leygardagur 14. mai 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 90 - 12. mai 2005
Nýggja
flutningsfelagið
Smyril Blue Water hevði í
farnu viku móttøku um-
borð á Norrønu.
Óli Hammer, nevndar-
formaður í Smyril Blue
Water, segði, at málið er at
gera alt betur.
- Skjótheit og álit er okk-
ara vørumerki, segði Óli
Hammer
á
móttøkuni.
Smyril Blue Water er eitt
flutningsfelag, sum Smyril
Line og Blue Water hava
stovnað. Smyril Line eigur
helvtina av felagnum, og
Blue Water hjá Kurt Skov
eigur hina helvtina.
- Vit ynskja at gangnýta
okkara felags synergi’ir í
nýggja felagnum, sigur
Kurt Skov, stjóri í Blue
Water, sum leggur afturat,
at tað er týdningarmikið at
undirstrika, at høvuðssæti
hjá Smyril Blue Water er í
Føroyum.
Smyril Blue Water opnar
eisini eina skrivstovu í Ís-
landi, og felagið væntar sær
nógv av íslandssiglingini.
Samstundis skal ein farma-
flogdeild latast upp.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Óli Hammer: – Alt skal gerast betur
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá kæra mamma og systir okkara
Ellen Elisabeth Olsen
(fødd Nolsøe) Neslið,Vágur
andaðist og varð jarðað.
Eina hjartans tøkk til tykkum, ið vóru um hana
hennara síðstu tíð.
Tøkk til prest, kirkjutænara, sangarar og berarar.
Tøkk fyri kransar, blómur og gávur
til Eldrasambýlið í Vági.
Tøkk til tykkum, ið fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Hans
Poula, Jákup og Hans
– Álit er okkara vørumerki,
segði Óli Hammer í røðu
síni. Uttast vm. síggjast
Heðin Joensen, stjóri í Smyril
Blue Water og Kurt Skov,
stjóri í Blue Water
Mynd: Jens Kr. Vang
Kurt Skov heilsar upp á Klæmint Weihe, formann í Smyril
Line
Nógv fólk var samankomið umborð á Norrønu
Tey lurta við áhuga eftir tí, sum borið verður fram av teim leiðandi persónunum í nýggja felagnum