leygardagur 14. mai 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 - 12. mai 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
14. mai, Kristjan. Teir vita einki um nakað halgimenni við
hesum navni.
Navnið er latínskt, gjørt eftir grikska navninum Kristos,
sum aftur er týðing av tí hebráiska Messiah, ið merkir
salvaður.
Sunnudagur og hvítusunnudagur 15. mai, Halvarðsøka,
fyrr í tíðini eisini rópt halvarðsmessa. Verður hildin til minn-
is um Hallvarð, systkinabarn Ólavs hin Heilaga. Halgisøgan
sigur, at tá ið hann skuldi hjálpa einari konu móti yvir-
gangskroppum, varð hann sjálvur dripin og søktur í Dramm-
ensfjørðin við einum myllusteini um hálsin. Men líkið
flotnaði og varð kórsett í dómkirkjuni í Oslo. Hann doyði í
1042 og er verndarhalgimenni hjá býnum Oslo.
Navnið er norrønt og merkir hella og verja.
Ternan kemur á halvarðsøku ella um tað mundið, og fyrsta
góðveðursdagin hoyrist hon láta. Sagt varð eisini, at á
halvarðsøku møtast terna og ógvella. Ternan kemur sunnan
eftir og ógvellan heldur norðureftir. Á bartalsmessu møtast
tær aftur, ternan fer og ógvellan kemur aftur.
Ternusnertur er illveður við kulda og kava um halvarð-
søkumundið, men annars sigst, at stórkavi ikki skal koma
eftir halvarðsøku. Í gomlum álmanakkum ber dagurin eisini
navnið Sofia eftir halgikonu, sum læt lív tíðliga í forn-
kirkjutíðini.
Dagurin er eisini gamla krossmessa. Á gomlu krossmessu
verður ongantíð myrkt um náttina.
Hvítusunna. Høgtíð hildin til minnis um, at Heilagi Andin
kom yvir ápostlarnar (smbr. Ápostlasøgan kap. 2, 1-13).
Navnið hvítusunna kemur av, at í fornkirkjuni var hetta
dópstíðin fram um aðrar, og av teimum hvítu klæðunum, tey,
sum doypt vórðu, vóru í. Navnið hvítusunna vinnur sær rætt
í gomlu ensku kirkjuni, og haðani kemur tað til Noregs,
Føroyar og Íslands.
Men tað navnið, sum annars vann fram í flestu europeisku
londunum var orðið, sum t.d. á donskum er pinse. Og tað
kemur av grikska orðinum pentekoste, ið merkir 50. dagurin
eftir páskir. Høgtíðin, ápostlarnir komu saman á, var annars
gomul jødisk takkarveitsla fyri hveitiskurðin. Men í kristnu
kirkjuni fær høgtíðin so ein annan dám og týdning. Tað er
annars ikki so langt síðani, at tú í Føroyum kundi hoyra fólk
ynskja “gleðiliga pinsafest”, men tað man ikki hoyrast
longur. Føroyska navnið á høgtíðini hevur so altíð verið
hvítusunna.
Mánadagur og 2. hvítusunnudagur 16. mai, Sára.
Dagurin hevur navn eftir konu Ábrahams.
Hebráiska navnið merkir høvdingafrú.
Í Írlandi verður dagurin hildin til minnis um munkin,
Sankta Brandan, sum doyði í árinum 578. Tiltikin gjørdist
hann av frásøgnunum um sjóferðir sínar, og hann fekk eisini
navnið Navigator, ið júst merkir sjófari ella siglingarmaður.
Hann og felagar hansara løgdu av stað at leita eftir tí lovaða
landinum, og hildið verður, at teir komu líka til Norður-
ameriku. Sagt verður frá, at Brandan á ferðum sínum kom
til Seyðaoyggjarnar, sum uttan iva eru Føroyar. Í Kirkjubø er
ein Brandansvík, og í Skálavík hava vit staðarnøvnini
Brandansbrekka og Brandansjørð. Í Kirkjubø varð um 1420
bygt eitt minningarkapell fyri Sankta Brandan. Hann er
fyrsti navnnevndi maður, ið her hevur verið, men um eina
brandansmessu ella ein brandansdag hjá okkum vita vit
einki at siga.
17. mai, Bruno, deyður 1045. Biskupur í Würtsburg, sum
saman við mongum øðrum komst av døgum á eini ferð í
Ungarn.
Navnið merkir hin brúni.
17. mai er tjóðardagur Noregs.
Góða Vermóðir!
Ikki sæst hesin høgi aldur á tær.
Dugi ikki við tað, at árini eru runnin
av stað og vorðin so mong, haldi
enn, at tú ert eins vøkur sum hin
dagin 1966, tá ið eg bað teg og
Erling lata meg fáa elstu dóttir
tykkara, Alexandru, til unnustu
mína. Tú vart í einum grønum
plaggi, sum enn stendur fyri mær
ljóst livandi. Grønt er jú vónarinnar
litur, og kendi listamaðurin Jan van
Eyck úr Niðurlondum( Belgia)
hevur málað í 1434 eina mynd av
einum fríggjara og trúlovaðu festar-
moy hansara, har hon er í grønum
frá høvur til fót, og her er tann grøni
liturin brúktur sum tann fruktagóði
liturin. Tað kundi verið mangt
annað at sagt um hesa mynd av Jan
van Eyck, men nú er tað verðmóðir,
sum rennur úr hesum grøna litinum,
hon rundar jú tey áttati .
Erling, verðfaðir, sat í køkinum
og brosaði. tá ið biðilin av Bakk-
anum bað upp bønarorð. Væl var
fríggjarin móttikin og hevur verið
væl havdur undir bitunum hjá Mimi
og Erlingi líka til dagin í dag. Tað
fruktagóða hevur jú eisni verið kær-
leikin, sum hevur verið sýndur okk-
um í familjuni av tær og Erlingi.
Fýra børn fingu tit Alexandru (unn-
ustan), tvíburðarnar Annu, gift við
Jógvan Martin Joensen úr Oyndar-
firði og Marjun, gift við Steintór
Larsen úr Fuglafirði og Petur
Martin, giftur við Súsannu Høj-
gaard úr Rituvík.
Verfaðir doyði bráddliga 1987
bert 63 ára gamal, og kom hetta dátt
við í familjuni, at abbin fór so snar-
liga. Snertin av sorg og treða kendi
vermóðir líka frá barnsbeini av, tá ið
hon misti mammuna bert 10 ára
gomul. Foreldrini vóru Alexandur ,
Alexandur av Eiði og Sunneva, ætt-
að úr Borgarstovu í Havnini.
Alexandur giftist upp aftur við
Magninu, ættað úr Funningi, dóttir
Osvald og Carolinu. Verðfaðir var
sonur til Annu á Støðini og Per á
Brúnni í Fuglafirði.
Mai er jú tann ljósi mánaðurin,
har mangt sprettir úr tí døkku mold
og letur natúrina í annan búna.
Grøni liturin fær tak á tí okker gula
græslitinum, sum hevur dusast allan
veturin millum grót og grýti líka frá
heystardegi av. Rembingarnar eru
øgiligar í natúrini, tá ið tað grøna
skal vinna á tí okker gula.
Ættarliðið, sum vermóðir er av,
hevur sanniliga stríðst. Mangan var
tað tógvið, tá ið tað húsliga skuldi
um eina hond. Pløgg upp á kroppin
hjá børnunum og so at fýra í ketilin
í hjallarinum, tá ið vaskast skuldi,
skrubba ketildraktirnar hjá mannin-
um, so hann mánamorgun kundi
fara í reina drakt til arbeiðis. So-
leiðis var næstan allastaðni í bygd-
ini í fýrati - og fimmti árunum.
Lættari gjørdist hetta, tá ið tær
fyrstu vaskimaskinurnar sóu dag-
sins ljós i bygdini. Eingin doyr av at
arbeiða, plagdu tey gomlu at siga.
Ikki hevur vermóðir eina strýggju
av gráum í sínum hári, fatt í herun-
um og holdið er eins summarsligt
sum hin dagin, tú vart í tí grøna
plagginum. Hevði tú verið uppi á
døgum, tá ið Jan van Eyck livdi og
verið honum næst, hevði tú sitið
model hjá honum. Hann hevði gjørt
teg æviga grøna sum í umrødda
málninginum:
Trúlovingin
hjá
Arnolfinis. Jú, tann grøni liturin
hevur vunnið á tí gula litinum.
Úr hesum tyssi hugsi eg eisini um
mann tín, Erling, so góð tit vóru.
Erling var skilamaður, sera góður
handverkari og ikki at forgloyma at
sleppa út í fjørðin saman við hon-
um. Tað var tváttur fyri sál og
likam. Verfaðir dró ikki bát av lunni
við stórum keipum og í stórum orð-
um, nei, hann segði og gjørdi alt so
stillisliga og friðarliga. Væl lá eftir
og so mangan, tá ið komið var aftur
úr fjørðinum, sat verðmóðir og
bíðaði í sjógv. Pannuna útá og ný-
steikt flak fekk vatn at renna úr
tonninum. Hetta krassaði og slíkar
góðvarnar
løtur,
verða
seint
gloymdar. Grønur vevnaður av
besta slag.
Ommubørnini ert tú góð við og
tey við teg. Ikki so sjáldan vinnur
skemtið og speisemið á løtunum
tykkara millum, og duga tey væl at
fara við síni ungu, gomlu ommu og
hon við teimum. Trý langommu-
børn eigur tú eisini, so tey grønu
fruktagóðu fingramerki hava sett
seg á tilveruna. Hetta er títt hjarta-
blóð, at síggja og hoyra hvussu
teimum man fyrifarast. Hetta stend-
ur hjarta tínum næst.
Nei, ikki at forgloyma hálvhosur-
nar tú bindur upp á okkum. Tað
ullinta er bót fyri sál og likam. Og
so er tað fromasjan sunnukvøld kl.
fimm minuttir í átta. Eg skal ikki
siga fólki frá hesi uppskrift, so
verður tú heimskend fyri hesa
forkunnugu fromasju. Eg veit, at
tað vilt tú ikki. Hetta er eitt loynd-
armál okkara millum, at sita millum
teir grønu urtapottarnar í stovu tíni,
tú í grønum og reyðum kjóla og ver-
sonurin í hvítari skjúrtu og grønum
slipsi. Ja grønt skal tað vera. Tað er
hin fruktagóði liturin, vónarinnar
litur og fromasjan er ein frukt-
fromasja. Tað kunnu vit siga. Ja,
verðmóðir, vit í familjuni takka tær
fyri alt tað góða í tí farna, og hann
sum øllum ræður, gevi tær eitt
grønt lívskvøld.
Frits
Vermóðir, Mimi Hansen, Fuglafjørður,
80 ár 14. mai
Andlát
3. mai
Hanna Telling, fødd Hansen, ættað úr Svínoy, 79 ár
6. mai
Petra Anna Sofía Joensen, Nólsoy, 63 ár.
7. mai
Erik Mortensen, Øravík, 74 ár.
Sigga Karolina Sørensen, Tórshavn, 66 ár.
10. mai
Maja Nielsen, Tvøroyri, 82 ár.
Sigrid Olsen, vanliga nevnd Sigrid í Mikkatrøð í Vest-
manna, 83 ár.
Lesið
- so eru tit við