Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Á bilverkstaðnum hjá Jógvani Hans í Miðvági ber til at fáa bilin um- vældan, meðan tú ert staddur uttanlands. Bilurin verður heintað- ur á flogvøllinum og settur aftur, tá umvæl- ingin er liðug TILBOÐ Edvard Joensen Miðvági: Skal bilurin um- vælast, og tú ikki heldur, at tú kanst vera hann fyri uttan, heldur bilverkstaðið hjá Jógv- ani Hans Joensen í Miðvági, at teir hava ta heilt røttu loysnina. Meðan tú ert uttan- lands, umvæla teir bilin, ið annars skuldi staðið stillur við flogvøllin og bíðað eftir tær. – Heilt einfalt gongur til- boðið út uppá, at vit fara út á flogvøllin eftir bilinum, um- væla hann og seta hann aftur, so fólk hava ein kláran bil, tá tey koma aftur av uttanlands- ferð, sigur Jógvan Hans Joen- sen, sum eigur autoverkstaðið og sevicestøðina Mylluna í Miðvági. Hendan ætlanin hevur leingi ligið í huganum, greið- ir hann frá, men tað er ikki fyrr enn nú, at tey hava gjørt álvara av og hava lýst við hes- um møguleikanum. Ætlanin er so, at fólk biða um tíð frammanundan, tí tað kann sjálvandi ikki bera til, at ein bara kemur og roknar við, at bilurin kann koma inn her og nú. Men tann dag, teir verða noyddir at siga arbeiði frá sær, stendur bara heilt væl til, heldur Jógvan Hans. Fólk halda yvirhøvur, at hetta er eitt frálíkt hugskot, sigur Jógvan Hans Joensen. Tó eru tað ikki so nógv, sum hava tikið av hesum serliga tilboðnum um at lata bilin umvæla í Miðvági, meðan hann annars skuldi staðið á parkeringsplássinum við flogvøllin. Men tað eru so onnur, sum hava lagt merki til hetta til- boðið, ið eru komin á verk- staðið í Miðvági at fáa bilin umvældan. Tað kann hanga saman við, at lítið hevur verið gjørt við at lýsa við verkstað- num, heldur Jógvan Hans. Tá tosað verður um Mylluna í Miðvági, hugsa fólk mest um bensinsøluna, heldur hann. Men í kjallaranum er lívligt virksemi. Har er nútímans bilverkstað, sum kann alt, sigur Jógvan Hans. Og tá hann sigur alt, meinar hann alt tað heila, sum er við ein bil at gera. Hann er gamal í garði og veit, at bilarnir í dag eru ikki sum bilarnir vóru, tá hann byrjaði. Nú er alt so elektron- iskt, at allir feilir skulu finn- ast við telduútgerð. Tað er ikki sum fyrr, at tú visti akk- urát hvat tað var sum feilti, tá bilurin segði ella gjørdi so ella so. – Men tað skal ikki standa á, sigur hann. Nú kanna vit tørvin á einum nútímans test- apparati, og vísir tað seg, at grundarlag er fyri tí, keypa vit tað. Umvælingartilboð til flogferðafólkið Bilstøðin Bil Mini Taxi í Havn, ið hevur hildið til á Farstøðini síðan 1996, hevur í dag yvir 20 hýruvognar koyrandi. Umframt hýru- vognskoyring hevur støðin eisini kiosk, har vikubløð, telefonkort o.a. er at fáa BILSTØÐ Bilstøðin Bil byrjaði sítt virksemi fyrst í 50-unum. Støðin helt til í Ni- els Finsensgøtu, har sum barber- stovan hjá Valdemar Poulsen, Simme Musikkhús og Akstur Bil vóru í mong ár. Í dag heldur elektronik- handilin Marconi til í húsunum. Fyrstu tíðina hevði støðin telefon nr. 1516, seinni bleiv tað 1444 og støðin flutti í Liðagøtu. ið er ein síðugøta til Niels Finsensgøtu. Í 1962 bleiv ein onnur bilstøð, Bil- støðin í Vágsbotni, løgd saman við bilstøðini Bil. Hendan bilstøðin byrj- aði í Vágsbotni umleið 1957 sum Vøruvognsstøðin tel. 2626. Bilstøðin Bil var í Liðagøtu, til teir fluttu í egnan bygning í Gundadali um árskiftið 1978-79, og 1. desem- ber 1981 varð bilstøðin Mini Taxi í Jónas Broncksgøtu løgd saman við Bil. Samanlagda støðin helt so til í Gundadali, til teir seldu bygningin í oktober 1996 og fluttu alt virksemi hjá Bil-Mini Taxi út á Farsstøðina á Eystaru Bryggju, har støðin heldur til í dag. Nú meira enn 50 ár eftir at støðin av fyrstan tíð varð stovnað, koyra yvir 20 hýruvognar á støðini, sum nú eisini hevur kiosk, har vikubløð, tel- efonkort o.a. er at fáa. Ein onnur tænasta er, at bilførarnir koyra ør- indir fyri fólk. Bil Mini Taxi - bilstøð við høgum tænastustøði Gamlar lýsingar frá Mini Taxi og Bil Jógvan Hans Joensen veit tað, sum er at vita um bilar og tað, teimum nú einaferð kann bila Mynd: Edvard Joensen