga stationvognin Viðførisrúmið er 419 litrar og við baksetru- num niðri verð- ur tað 1.273 litrar Designið er smart, og bilurin er sermerktur av stóru baklyktunum við klárum lyktaglasi