leygardagur 14. mai 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Tað eru nú nøkur ár
síðan koreansku Ssang-
yong jeeparnir komu
higar til lands. Um-
framt Rexton er nú eis-
ini ein minni jeepur,
Korando, komin á før-
oyska marknaðin
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Ssangyong jeeparnir við Rex-
ton á odda hava rættuliga
fingið fótin fastan í Føroyum,
og eru teir kappingarførir
bæði í útsjónd, prísi og dygd.
Teir fyrstu Ssangyong jeep-
arnir vit sóu her um okkara
leiðir vóru Musso jeeparnir,
sum komu miðskeiðis í 90-u-
num.
Suðurkoreanska Ssangyong
verksmiðjan, ið er meira enn
50 ára gomul, byrjaði at sam-
starva við Mercedes-Benz í
1991. Hetta samstarv hevur
mest snúð seg um menning av
motorum og girkassum.
Korando er ein passaliga
stórur snøggur jeepur við ekt-
aðum jeep-designi, kenguru-
gittari framman og gáttum
undir síðuhurðunum.
Eins og Ssangyong Rexton,
hevur Korando eisini Merce-
des-Benz motorar, hann fæst
við 150 og 220 hk bensinmot-
orum og einum 5 syl. turbodi-
esel við 120 hk.
Bilurin 426,0 cm langur og
185,5 cm breiður og klárar
seg serstakliga væl á ósløttum
undirlendi uttan fyri vanliga
koyrivegin. Tað at bilurin er
lutfalsliga stuttur, ger sítt til
at hann klárar seg so væl.
Aksilfrástøðan er 248,0 cm.
Korando hevur spiralfjaðrar
framman og aftan, gass-stoyt-
doyvarar, og er sum ein per-
sónbilur at koyra.
Korando fæst bæði við
føstum taki og sum Soft-Top
við stórum sóltaki. Talan er
um ein 4-persónajeep, ið er
snøggur innan við hvítum in-
strumentum og alu-look pan-
elum í instrumenborðinum og
í hurðunum. Hann hevur t.d.
el-rútar, sentrallás og aircon-
dition.
Bilurin kann síggjast og
roynast á Bilverkstaðnum v.
Hans J. Kollsker á Hjalla.
Korando við ektaðum jeep-designi
Ssangyong Korando
2.9 Turbo diesel
Motorurin
2,9 litur 5 syl. diesel 120 hk
Turbo v. intercooler
Oljunýtsla
ca. 11,0 km/l
Dekkstødd
255/65-16
Stødd og vekt
Longd
426,0 cm
Breidd
185,5 cm
Hædd
184,0 cm
Eginvekt
1.760 kg
Prísur
kr. 250.000 (persónbilur)
kr. 210.000 v. mvg (vørubilur)
Søluumboð
Bilverkstaðið
v/ H. J. Kollsker
á Hjalla
FO-110 Tórshavn
Tel. 311013
www.kollsker.com
Ssangyong Korando er ein passaliga stórur
og snøggur jeepur við ektaðum jeep-designi
Mynd: Jens Kristian Vang
Korando fæst bæði við føstum taki og sum Soft-Top við sóltaki
Mynd: Jens Kristian Vang
Korando er snøggur innan við hvítum instrumentum og alu-look panelum í
instrumenborðinum og í hurðunum
Mynd: Jens Kristian Vang