leygardagur 14. mai 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 90 - 12. mai 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Føðingar
Mammudagin 8. mai fingu Óluva Maria Bech og
Jóhann Simonsen eina dóttur. Erla, Selma og Eva
Maria fingu við hesum eina lítlasystur, sum vigar
5000 gr og er 56 cm long.
11. mai fingu Jonna og Otniel Nygaard, Trongis-
vági, ein son á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hann vigaði
4000 gr og og var 54 cm langur. Tey fara at nevna
hann Julian.
27. apríl fingu Jónrid og Søren Halling, Keyp-
mannahavn, ein son. Hann var 53 cm langur og
vigaði 3700 gr.
1. mai fingu Marit Hansen, Tvøroyri, og Eirik
Joensen, Sumba, ein son. Hann var 54 cm langur og
vigaði 3800 gr.
4. mai fingu Herborg J. í Homrum og Bogi Joensen,
Skála, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði
2975 gr.
5. mai fingu Barbara Poulsen og Hans Edvard
Sigurðsson, Klaksvík, ein son. Hann var 53 cm
langur og vigaði 4050 gr.
5. mai fingu Rúna Poulsen og Guttormur í Skála,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði
3400 gr.
6. mai fingu Hjørdis Zachariassen og Harald
Bjørgvin, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm long
og vigaði 3500 gr.
7. mai fingu Marit H. Jensen og Friðfinn
Nicolajsen, Skopun, ein son. Hann var 53 cm langur
og vigaði 3700 gr.
8. mai fingu Eva úr Dímun og Jógvan Jón Petersen,
Dímun, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði
3950 gr.
9. mai fingu Sigrid og Joen Peter Petersen, Skálavík,
ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3400 gr.
9. mai fingu Bjarta og Trúgvi Petersen, Syðrugøtu,
eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3350 gr.
10. mai fingu Ingun og Heri Davidsen, Runavík, ein
son. Hann var 51 cm langur og vigaði 2850 gr.
12. mai fingu Harda Jacobsen og Tórur Andreasen,
Strondum, eina dóttur. Hon var 55 cm long og
vigaði 4400 gr.
Ikki vardi tað okkum, at tað skuldi
vera síðstu ferð vit sóust, tá
mamma ringdi og segði at babba
varð vorðin illa fyri og bað okkum
fáa sjúkrabil at koma eftir honum.
Klokkan gott eitt somu nátt var
babba farin.
Sama dag hevði babba verið á
Landssjúkrahúsinum til kanningar,
men læknarnir staðfestu bara, at tað
var lungnabruni, ið bagdi, men so
var ikki.
Babba var borin í heim 7. juni
1938 í Havn og var hann miðlingur
av trimum syskjum, nú er bert eitt
teirra eftir her á fold.
Petur Mohr og Elisabeth Persson,
fødd Johansen, vóru foreldur hans-
ara, og uppvøksturin hjá babba var
í Gundadali, har abbi og omma áttu
jørð.
Babba og mamma giftust tann
23. apríl í 1962, og var stórt gildi í
Gundadali. Tá vóru bert eini fimm
hús í dalinum, og ofta hava teir, ið
skuldi bjóða okkurt gott undir
góman, flent at tí stóra areali, ið
rennast skuldi, fyri at gera øllum til
vildar. Nú er nærum bygt á hvørj-
um fermetri.
Babba var sera góður við
mammu. Ofta hava vit fingið at
vita, at hetta var fyrimyndin av
hjúnalagi. Babba var vorin heilt
»býttur« í hesu fittu skopunar-
gentu, ið hann fekk kosið sær á
ungum árum.
Eftir lokna skúlagongd fór babba
í læru sum el-innleggjari hjá Sigird
av Reyni, og treivst hann sera væl.
Minnast væl, tá hann segði frá, at
um lærlingarnir vóru seint úti á
kvøldi, kom Sigird ofta og bað teir
fara til songar, hetta fyri at kunna
útinna dagsins verk dagin eftir.
Kann siga at hetta var eisini
babbasa »motto«, tá hann seinni
bleiv arbeiðsgevari.
Eftir lokna útbúgving stóð hug-
urin til bilar, og mong kenna babba
frá rutukoyring millum bygdir,
bæði í Streymoynni og ikki minst í
Norðstreymoy, har rutukoyringin
fyrst var røkt av hýruvognum og
seinni bussunum.
Bilstøðin BIL var alt og eitt hjá
babba. Her var hann stjóri til fyrst í
90-árunum, tá sjúka gjørdi um seg.
Tá Tórshavnar kommuna byrjaði
bussleiðina í 1978, varð gjørt av, at
Bil skuldi taka sær av hesum. Eisini
varð gjørt av, at Bil skuldi taka sær
av Bygdaleiðum, tá hesar byrjaðu
sum skipaðar í 1980. Tá hevði Bil
røkt rutuflutning við hýruvognum
nógv ár frammanundan, tó við
hýruvognum og smærri bussi, og
eisini hevði Bil bátin Rombus um
hond.
P/f Postflutningur varð eisini fe-
lag, ið babba átti saman við Eivindi
Christiansen, og tók hetta felag sær
av post- og farmaflutningi til Eyst-
uroy, Norðstreymoy, Vágar og
sjálvandi flogvøllin.
Felags fyri hesar fyritøkur er, at
vit synirnir altíð vóru tiknir við, tá
okkurt skuldi gerast, og seinni vóru
vit bilførarar hjá babba og teimum,
ið varðaðu av fyritøkunum.
Av frítíðarítrivum hevði babba
mest seyð á ungum árum, og so
sjálvandi Gandhi, ið var seksæring-
ur, ið Bil læt smíða hjá bátasmið-
inum Óla Olsen í Skopun.
Mangur góður túrur er gjørdur
við bátinum, men tó eru eisini løt-
ur, vit minnast við sorgblídni, mill-
um annað tá báturin kom inn við
einum av eigarunum, ið brádliga
var fallin um og seinni doyði.
Minnist, at babba segði frá, at Óli
hevði ilt við at lata teir fáa henda
bát, tí hann var einki við uppá at
byggja bát til bilførarar.
Babba fall ikki í fátt, hóast sjúka
nívdi hann tey síðstu árini. Hann
var altíð fúsur at rætta eina hjálp-
andi hond, tá ástóð, og ikki minst
strálaði hann, tá vit børnini ella
abbabørnini komu á gátt.
Hann hevði familjuna um seg í
Áargeil, har eisini hann átti onkran
góðan vinin.
Eisini vinfólk aðrar staðir frá
komu at vitja, nú hann mestsum var
heimasitandi, og tað vilja vit saman
við mammu takka tykkum fyri, tí
uttan tykkum vóru løturnar langar.
Góði babba, takk fyri lívið, tú
gavst okkum og okkara. Vit gleðast
um, at tú nú ert har sorg og sjúka
ikki gera sítt galdandi.
Synir tínir við familjum
Niels Persson til minnis
Brúdleyp
Mikudagin 11. mai, giftust Jónfríð Lassen, Klaksvík
og Súni Hansen, Norðragøta.
Í dag, 14. mai giftast í Prestagarðinum í Fuglafirði
Anna Margretha Sølvádóttir úr Leirvík og John
Eriksen frá Svendborg. Vælkomst verður í Pálsstovu
kl. 19.30.
Í dag, 14. mai kl. 15.00 giftast í Frelsunarherinum í
Vági, Emy Margretha Kjærbæk, Vágur og Jens
Knudsen,Vágur. Døgurði verður fyri innbodnum á
Hotel Øravík. Opið hús verður í Frelsunarherinum í
Vági frá kl. 21.30.
Prógv
Tann 28. apríl 2005 hevur Torstein Vestergaard,
Froðba, lokið prógv sum Civilingeniør frá Danmarks
Tekniske Universitet í Lyngby.
Súsanna Holm, Kvívík, fekk 2. mai 2005 prógv sum
cand.mag. í idesøgu (hugmyndasøgu) frá Aarhus
Universitet.
80 ár
Í dag, 14. mai verður Mimi Hansen, Fuglafjørður, 80
ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum, hjá
Annu og Jógvan Martin, á Fjalsvegi 1, Fuglafjørður.
Ungir havnardreingir
í 1967
Í sambandi við at Birgar Johannessen leitar fram gamlar
havnarmyndir, kemur hann ofta fram á nógvar aðrar
góðar myndir, sum t.d. hendan av fimm ungum
havnardreingjum, sum eru avmyndaðir hjá Bambus Foto í
1967.
Aftara rað f.v.: Leivur Mortensen, Finnur Helmsdal og
Kári Poulsen.
Fremra rað f.v.: Ólavur Rubeksen og Eirikkur Rasmussen.
Allir búgva teir í Havn uttan Leivur Mortensen, sum býr í
Danmark
Mynd: Føroya Fornminnisssavn