Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Kennir tú ov nógva møði á tær, steðga bili- num, gang rundan um hann nakrar ferðir. Hjálpir hetta ikki, so legg teg at sova til tú aftur heldur teg at kunna koyra, eru ráðini frá Ferðslutrygd MØÐI OG FERÐSLA Vit skilja í millum kropsliga møði og sálarliga møði. Tá ið vit hava gjørt tungt kropsligt arbeiði, verða vit móð í vødd- unum. Men sálarliga móð vera vit, tá ið vit, tá ið vit t.d. hava koyrt bil leingi, sitið framman fyri teldu í fleiri tímar, hava tikið lut á krevjandi fundi og sum heild, tá ið vit hava havt við fólk at gera ella tikið avgerðir. Møði kann eisini koma av ov lítlum svøvni ella av, at luftin í einum rúmi, t.d. inni í einum bili, er ov heit ella ov kvælin. Eisini kann veðrið hava ávirkan á sálarligu møð- ina, m.a. á hásumri, tá ið luft- in er slavin og heit. Hetta seinast nevnda er tó ikki nak- að, sum vit í heilum eru plág- að av her í Føroyum. Hin- vegin er ávíst, at lágtýst kunnu hava ringa ávirkan á sinnalagið og lágtrýstum hava vit, sum kunnugt, nógmikið av. Onnur viðurskifti, sum kunnu framkalla møði: koyr- ing í toku, einstáttað og støð- ug ljóð ella óljóð frá t.d. bilmotorinum – einstáttað ferðsluumhvørvi t.d. beinir vegir og einstáttað landslag. Møði er av náttúrligum or- søkum bundin at koyring í myrkri, tí at vit her í stóran mun tosa um tíðir á samdøgr- inum, tá ið flestu sova, t.d. á nátt. Men koyring í myrkri er eisini í sjálvum sær møðandi, og harumframt møða eisini sterku ljósini hjá mótkoyrandi bilum bilføraran. Møði kann sjálvsagt eisini koma av rúsevnisnýtslu, men tað er ein onnur søga. Taka vit saman um, kunnu vit staðfesta, at møði hevur hesar avleiðingar við sær: evnini at síggja og eygleiða versna, evnini at meta um versna, viðbragdstíðin (reak- tiónstíðin) økist, og evnini at konsentrera seg verða verri og sama er galdandi fyri minni. Harafturat kemur, at lítið skal til at fáa fólk, sum eru móð og troytt til, uttan or- søk, at ilskast um alt og øll - og av hesum at taka óráð fyri. Stutt sagt, niðursetur møði allar teir førleikar, sum ein bilførari hevur brúk fyri at koyra trygt. Ráðini eru tí, at tú eigur ikki at koyra bil, tá ið tú av einhvørjari orsøk ert ov móð ella ert ov móður, tað er rætt og slætt ov vandamikið - Eitt er at tú kann vera ov sein ella ov seinur at reagera, eitt ann- að er, at tú rætt og slætt kanst sovna. Hetta seinast nevnda er tíverri ikki óvanligt og nógvar sera álvarsamar ferðsluvanlukkur eru hendar júst av hesum ávum. Annars eigur tú, tá ið tú koyrir bil, at syrgja fyri, at tað ikki er ov heitt í bilinum og at inniluftin alla tíðina verður skift út, antin við blásaranum ella við, at ein rútur verður gloppaður. Onnur hyggjuráð eru: verð- ur koyringin ov einstáttað, tosa við hini í bilinum - um onnur eru við, rulla rútin nið- ur so nógv frísk luft kemur inn, spæl tónleik, sum fær teg at vakna, et okkurt søtt osfr, helst hevur hvør sítt egna uppskot. Men ver varin, kennir tú ov nógva møði á tær, steðga bili- num, gang rundan um hann nakrar ferðir. Hjálpir hetta ikki, so legg teg at sova til tú aftur heldur teg at kunna koyra - minst til fram kemur hann ið hóvliga fer. 14 FERÐSLUTRYGD Nú várið er komið, gerst van- ligari at síggja fólk á súkklu. Ja, vit kunnu beinleiðis siga, at súkklurnar eru eitt tekin um vár á sama hátt, sum tjøldrini og smálombini eru tað. Serliga eru tað tey yngru børnini, sum súkkla. Hjá hes- um smáu er súkklan mest at kalla ein leika og ikki so nógv eitt flutningstól. Súkklað verður fyri tað mesta í grann- alagnum, nær við heimið. Og hetta er eisini tað rætta, tí tað at súkkla á vegi, har eisini bil- ferðsla er, er í veruleikanum sera torført, so torført, at mælt verður frá, at børn yngri enn 10-11 ára aldur gera tað. Tað sigur jú seg sjálvt - at børn á súkklu eru sera illa vard, um tey detta ella um tey koma fyri bil. Í rættiliga mongum førum er tað høvd- ið, sum tað gongur út yvir. Hvørt ár eru tað fleiri børn, sum fáa skaða á høvdið og summir av hesum skaðum eru so álvarsligir, at teir eru ólekjandi. Allar kanningar vísa, at flestu av hesum skað- um vóru ikki hendir, um børnini høvdu havt hjálm á høvdinum. Við súkkluhjálmum er sum við trygdarbeltum, tað vísur seg at ver neyðugt við hóttan og bót. Grannar okkara, ís- lendingar, hava sannað hetta og hava sett lóg í gildi um at øll yngri enn 14 ár skulu vera hjálmi, tá ið tey súkkla. Og sviar hava eisini sett lóg í gildi um hetta. Nevnast skal, at eitt av tilmælunum hjá Ferðslutrygd er at fáa eina líknandi lóg í Føroyum. Er tað so vandamikið at súkkla, sum hildið verður uppá? Her er svarið, at tað er fleiri ferðir meira vandamikið at súkkla enn at koyra í bili. Einasta orsøk til at tað ikki henda so nógvar ferðsluvan- lukkur á súkklu her á landi, er at súkklan verður sera lítið brúkt í mun til t.d. at koyra bil. Sum heild kunnu vit siga, at ikki bara súkklarar, men øll tvíhjólað akfør eru í serligum vanda í ferðsluni, her verður hugsað bæði um prutl og motorsúkklur. Tað er ikki endiliga tað, at tey, sum koyra tvíhjólaðu akførini, gera so nógvar vanlukkur. Men, hendir ein samanstoytur mill- um ein bil og eina motor- súkklu, so verður tað oftast tann á motorsúkkluni, sum fær skaðan, uttan mun til, hvør ið hevur feilin. Tað er sjálvsagt at størsta týdningi, at tú hevur hjálm, so tú fært vart høvdið. Men tað eru so sanniliga eisini aðrir partar av kroppinum, sum kunnu verða skaddir. Tí er av størsta týdn- ingi at nýta sterk og vælút- gjørd klæði. Og so sjálvandi at halda og at koyra eftir umstøðunum. Løgmaður má stað- festa á- byrgdina Vantandi hagtøl eru ein meinbogi í fyribyrgjandi arbeiðinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd Rúna Sivertsen Ráðið fyri Ferðslutrygd runa@kallnet.fo Sum er hevur eingin á- byrgdina av at savna hagtøl um ferðsluskaðar og ferðsluvanlukkur í Føroyum. Tær ymisku kanning- arnar, sum verða gjørdar av ferðslu-vanlukkum í dag, verða ikki savnaðar á einum staði. Tí vita vit ikki ná- greiniliga, hvørjir størstu vandarnir í ferðsluni eru. Hagtøl eru ein neyð- ugur partur í fyribyrgj- andi arbeiðinum hjá Ferðslutrygd. Tað er sjálvsagt, at við størri vitan um skaðaorsøkir, verður førleikin betur at geva rættar fyribyrgjandi upplýsingar. Tí er neyðugt, at løg- maður staðfestir, hvør skal hava ábyrgdina av at savna hagtøl um ferðsluskaðar í Føroy- um. Hol á høvdið at súkkla uttan hjálm Steðga bilinum um tú kennir møði á tær – Tú eigur ikki at koyra bil, tá ið tú av einhvørjari orsøk ert ov móð ella ert ov móður, tað er rætt og slætt ov vandamikið - Eitt er at tú kann vera ov sein ella ov seinur at reagera, eitt annað er, at tú rætt og slætt kanst sovna, sigur Ferðslutrygd